Siamesiskir tvíburðar Tað tók læknunum á barnasjúkrahúsinum á University of California 22 tímar at skilja tær báðar genturnar úr Guatemala sundur. Men fimm tímar aftan á skurðviðgerðina mátti onnur ge
Javnaðarflokkurin er vanliga ikki serliga heitur fyri privatiseringum. Men undir viðgerðini av løgmansrøðuni skjeyt Jóannes Eidesgaard upp, at allir føroyingar skulu fáa lut í partapeninginum í Føroya
? Hasum trupulleikanum havi eg ongantíð møtt fyrr ? hatta kenni eg als einki til! Tað er greiða niðurstøðan hjá løgmanni, tá vit spyrja hann, um tað passar, at fólk ella bólkar hava lagt trýst á hann
? Eg veit ikki, hvussu ofta vápnið hevur verið brúkt, men eg veit, at tað er brúkt! Hetta sigur Sjúrður Skaale, fyrrverandi kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni. Í einum lesarabrævi í Dimmalætting b
Listastevnan hevur mong tónleikatiltøk av alskins slag at bjóða. Tað, ið eftir er av vikuni, eru fleiri áhugaverd tiltøk. Í kvøld hevur Jóannes Andreasen konsert í Fuglafirði. Fríggjadagin er guitarko
Fyri triðju ferð verður skipað fyri dansinátt í Øravík. Dansináttin verður tann 17/8 og tað eru dansifeløgini í Suðuroynni, ið skipa fyri, saman við Gistingarhúsinum við Á. Dansináttin hesaferð er par
Eitt ævintýr segði eina ferð, at ?det er ganske vist...?, men tá var tó einki endaliga avgjørt. Eitt føroyskt filmsævintýr er tó um síggja dagsins ljós, um enn allar súðir ikki eru syftar enn. Í blaðn
Sum liður í førleikamenning til føroyska oljuvinnu, hevur oljufelagið Agip eisini gjørt eitt telduspæl, ætlað til næmingar á miðnámsskúlum. Spælið, sum ber heitið Xplore, er tengt at alnótini, og gong
Tilsamans eru tólv starvsfólk frá trimum føroyskum fyritøkum í hesum døgum á málskeiði í enskum í skotska býnum Aberdeen, sum oljufelagið Agip skipar fyri. Fyritøkurnar, talan er um, eru KJ Hydraulik,
Fólkatrot Leirvík: Á fiskavirkinum Tavuni í Leirvík er meira arbeiði, enn fólk er til. Tað merkir nógva yvirtíð til teirra, sum vilja tað. Men hóast søkt hevur verið eftir arbeiðsfólki, hevur tað ikki