sær alt annað enn hugalig út, so hava teir í B68 ikki givið skarvin yvir. Í morgin skulu teir spæla á Vágseiði, og B68 tekur uppgávuna í stórum álvara. Longu í kvøld fara spælararnir suður. Teir skulu vera [...] leingi, men nú er hann tøkur aftur. Herbert í Lon Jacobsen, sum í Intertoto Cup dysti fyrr í summar breyt beinið, hevur vant við í hesi vikuni. Men hann verður ikki tøkur fyrrenn annað vikuskifti. Á Toftum [...] leikluturin hjá brasiliumonnunum ikki serliga stórur á B68 liðnum. Spurningurin verður so, hvussu hann fer at verða í morgin. Higartil í ár hevur tað ikki eydnast hjá B68 í fjúrtan royndum at fáa fult nakra
alternativið, um tey ikki náa at fáa tann nýggja bygningin lidnan til tíðina, eru smærri høli. Men tað gongur als ikki sambært henni, tí verandi høli í Runavík, eru í minna lagi, sum er. Selja í Klaksvík Samstundis [...] liðug. Byggingin er ikki farin í gongd enn, men Poula hevur kortini góðar vónir um, at tað fer at eydnast teimum at náa tað. ? Vit arbeiða við hesum í fullari ferð. Alt er ikki endaliga komið upp á pláss [...] byggingin helst skuldi farið í gongd, sum skjótast, sigur hon. Nýggju hølini hjá Kiosk Vár í Runavík koma at liggja við høvuðsvegin, so umstøðurnar verða tær somu, sum tær eru í dag. Poula greiðir frá, at
av, at viðurskiftini eru slík í Føroyum. Hvar enda vit? Sjálvandi frøddust vit, at støðan við blokkinum ? nú teir ikki fóru at skera meira av blokkinum, enn gjørt varð í seinastu samgongu. Nú vóna vit [...] blokkin, veit eg ikki. Ongastaðni síggja vit, at danir vísa á, at Føroya fólk hevur talað og vrakað Høgna Hoydal! Vit vilja ikki missa blokkin. At Hermann er illur, tí røktarpláss ikki eru til okkara gomlu [...] skyldfólk fram í bløðini. Fyri stuttum hendi tað aftur, at tvey fólk sóu seg noyddan at finnast at, hvussu illa mammur teirra vóru fyri, tí einki ansingarstað fanst til teirra. Onnur mamman er nú farin í Harrans
standa ímóti, og ikki geva samkyndum í paralagi loyvi at arva hvørt annað, og ikki geva loyvi til samkynd paraløg yvirhøvur, ja so hava vit hórað undan, so ongin tilburður av samkynni finst í ársfrágreiðingini [...] forða samkyndum í at búgva her. Eg gekk í flokki saman við eini gentu, sum plagdi at siga "tí tað er bara FOR", tá hon ikki hevði nakað argument. Er hetta eisini grundarlagið undir lóggávuni í Føroyum? Eru [...] mest undir okkara politisku angist fyri samkyndum kærleika, eru tey, sum enn ikki eru farin av landinum. Ung fólk, sum ikki hava dirvi at koma úr skápinum at standa undir øðisrystandi peikifingrunum og
endurgjaldskrav. Soleiðis kann eitt mál tøvast upp í ein ellibita, har avvarandi myndugleiki hvørki veit sær út ella inn. Ikki byggimál Málið um bláa húsið í Smærugøtu hevur als einki við nakað byggimál at [...] grannin er nóg klókur, nóg ríkur, um hvørja samkomu hann gongur í, húðalit?? Fyrilit skal jú takast fyri at húsavirði í grannalagnum ikki minkar! Tá hugsað verður um hugburðin hjá grannunum, haldi eg størri [...] øðrum húsum í grannalagnum. Tað, sum býráðið nú skal gera er at siga við eigaran av bláa húsinum, at tey skulu vera sera vælkomin at búgva í Smærugøtu, og samstundis gera grannunum greitt, at í Havn er pláss
