Hellan - Eitt slag av eini andaligari trilogi í einari bók!

Tíðindaskriv

Hellan er ein skaldsøga, men samstundis meira enn tað. Hon sigur eina søgu, men ikki uttan at seta spurnartekin við trúarlív og -læru hjá bæði leikum og lærdum, og hon er í tráð við vísdómsorðini sum Prædikarin ber fram, at einki er nýtt undir sólini.
Upprunaliga er skaldsøgan svensk, skrivað av svenska biskupinum Bo Giertz (1905-1998), um svensk kirkjulið í trimum tíðarskeiðum, við góðum hálvthundrað ára millumbili.
Søgan er um prestarnar í sóknini, og viðurskiftini teirra millum, og við fólkið á staðnum. Vit fáa nógvar góðar og rámandi persónslýsingar, sum ikki eru okkum ókendar, og vit fáa fatan av, at gjøgnum allar tíðir eru nakrir spurningar, sum vit øll, meira og minni, stríðast við, tó uttan altíð at koma til sama svar.
Vit lesa eisini um, hvussu prestar og onnur, bæði í andaligari armóð og í yvirandaligheit, møta Guðs náði, og fáa møguleikan at byrja av nýggjum.
Hellan kann onkuntíð órógva og arga okkara moralsku áskoðan, m.a. tí at onkur prestur kann drekka sær eitt glas, men helst er tað tilvitað, tí stórur dentur verður lagdur á treytaleysu náði Guðs, sum hvørki er uppiborin ella treytað av okkara gerningum, men júst er náði. Hetta kann óiva av onkrum skiljast sum ein umbering fyri ikki at ganga so høgt upp í lívsførsluna.
At bókin í støðum kann tykjast í so kirkjutrúgv, og er ikki sørt litað av hugsjónum høvundans, tekur ikki dýpdina og dygdina frá henni. Hellan kann lesast bert sum ein skaldsøga, men hon hevur eitt hægri mál, enn bert at stytta um stundir. Hon kann lesast av øllum, og øll hava brúk fyri, og kunnu fáa gott av, at venda teimum spurningum, bókin tekur upp.
Bókin er álvarsom, men avgjørt ikki keðilig at lesa, tí hon er als ikki uttan humor.
Samanumtikið ein sera góð bók, viðkomandi og hugvekjandi.
Og at vit hava fingið hana á egnum máli, er bert at fegnast um, og eg vil mæla øllum til at lesa hana, havandi í huga orð Paulusar í 6. kapitli í Rómverjabrævinum.