Kiosk Vár í Runavík heldur, sum er, til í hølum hjá Tryggingini. Men Tryggingin hevur boðað frá, at tey skulu brúka hølini tann 1.januar. So til ta tíð skulu nýggju hølini hjá Kiosk Vár helst verða liðug. Byggingin er ikki farin í gongd enn, men Poula hevur kortini góðar vónir um, at tað fer at eydnast teimum at náa tað.
? Vit arbeiða við hesum í fullari ferð. Alt er ikki endaliga komið upp á pláss, men tað er eyðsæð, at byggingin helst skuldi farið í gongd, sum skjótast, sigur hon.
Nýggju hølini hjá Kiosk Vár í Runavík koma at liggja við høvuðsvegin, so umstøðurnar verða tær somu, sum tær eru í dag.
Poula greiðir frá, at alternativið, um tey ikki náa at fáa tann nýggja bygningin lidnan til tíðina, eru smærri høli. Men tað gongur als ikki sambært henni, tí verandi høli í Runavík, eru í minna lagi, sum er.
Selja í Klaksvík
Samstundis sum alt hetta fer fram, stendur handilin í Klaksvík til sølu.
Poula sigur, at við nýbygging kann tað fara at verða sera hart at reka tríggjar handlar samstundis, og tískil hava tey gjørt av at royna at selja handilin í Klaksvík.
? Men vit selja bara, um vit fáa eitt gott tilboð, tí handilin í Klaksvík er sera spennandi, sigur hon.
Kiosk Vár í Klaksvík hevur nú trý ár á baki, og hevur handilin havt framgongd øll árini. Poula leggur tískil dent á, at niðurgongd ikki er ein orsøk til, at handilin nú er til sølu.
Hon sigur eisini, at tey hava fingið fleiri áhugaverd boð, og at áhugin letur til at vera stórur.
? Men vit hava ikki tikið nakra endaliga støðu enn. Tað er jú við blandaðum kenslum, at ein setur ein handil, sum gongur væl, til sølu, sigur hon.
Poula leggur at enda afturat, at tey ikki hava nakrar ætlanir um at seta skógvahandilin í Klaksvík, Pattino, til sølu, sum nú er.
? Vit halda bara, at tað kann verða tungt, tá vit byggja nýtt at hava tveir aðrar handlar at reka, sigur hon.










