Telduspælið hjá Agip roynt

Í apríl mánaði tók oljufelagið Agip stig til at gera eitt telduspæl um oljuleiting. Nú verður síðsta hond løgd á verkið, og ætlanin er, at spælið verður tikið í nýtslu í november mánaði

Sum liður í førleikamenning til føroyska oljuvinnu, hevur oljufelagið Agip eisini gjørt eitt telduspæl, ætlað til næmingar á miðnámsskúlum. Spælið, sum ber heitið Xplore, er tengt at alnótini, og gongur tað út uppá at leita eftir og finna olju. Spælið er gjørt á slíkan hátt, at tað avspeglar veruleikan so nógv sum gjørligt, og har mannagongdin í oljuboring, sáttmálum, seismiskum kanningum o.s.fr. líkist sera nógv veruleikanum
Ólavur Gregersen, vinnuráðgevi hjá Agip, sigur, at endamálið er at geva miðnámsnæmingum innlit í føroyska oljuvinnu, og hann sigur, at spælið gevur eina góða mynd av, hvussu oljuleiting og oljuvinna í veruleikanum fer fram.

Spælið roynt
Í juni mánaði varð Xplore telduspælið roynt fyri fyrstu ferð av miðnámslærarum og fólki frá oljumálastýrinum, og sambært Ólavi Gregersen royndist spælið væl, hóast tað ikki er til reiðar at taka í nýtslu enn.
- Vit fara at royna spælið aftur í september, og nakrar rættingar skulu gerast afturat, áðrenn spælið verður liðugt, sigur Ólavur. Spælið hjá Agip er gjørt í samstarvi við føroysku fyritøkurnar Sansir og Tøkni. Ólavur Ellefsen, sum starvast á Tøkni, hevur programmerað telduspælið, og um kostnaðin av spælinum sigur vinnuráðgevin í Agip, at tað táttar upp ímóti einari millión.

Kapping millum miðnámsskúlar
Tá spælið er liðugt, skipar Agip fyri eini kapping millum miðnámsskúlar, og skal henda kapping vara umleið 2-3 vikur.
Um tíðarætlanin heldur, verður fyrsta telduspælið um føroyska oljuvinnu til reiðar at spæla í november mánaði, og verður hetta vónandi við til at upplýsa føroyskan ungdóm um, hvat veruliga gongur fyri seg á skrivstovum hjá oljufeløgum og úti á víðum havi, tá borað verður eftir svarta gullinum í undirgrundini.