Bláa húsið í Smærugøtu

- Byggimálið er tann bera undanførsla

Við Smærugøtu í Havn stendur eitt ávíst sethús millum mong onnur. Einasti munurin millum hetta eina sethúsið og hini er, at her búgva nøkur fólk, sum eru menningartarnaði. Hetta hevur fingið nakrar grannar at kæra sína neyð til býráðið, tí tey ynskja ikki menningartarnaði sum grannar. Ført verður m.a. fram, at við tílíkum grannum er vandi fyri, at søluvirði á húsunum í grannalagnum minkar.
Herfyri fór eigarin av umtalaðu húsunum undir at gera onkra broyting av innrættingini. Hetta førdi við sær, at nakrir av grannunum klagaðu um, at einki byggiloyvi var til hetta innandura arbeði. Hóast hetta ikki hevur verið vanligt praksis, verður so fyri frið skyld søkt um byggiloyvi, men tað sýnist heldur ikki at vera nóg mikið.
Sambært Dimmalætting kennir býráðsformaðurin seg um lús millum tvær negl. Sýtir býráðið bláa húsinum byggiloyvi, er ikki óhugsandi, at tey vinna eitt rættarmál, og so fær kommunan endurgjaldskrav. Gevur býráðið hinvegin byggiloyvi kann væntast, at grannarnir fara í rættin og vandi er fyri, at kommunan fær eitt endurgjaldskrav.
Soleiðis kann eitt mál tøvast upp í ein ellibita, har avvarandi myndugleiki hvørki veit sær út ella inn.

Ikki byggimál
Málið um bláa húsið í Smærugøtu hevur als einki við nakað byggimál at gera. Tað er tann bera undanførsla. Málið snýr seg rætt og slætt um, at ávísir grannar ikki vilja hava at menningartarnaði búgva í grannalagnum.
Eru vit nú komin so langt - ella stutt - at eitt grannalag skal spyrjast um ein nýggjur granni er nóg góður? Um nýggi grannin er nóg klókur, nóg ríkur, um hvørja samkomu hann gongur í, húðalit?? Fyrilit skal jú takast fyri at húsavirði í grannalagnum ikki minkar! Tá hugsað verður um hugburðin hjá grannunum, haldi eg størri vanda vera fyri at virði á bláu húsunum minkar, heldur enn virði á øðrum húsum í grannalagnum.
Tað, sum býráðið nú skal gera er at siga við eigaran av bláa húsinum, at tey skulu vera sera vælkomin at búgva í Smærugøtu, og samstundis gera grannunum greitt, at í Havn er pláss fyri øllum.