Høgni Hoydal fær øsing í, og tá danir reagera, fær Hermann Oskarsson skyldina

    

Hanna Lisberg
Tórshavn, 6. juni 2004
????????????????????
Tað er nógv fyri, at fólk skulu noyðast at draga síni gomlu veiku foreldur ? abbar ? ommur og onnur skyldfólk fram í bløðini.
Fyri stuttum hendi tað aftur, at tvey fólk sóu seg noyddan at finnast at, hvussu illa mammur teirra vóru fyri, tí einki ansingarstað fanst til teirra.
Onnur mamman er nú farin í Harrans hendur. Eg havi samkenslu við teimum, samstundis sum eg skammist av, at viðurskiftini eru slík í Føroyum. Hvar enda vit?
Sjálvandi frøddust vit, at støðan við blokkinum ? nú teir ikki fóru at skera meira av blokkinum, enn gjørt varð í seinastu samgongu. Nú vóna vit og ynskja, at brúkt verður av blokkinum. Pláss má gerast fyri teimum, sum ikki klára seg. Eins og tey bæði, sum vístu á tørvin, eru vit fleiri, sum hava skyldfólk og næstringar, sum púra óhjálpin liggja og bíða. Vit vóru mong, sum øtaðust, tá danskir politikarar tóku so dýran til! Hvat var hent! Jú, loysingarhetjan, sum tapti valið, fór til Danmarkar at fáa danir at hjálpa sær. Tá so hesir gera vart við seg, ger Høgni Hoydal tað, sum hann er vanur: »Hví leika danir so í?« og sær ógvuliga ósekur út! Tað hevði verið meira mansligt at viðgingið, at tað var hann, sum løddi og festi í. Men hvør hevur fingið skyldina? Hermann Oskarsson! Hvat hann hevur sagt um blokkin, veit eg ikki. Ongastaðni síggja vit, at danir vísa á, at Føroya fólk hevur talað og vrakað Høgna Hoydal! Vit vilja ikki missa blokkin.
At Hermann er illur, tí røktarpláss ikki eru til okkara gomlu og veiku, eru vit nógv, ið taka undir við. Men eg vóni ikki, at hann heldur, at blokkurin er skaðiligur. Hann er m.a. ætlaður til almannamál.
Vónandi skilja danir, at tað er ikki andstøðan, sum skal til Danmarkar at fáa »hjálp« og øsing. Eg vóni, at samgongan skilir, hví vit vildu sleppa av við slík klandursvætti!
Vit krevja skjóta hjálp til tey hjálparleysu í Føroyum.