síðu stóð »Beri?s dudes are truly a laughing stock». Tað vóru tó ikki øll, sum dugdu at síggja tað stuttliga í hesum. Í øllum førum ikki hjá Sunday Herald, sum eftir dystin søgdu »Utter Humiliation, Who [...] Berti, vit kunnu ikki halda fram soleiðis«, og sum tað stendur aðrastaðni á hesum síðum, so gevur Barry Ferguson eisini blaðnum rætt í hesum. Scotland on Sunday vóru kanska enn meira lemjandi í sínum dómi, [...] Vogts, men sum onkur klummuskrivari tók til, so er ein venjarasessking ofta í kjalarvørrinum í slíkum úttalilsum. Hvussu er og ikki, so er tað framvegis langt ífrá víst, at Vogts verður sekkjaður. Fleiri
frættist, at um ein triðingur av børnunum í skúlanum eru sjúk. Tað ganga gott 100 næmingar í skúlanum og tíggju lærarar, har seks av teimum eru sjúkir. Sostatt var ikki annað at gera mánamorgunin enn at senda [...] abbadøtur hjá mær liggja báðar við yvir 40 í fepuri. Og sum eg havi skilt, so liggja øll har um í fepuri, greiðir hann frá. Hann sigur, at fólk gremja seg um pínu í búkinum og høvdinum. Læknin hevur sagt, [...] longri enn tað. Kaj Berg veit tó ikki, hvussu longi skúlin í Hvalba verður stongdur. ? Skúlin var so stongdur mána- og týsdagin, men hvussu nógvar dagar afturat, tað veit eg ikki. Hetta er sera løgið, sigur
skiljast sum ein umbering fyri ikki at ganga so høgt upp í lívsførsluna. At bókin í støðum kann tykjast í so kirkjutrúgv, og er ikki sørt litað av hugsjónum høvundans, tekur ikki dýpdina og dygdina frá henni [...] á egnum máli, er bert at fegnast um, og eg vil mæla øllum til at lesa hana, havandi í huga orð Paulusar í 6. kapitli í Rómverjabrævinum. [...] men samstundis meira enn tað. Hon sigur eina søgu, men ikki uttan at seta spurnartekin við trúarlív og -læru hjá bæði leikum og lærdum, og hon er í tráð við vísdómsorðini sum Prædikarin ber fram, at einki
Hóast munurin í tølum kanska ikki var so sjónligur, so hekk spælið hjá sørvingum betri saman, og tað tóktist heldur ikki, sum um havnarmenninir høvdu nakað mótvápn, tá teir í løtum vórðu trýstir í botn. Við [...] dystur varð leiktur í bestu mansdeildini sunnudagin, tá Fram vitjaði í Sørvági. Eftir tapið hjá Mjølni leygardagin var greitt, at vinnarin her hevði ein møguleika at leggja seg út í oddastríðið, og tí lá [...] teirra leiklutur langt ífrá liðugur. Ikki minst, tá hugsað verður um, at teir eisini hava møguleikan at verja steypaheitið, sum teir vunnu sær í fjør. Hetta er annars ikki sørt umvent av gongdini frá seinasta
at ivast í, at hetta er loysn, sum hóvar honum betri, enn útlitini fyri at sita á beinkinum í FCK í hálvt ár. Bæði tí hetta vildi verið ein heldur óhugalig støða, og ikki minst vildi hetta ikki verið nakar [...] Lille er í løtuni á 14. plássinum í bestu fronsku deildini. Seinnu árini hevur felagið við eyðkendum kontrafótbólti staðið seg óvæntað væl í fronsku deildini, men í ár hava trupulleikar verið. Ikki minst [...] og við tí í huga, er lítið at ivast í, at teir fegnir vilja hava ein kvikan álopsmann til felagið sum skjótast. Hóskvøldið royndu vit at fáa orðið á Toda Jónsson, men hetta eydnaðist okkum ikki.