Forvitnislig tónleikatiltøk hesa vikuna

Fleiri forvitnislig tónleikatiltøk eru á Listastevnuni, tað ið eftir er av vikuni

Listastevnan hevur mong tónleikatiltøk av alskins slag at bjóða. Tað, ið eftir er av vikuni, eru fleiri áhugaverd tiltøk.
Í kvøld hevur Jóannes Andreasen konsert í Fuglafirði. Fríggjadagin er guitarkonsert við føroyskum guitarleikarum í Runavík.

Egmonti
Egberto Gismonti er stórt navn. Hann fer á pall í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Manningin er komin til Føroya í dag og longu í kvøld byrja teir at venja. Edvard Nyholm Debess er partur av manningini, sum fer á pall saman við úrmælinginum úr Brasilia.
Sunnudagin er kingosangur á skránni. Petra Iversen og Eivør Pálsdóttir framføra í Kaldbk. Og mándagin fara Enekk á pallin í Norðurlandahúsinum. Nógv hevur ikki verið at hoyrt til manningina í Enekk í longri tíð, so gleðiligt er, at Enekk aftur er saman sum bólkur og framførur sín sermerkta, og føroyskt grundfesta tónleik á palli
Komandi vika hevur eisini fleiri áhugaverd tónleikatiltøk at bjóða, og nevnast kann heimskendi bólkurin The Real Group.