Løgmaður: Hatta er nýtt fyri mær

Anfinn Kallsberg kennir einki til, at nakar skal hava lagt trýst á hann við at hótta við fortíðini. Høgni Hoydal heldur, at partarnir eiga at greiða málið alment

? Hasum trupulleikanum havi eg ongantíð møtt fyrr ? hatta kenni eg als einki til!
Tað er greiða niðurstøðan hjá løgmanni, tá vit spyrja hann, um tað passar, at fólk ella bólkar hava lagt trýst á hann um at taka ávísar avgerðir við at hótta hann við fortíðini, so sum fyrrverandi kunningarráðgevin hjá løgmanni, Sjúrður Skaale. førir fram.
? Eg kenni ikki eitt einasta dømi, sigur Anfinn Kallsberg, sum undrast á, at Sjúrður Skaale skal halda kenna meira til slík viðurskifti, enn hann sjálvur.
Høgni Hoydal, varaløgmaður og formaður Tjóðveldisfloksins, kennir heldur eingi slík dømi.
? Eg kann bara endurtaka tað, sum eg havi sagt fyrr, at slík mál eiga at verða greidd millum teir persónar, sum eru partar í málinum. Men tá slík mál eru komin fram í fjølmiðlunum, so er bes,t at menn taka tey upp alment og greiða tey alment.
Høgni Hoydal heldur, at tað má standa fyri egnu rokning hjá Sjúrða Skaale, at hann kemur fram við slíkum. Tað kann ikki teingjast saman við luti hansara sum skrivari hjá Tjóðveldisflokkinum.
? Tað lættasta er at spyrja persónarnar sjálvar, um fortíðin kanska er brúkt at leggja trýst á teir aftan fyri gardinurnar, sigur formaður Tjóðveldisfloksins.