Hyggjarin skal ikki longur bara sita heima í stovuni og hyggja at. Hann skal sjálvur vera við í sendingunum. Sjónvarpið skal senda meiri av bygd, tað skal senda fleiri føroyskar sendingar og fleiri sendingar til børn og ung. Sjónvarpið skal hava eftirlit og tala at, og tað skal skemta og undirhalda.....
Sjónvarp Føroya hevur sett sær stór mál fyri framtíðini.
Hóast sjónvarpið nú er 14 ára gamalt, hevur tað ongatíð havt greið mál at stevna eftir.
Ikki fyrrenn nú. Tí leygarkvøldið undirskrivaði sjónvarpsnevndin og leiðslan í sjónvarpinum undir eina programm-politiska stevnu fyri sjónvarpið.
Tað er nú næstan hálvtannað ár síðani, at farið varð undir at arbeiða við hesi programm - politiska stevnuni, sum framyvir fer at verða kend undir heitinum ?Øravíkarskjalið³, tí tað var á gistingarhúsinum í Øravík, at hon varð undirskrivað.
Sjálvt skjalið er skrivað á trimum vikuskiftisfundum hetta seinasta árið, einum á Viðareiði, einum í Havn, og tí seinasta í Øravík seinasta vikuskiftið
Í skjalinum, eru tey mál skrivað upp, sum sjónvarpið skal stevna fram ímóti komandi árini.
Sosialurin heldur hetta skjal hava so stóran týdning fyri hvønn einasta føroying, at vit prentaðu tað í fullum líki í blaðnum í gjár.
Hava trilvað seg fram
Tað, at sjónvarpið ikki hevur havt eitt greitt mál at halda seg til, hevur gjørt, at kósin kanska ikki hevur verið so miðvís, sigur Johan Petersen, formaður í sjónvarpsnevndini.
Leiðslan hevur verið noydd at trilvað seg fram uttan at vita, hvør vegurin er tann rætti og uttan at hava nakað at halda seg til, antin sjónvarpið nú skal leggja á handa bógvin, ella á hin.
Tí hevur stórur saknur verið í Øravíkarkjalinum. Nú hevur leiðslan í sjónvarpinum eitt ítøkiligt endamál at halda seg til, tá ið framtíðin hjá sjónvarpinum skal leggjast til rættis, sigur formaðurin í sjónvarpsnevndini.
Fer at kosta 30 mió.
Og tað skerst ikki burtur, at tað eru stór mál, sjónvarpið hevur sett sær.
Johan Petersen sigur, at tann tíðin er farin, táið føroyingurin hugdi eftir sjónvarpinum, tí einki annað var. Nú er parabol í hvørjum húsi.
Sjónvarið er ikki longur eindarsjónvarp okkara. Tí er neyðugt at menna tað og styrkja tað, so tað ístaðin verður meginsjónvarp okkara.
Tvs, at hyggjarin í Føroyum skal náttúrliga hava hug til fyrst at tendra fyri SvF. Ta sjónvarpstíðina, sum so er til avlops, kann hann brúka uppá aðrar rásir.
Í høvuðsheitum kann sigast, at sjónvarpið skal senda fleiri føroyskar sendingar. Sum mest skal verða á føroyskum, ella við føroyskum teksti. Fleiri sendingar skulu vera til børn og ung. Hyggjarin skal í størri mun taka lut í sendingum. Sendast skal meiri av bygd. Sjónvarpið skal upplýsa, verða mentanarboðberi, undirhalda og verða á varðhaldi, borað og avdúka valdsmisnýtslu.
Johan Petersen heldur ikki, at talan eru um so stór mál, at tað ikki letur seg gera at seta tey í verk.
Tað verður hvørki í ár ella næsta ár. Men um nøkur ár ivist eg ikki í, at tað ber til at hava rokkið flestu av málunum, sigur formaðurin í sjónvarpsnevndini.
Hann sigur, at hvørki nevnd, ella sjónvarpsleiðsla hava viljað sett áramál á.
Tað veldst um so mangt. Tekniska menningin kann føra við sær, at málini verða broytt. Og ikki minst veldst alt um, hvussu nógvar pengar, sjónvarpið fer at arbeiða fyri.
Sum er hevur SvF eina fíggjarætlan uppá 16 miljónir. Vit halda, at skal tað bera til at hava eitt líkinda, føroyskt sjónvarp, skal SvF hava 30 miljónir at arbeiða fyri um árið.
Á lønarlistanum hjá SvF
standa ímillum 40 og 50 fólk.
Men nevndin og leiðslan í sjónvarpinum leggja stóran dent á, at talan skal verða um eina náttúrliga menning.
Vit ætla ikki at trýsta eina menning ígjøgnum, sum fer at hevna seg aftur í dygdini
Hvussu skal alt hetta fíggjast?
