Føroyar hava eitt serstakt ting til felags við Kina. Her eru nevniliga ongi samkynd at finna. Vit gera eins og kinesiska stjórnin, vit lata bara vera at geva loyvi til, at borgarar eru samkyndir. Av tí at vit klára at standa ímóti, og ikki geva samkyndum í paralagi loyvi at arva hvørt annað, og ikki geva loyvi til samkynd paraløg yvirhøvur, ja so hava vit hórað undan, so ongin tilburður av samkynni finst í ársfrágreiðingini hjá landslæknanum. Gott, at vit hava sovorðnar stinnar politikarar, sum megna at forða fyri at Sóttin kemur inn um 12 fjórðingar....
Eg vildi bara fegin hoyrt skilagóðar grundgevingar fyri, hví tað er so umráðandi at forða samkyndum í at búgva her.
Eg gekk í flokki saman við eini gentu, sum plagdi at siga "tí tað er bara FOR", tá hon ikki hevði nakað argument. Er hetta eisini grundarlagið undir lóggávuni í Føroyum? Eru fólk, sum ikki kunnu fáa grundleggjandi rættindi, tí tey eru bara FOR?
Tað sýnist sum har er onki annað. Ájú, at tað er Gudi ein andstyggiligheit, sum ein kona einaferð ringdi til ein fimmara at siga. Hon sat við Bíbliuni framman fyri sær.
Tað hevði verið stuttligt, um hon var sloppin at lesa restina av kapitlinum. So høvdu lurtararnir hoyrt, at tað er somuleiðis Gudi ein andstyggiligheit at maður hevur tvær ymsar avgrøðir á somu mark. Og at kona gongur í klæðum úr tvinnum sløgum av tilfari, er eisini Gudi ein andstyggiligheit. Men tað hevði kanska gjørt argumentið eitt sindur láturligt.
Tað er álvarsamt, at vit soleiðis halda føroyingum burtur úr heimlandinum. Fólk, sum eiga ætt og vinir her. Fólk við góðum útbúgvingum, sum vit hava brúk fyri. Men tey, sum líða mest undir okkara politisku angist fyri samkyndum kærleika, eru tey, sum enn ikki eru farin av landinum. Ung fólk, sum ikki hava dirvi at koma úr skápinum at standa undir øðisrystandi peikifingrunum og vera sjúkueyðkenni fyri Sóttina. Men um vit bara lata vera at tosa um tey, so man sjúkan fara at doyggja út. Er tað ikki soleiðis tað er?










