Upp á gólv í Øravík

Fyri triðju ferð verður skipað fyri dansinátt í Gistingarhúsinum við Á í Øravík og ætlandi er hetta tiltak komið fyri at verða. Tað eru dansifeløg og gistingarhúsið, ið skipað fyri

Fyri triðju ferð verður skipað fyri dansinátt í Øravík. Dansináttin verður tann 17/8 og tað eru dansifeløgini í Suðuroynni, ið skipa fyri, saman við Gistingarhúsinum við Á.
Dansináttin hesaferð er partur av Listastevnuni. Tiltakið hevur verið fyrr og er ætlað sum árligt og afturvendandi tiltak. Tiltakið hevur ligið fast annað vikuskifti í august, men orsakað av bátastevnuni á Tvøroyri, er tiltakið í ár flutt til tann 17. august.
Tiltakið í ár er skipað á sama hátt, sum undanfarin ár. Byrjað verður klokkan 20 við borðhaldi við heitum rættum og felagssangi. Tá dansifólk koma saman er altíð onkur, ið fegin sigur frá onkrari dansiferð og vanliga er eisini onkur skemtisøga at hoyra. Umleið klokkan 23 verður farið upp á gólv.
Fyrireikararnir vóna, at løtan verður eins hugnalig, sum í fjør, tá eini 150 fólk luttóku. Nærri verður lýst um dansináttina í bløðunum, siga fyrireikararnir. Dansifeløgini, ið skipa fyri, eru Suðuroyar Norðara Dansifelag, Tvøroyrar Dansifelag, Jómsvíkingar og Sumbiar Dansifelag.