StÍF fótaði sær í avgerandi løtunum

Hondbóltur: Uttan at spæla sannførandi vann StÍF á Stjørnuni

1. deild kvinnur:

Stjørnan-StÍF 21-25 (10-12)


Munurin millum Stjørnuna og StÍF var ikki sjónskur, tá liðini spældu í KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin.

Hóast StÍF var og er við í toppinum og Stjørnan liggur í skeiva endanum, gekk javnt á mesta av tíðini, og tað var ikki fyrr enn inn í seinna hálvleik, at StÍF fór veruliga fram um heimaliðið.

Í fyrra hálvleiki gekk báðar, men stundum gjørdust fleiri mál á muni. StÍF fór fram um 6-3, Stjørnan javnaði so til 6-6. So fóru gestirnir aftur fram um, hesaferð 9-6, men eftir stuttari løtu var tað Stjørnan, sum fór fram um, tá tær gjørdu tað til 10-9.

Seinastu minuttirnar fyri hálvleikin fór StÍF fram um aftur, og í hálvleikinum var støðan 12-10 til gestirnar.

Tað mundi neyvan tykjast heilt vónleyst hjá heimaliðnum, tí seinasta vikuskiftið vóru tær aftanfyri við júst somu tølum móti GÍ, men vunnu hóast tað.


Málverjin stóð

seg væl

Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan at koma viðaftur í dystin, men hvørjaferð tær vóru um at fáa StÍF aftur, kláraði liðið av Strondum at gera mál og harvið varðveita munin.

StÍF spældi neyvan upp til sítt besta, álopsspælið var stundum stirvið, og verjuspælið var ikki allatíðina sannførandi. Í málinum høvdu tær Sigrid Andreasen, sum er ættað av Viðareiði, men nú er búsitandi á vestarumegin á Skálafjørðinum, og hon stóð seg avbera væl. Hon møtti væl í avgerandi løtunum, og hóast hon nakrar ferðir møtti bóltin í málið, átti hon týðandi leiklut í, at StÍF helt seg frammanfyri allatíðina.

Í hinum endanum hevði Anna Maria Berthelsen ofta lætt spæl á vinstra vongi. Hon fekk gott pláss, og tá hon so royndi seg móti málinum, var hon neyv og skoraði eisini sjey mál. Signhild Petersen vísti í løtum at hon er frálíkur spælari, og onkur av teimum seks málunum, hon gjørdi, vóru góð.

Hjá Stjørnuni snúði nógva av álopsspælinum seg um Joan Midjord Joensen, sum skoraði 10 av málunum hjá heimaliðnum. Vanligi toppskjúttin, Simona Hansen, brúkti mesta av tíðini á beinkinum hesaferð.

10 minuttir fyri leiklok gjørdi StÍF tað til 20-14, og tað var allur ivi um úrslitið burtur. Stjørnan stríddist tó líka til endan, og tær kláraðu eisini at minka um munin við tveimum málum, so endaliga støðan gjørdist 25-21.

Við sigrinum togaði StÍF seg heilt fram í oddin. Tær liggja við sama stigatalið sum Neistin, men hava spælt ein dyst fleiri. Í annaðkvøld spælir Neistin móti Kyndil, og skuldi tað hent, at Kyndil vinnur dystin, liggja trý lið á jøvnum í oddinum og trý lið á jøvnum í botninum...