Upptakt
Hóast støðan sær alt annað enn hugalig út, so hava teir í B68 ikki givið skarvin yvir. Í morgin skulu teir spæla á Vágseiði, og B68 tekur uppgávuna í stórum álvara. Longu í kvøld fara spælararnir suður. Teir skulu vera so væl fyri, sum tað ber til, tá ið teir skulu stríðast fyri lívinum í bestu deildini.
Um ÍF vinnur á heimavølli ella um B68 ikki fær fult í Vági, so er B68 flutt niður, og tað ætla Trygvi Mortensen og hansara menn sær ikki bara skal staðfestast, uttan at teir hava stríðst fyri sínum møguleika.
Hjá B68 er miðvallar generalurin og liðformaðurin, Øssur Hansen, leikbannaður, tí hann hevur fingið trý gul kort. Alex Troleis hevur verið skaddur rættuliga leingi, men nú er hann tøkur aftur. Herbert í Lon Jacobsen, sum í Intertoto Cup dysti fyrr í summar breyt beinið, hevur vant við í hesi vikuni. Men hann verður ikki tøkur fyrrenn annað vikuskifti.
Á Toftum siga teir, at lagið hevur verið gott undir venjingunum. Síðst var leikluturin hjá brasiliumonnunum ikki serliga stórur á B68 liðnum. Spurningurin verður so, hvussu hann fer at verða í morgin.
Higartil í ár hevur tað ikki eydnast hjá B68 í fjúrtan royndum at fáa fult nakra ferðina.
Lyklaspælarin burtur
Hjá VB eru flestu spælararnir, sum hava verið við seinastu vikurnar, tøkir. Palli Augustinussen, sum í fleiri ár hevur verið miðvallari í høgra borði, og sum í 2000 var ein av høvuðsspælarunum á liðnum, sum vann meistaraskapin, verður ikki við restina av hesum árinum.
Gurið Mortensen er sloppin inn at læra til fysioterapeut í Næstved, og Palli er farin niður saman við henni.
Í sjey heimadystum higartil í ár hevur VB vunnið tríggjar, meðan teir hava tapt tveir og spælt tveir javnar. Vágbingar fara at gera alt fyri at hava so góðan sluttspurt upp á kappingarárið, sum tað á nakran hátt ber til.









