Trýmansleikurin ³Ísblomstrið³ í Sjónleikarhúsinum

Havnar Sjónleikarfelag hevur gjørt seg út til at sýna áskoðarunum ein áhugaverdan og kenslubornan leik, um eini eldri hjún og royndir teirra at fáa konuni lekidóm. Til tað hava hjúnini sent boð eftir einum gandakalli ella healara, sum tikið verður til nú á døgum

Leikurin ³Ísblomstrið³, eftir norska leikritahøvundinum Terja Nordby, verður fyrstu ferð framsýndur leygarkvøldið 22. november kl. 19. Eyð Matras er leikstjóri.

Leikurin er um eini gomul hjún, sum búgva í Finnmørkini. Konan hevur verið sjúk leingi, men nú er hon vorðin so sálarliga veik, at hon hevur lagt seg í seingina.

Sum ein seinasta roynd at fáa konuni lekidóm, sendir maðurin boð eftir einum gandakalli ella healara/náttúrlækna, sum ber orð fyri at kunna lekja fólk fyri alt - frá gikt til bløðrubruna.

Hendingarnar í leikinum fara fram í eitt samdøgur, meðan gandakallurin vitjar í heiminum hjá teimum gomlu.

Gandakallurin sigur hjúnunum nakrar sannleikar, sum ikki allir fella í eins góða jørð hjá teimum báðum. Sum frálíður trevsar hann samlív teirra upp, og mátan hesi bæði hava livað.

Á pallinum eru tríggir leikarar. Tað eru Jytte Joensen, Hilmar Joensen og Karlot H. Jacobsen.

Eyð Matras, leikstjóri, vil ikki siga meir um leikin, sum eftir hvat skilst, fær ein óvanligan enda.

Leikurin er skrivaður út frá gomlum søgum, sum gamal gandakallur Johan Kaaven skrivaði. Hann búði í Finnmørkini og doyði í 1918.

Í Sjónleikarhúsinum hava tey broytt áskoðaraplássini soleiðis, at leikurin fer fram miðskeiðis í rúminum. Av somu orsøk sleppa bert 60 fólk inn. Tí ræður um at umbiða sær atgongumerki í góðari tíð.

Leikurin³Ísblomstrið³ verður bert sýndur einar 10 - 12 ferðir. Umleið 6. desember verður Leikhúsjól á skránni í Sjónleikarhúsinum.

Hetta er fyrsta ferðin hjá Eyð Matras at leikstjórna. Hon er vandur sjónleikari, og hevur spælt fleiri týðandi leiklutir, eitt nú var hon høvuðsleikari í sjónleikinum ?Salka Valka³, eftir Halldór K. Laxsnes, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag framførdi í 1992.

Harnæst hevur Eyð Matras verið limur í Grímu eitt skifti, áðrenn hon fór til Danmarkar, har hon búði í eini trý ár.

Har arbeiddi Eyð Matras innan sjónleik á ymsum økjum, umframt at hon var limur í einum sjónleikarbólki, mannað av leikarum úr ymsum londum.

Í dag býr Eyð Matras í Havn, her hon arbeiðir við sjónleiki. Eisini undirvísir hon í drama á Studentaskúlanum í Hoydølum.

Um framtíðarvónirnar sigur nýggi leikstjórin, at hon er ein teirra, sum ikki hevur fastar ætlanir.

- Tað hevur verið sera spennandi og áhugavert, men strævið at leikstjórna. Tað krevur eisini, at ein er strangur, um nakað skal spyrjast burturúr, sigur Eyð Matras.