Javnaðarflokkurin er vanliga ikki serliga heitur fyri privatiseringum. Men undir viðgerðini av løgmansrøðuni skjeyt Jóannes Eidesgaard upp, at allir føroyingar skulu fáa lut í partapeninginum í Føroya Banka, nú alt bendir á, at hann verður privatiseraður.
Jóannes Eidesgaard skjeyt upp, at allir føroyingar fáa tillutaðar 1000 krónur í partapeningi í Føroya Banka.
? Hetta svarar til á leið 50 mió. kr. Allir føroyingar merkir allir føroyingar uttan mun til aldur, men teir skulu hava fastan bústað her. Annað árið verða so næstu 1000 kr.til hvønn føroying tillutaðar. Hetta verður gjørt í fimm ár, soleiðis at hvør føroyingar tá eigur partabrøv áljóðandi 5.000 kr., og samlað svarar tað til 250 mió. kr. av partapeninginum í Føroya Banka ella á leið 25%.
Um tvey ár verður farið undir at selja 45% av partapeninginum í Føroya Banka í fríari sølu, og her er so virðisbrævamarknaðurin eitt upplagt høvi at brúka, heldur formaður Javnaðarfloksins.
? Seld verða bert 5% pr. ár í 9 fylgjandi ár. Her eigur so ein avmarking at verða løgd, soleiðis at eingin einstakur íleggjari fær ávirkan fyri meira enn 5%, heldur hann.
Seinastu 30% av partapeninginum verða framhaldandi ogn landsins.
? Hetta ger so, at um øll tann fría sølan skuldi farið á útlendskar hendur, so verða 55% føroyskar.
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað at geva øllum føroyingum henda møguleika vil verða eitt rímiligt endurgjald fyri sjálva bankabjargina, har vanlig skattgjaldarin sat eftir við rokningini. Hetta hevði somuleiðis verið ein lætti til nógvar familjur, sum mistu undir kreppuni ella sótu trongt í tí. Hann hevur eisini eitt hugsað dømi:
? Ein familja við trimum børnum hevði fingið tillutað 5 x 5.000 kr. ella 25.000 kr. Eftir eina tíð hevði so sama familja kunna selt hesi partabrøvini við vónandi stórum viningi ella móttikið vinningsbýti hvørt ár. Hetta hevði so eisini givið bankanum møguleika til eina veruliga fólksliga forankring. Men fyrst og fremst ein viðurkenning av teimum tøkum, føroyingar tóku undir kreppuni. Javnaðarflokkurin metir uppskotið rímiligt og eitt veruligt sosialpolitiskt frambrot."
Undir viðgerðini á tingi kom fram, at bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu taka undir við uppskotinum.endurgjald fyri bankabjargingina