Fortíðin nýtt at hótta løgmann við

? Eg veit, at fólk hava lagt trýst á Anfinn Kallsberg, løgmann, og hótt hann við at »siga hitt« fyri at fáa síni mál ígjøgnum, sigur Sjúrður Skaale, sum til fyri hálvum øðrum ári síðani var kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni

? Eg veit ikki, hvussu ofta vápnið hevur verið brúkt, men eg veit, at tað er brúkt!
Hetta sigur Sjúrður Skaale, fyrrverandi kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni.
Í einum lesarabrævi í Dimmalætting beint fyri ólavsøku sigur hann, at nógv hava vitað um óreglusemið hjá løgmanni, tá hann hevur flutt pengar óregluliga millum partafeløg ? málið, sum Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, rættuliga blásti lív íaftur fyrr í summar.
Sjúður Skaale sigur, at hetta hevur verið ein plága fyri løgmann, tí hetta hevur givið fólki eitt skitið vápn at brúka móti honum.
Vit hava biðið Sjúrð Skaale útgreinað hetta eitt sindur meira, men hann sigur við Sosialin, at hann í løtuni ikki fær sagt meira enn tað, sum stendur í lesarabrævinum, og tað endurtekur hann fyri okkum.
Sjúrður Skaale hevur arbeitt undir løgmanni, men í dag arbeiðir hann fyri Tjórbjørn Jacobsen, fólkatingsmann. Hann varð settur í starv á Løgmansskrivstovuni í apríl í 1999, og fór hann úr starvinum í januar 2001, tá hann fór í starv sum blaðmaður á Fregnum, sum í stóran mun hevur hýst sjónarmiðum hjá Tjóðveldisflokkinum og Tórbjørn Jacobsen. Men uppgáva hansara á Løgmansskrivstovuni var arbeiði í sambandi við Hvítubók, og hevði starvið heitið »kunningarráðgevi«.
Sjúrður Skaale leggur dent á, at vitan hansara um pressiónina móti løgmanni ikki stavar frá tíð hansara á Løgmansskrivstovuni. Hetta er nakað, hann hevur fingið at vita seinni. Hann vil ikki siga, í júst hvørjum máli, henda pressión hevur verið brúkt, men at tað hevur verið í einari politiskari orrustu, sum hevur verið eftir januar 2001.
Sjúrður Skaale sigur, at hetta hevur skert møguleikarnar hjá Anfinn Kallsberg at leiða smgonguna, og at tað helst eisini man hava verið orsøkin til tað óskiljandi vinglaríið hjá løgmanni, sum vit mangan hava upplivað.