Sjónvarpið er farið av fíggjarlógini. Tvs, at tað skal fíggja raksturin sjálvt.
Johan Petersen heldur ikki, at tað er heilt hol í høvdið at roknað við, at sjónvarpið fer at megna at fíggjað seg sjálvt.
Sjónvarpið hevur fingið loyvi at skipa fyri spæli.
Og tað er í grundini bara hugflogið, sum setir mark fyri, hvussu stóra inntøku, SvF kann útvega sær av spæli, lýsingum, sponsoravtalum og øðrum.
Men hinvegin verður ásannað í Øravíkarskjalinum, at føroyski marknaðurin er avmarkaður, so sum frálíður kann tað verða neyðugt hjá tí almenna at umhugsa at seta SvF aftur á fíggjarlógina av mentanarpolitiskum ávum.
Formaðurin í sjónvarpsnevndini sigur at verður tað eitt politiskt krav, at SvF sendir meiri mentanarligt tilfar, enn tað hevur ráð til við eginfígging, er tað neyðugt at taka spurningin um almenna fígging uppaftur
Johan Petersen, sigur, at SvF fær fitt av pengum burturúr Gekki.
Men tekniska útgerðin hjá sjónvarpinum er so illa farin nú, at fyribils inntøkurnar av Gekki fara ikki at síggjast aftur í fleiri sendingum. Tær fara allar til bráðneyðuga endurnýgging av útgerð.
At blíva við við gomlu útgerðini loysir seg ikki, tí teknikkurin verður betri og betri, og bíligari og bíligari. T.d. kann nevnast, at tað fáast fleiri nýggjar bandmaskinur fyri tað sama, sum tað kann kosta at gera eina av teimum gomlu ístand.
Men ert tú ikki bangin fyri at taka fíggjarliga grundarlagið undan øðrum feløgum, ítróttarfeløgum, bygdarfeløgum, hjálparfeløgum, um Svf skal fíggja tað mesta av sínum virksemi við spæli?
Nei tað eri eg ikki. At spæla er sjálvboðið. Og fólk velja sjálvi um tey vilja spæla Gekk í SvF, ella bingo í einum bygdarfelag.
Hyggjarin skal við
Johan Petersen sigur, at sjónvarpið skal miðja ímóti at hyggjarin skal taka so stóran lut í sjónvarpinum sum gjørligt.
Hyggjarin skal ikki longur bara sita stillur og hyggja. hann skal taka livandi lut í sendingunum.
Gekkur er bara eitt lítið dømi um, hvussu tað kann gerast. Men tað eru sjálvandi eisini nógvir aðrir møguleikar. tekniskam menningin ger, at tað verður einfaldari og bíligari at taka upp til sjónvarp. Tí verður lagt upp til, at hyggjarar í størri mun sleppa at royna seg við upptøkutólinum.
Soleiðis kann SvF gerast eit tað mest demokratiska sjónvarpið í heiminum.
Gongdin í teknikkinum fer eisini at slóðað fyri, at Svf sleppur meiri út á bygdirnar.
Ofta hevur verið funnist at Svf, og mangan ikki av órøttum, at tað kemur ikki útum Havnina.
Alt politiskt og umsitingarligt vald er í Havn. So Tað er ikki ónatúrligt, at nógv verður sent út Havn. Men gongdin í teknikkinum fer at gera tað nógv lættari at koma út á bygdirnar.
Bøta ringu samvitskuna
Barna og ungdómssendingarnar hava verið ringa samvitskan hjá øllum trimum sjónvarpsstjórunum, og ikki minst hjá sjónvarpsnevndunum
Nú hevur sjónvarpið sett sær sum mál at menna henda partin munandi.
Barnasendingarnar skulu spretta úr føroyskum umhvørvið, tær skulu vera á føroyskum, ella tær skulu lagast til føroyskt.
Dentur skal eisini leggjast á gott tilfari til føroyskan ungdóm.
Johan Petersen sigur, at tá ið henda stevnan var orðað, varð tosað við ymsar hyggjar at greiða fra sínum sjónvarpið. Eisini føroyskur skúlaungdómur hevur verið og fortalt, hví føroyskt sjónvarp er óáhugavert.
Tíðir broytast
Johan Petersen leggur dent á, at Øravíkarskjalið er ikki eitt endaligt skjal.
Tað eru ikki eini boð til sjónvarpið. Tað er skrivað í samstarvið við leiðsluna. Men tíðir broytast og teknikkur broytist. Og skjalið verður væl enduirskoða- eftir tørvni. Tí veruleikin er, at SvF kemur helt ongantíð á mál. Táið hesi málini eru rokkin, eru tað onnur mál at stevna eftir, sigur Johan Petersen.