millum okkara tjóðir til hendan dag. Íslendingar hava mangan sýnt seg sum sannir vinir. Hetta er komið til sjóndar á ymsan hátt, eitt nú við at føroyingar sum teir einastu fingu sersømdir, tá Ísland flutti [...] og vit hava á egnum kroppi merkt, hvussu tað kennist at standa einsamøll við trupulleikunum. Vit fingu í nítiárunum beiskar royndir, sum seint verða gloymdar. Tað er tí bæði rætt og gott, at Føroyar nú [...] ætlanini at veita Íslandi gjaldførislán. Á fundinum boðaðu føroysku umboðini frá, at Føroyar eru sinnaðar til at veita Íslandi eitt gjaldførislán 300 milliónir. Upphæddin verður tikin av innistandandi í Landsbankanum
hetta hava merkt ein stóran áhuga fyri teirra tónleiki. Eisini hevði hetta við sær, at teir fingu høvið til at geva eina nýggja fløgu út, sum heldur ikki hevur verið lítið spæld. Gleða seg nógv Tað eydnaðist [...] afturi í sjeytiárunum. Tað var sum øllum kunnugt í 2000, at Olsen og Olsen aftur funnu vegin fram til ovastu røkurnar á tjónatindum kring Evropa, tá teir sigraðu bæði í danska Melodi Grand Prix og í stóru [...] Tað, at konsertin verður inni og í Havn, er ikki nakað, sum nervar teir nakað. -Eg kenni eitt sindur til Føroyar gjøgnum bøkur og filmar, og eg havi eisini hoyrt rættiliga fit um Føroyar í tíðindunum, sigur
børnunum, sum høvdu serliga serligan tørv. Andstøðan spurdi nattúrliga, um Almannastovan var til reiðar til so stóra og krevjandi avbjóðing. Tað var hon sjálvsagt ikki. Pedagogfelagið og Javni komu upp [...] í gongd 1. apríl 2006. Vit skriva nú 10. oktober, og hvørki Almannastovan ella nakar annar er til reiðar til at arbeiða á økinum sambært teimum broytingum, sum HPS av fíggjarkosmetiskum ávum tvingaði ígjøgnum [...] matútberingin til pensionistar er støðgað, og at málið ikki bleiv loyst, fyrr enn løgtingið avgreiddi tað. Vit hava upplivað, at dagtilhald eru mest sum afturlatin, tí játtanin ikki strekti til. Vit hava upplivað
Tað er framvegis lagt upp til eina rimmar finalu, tá Brøndby sunnudagin 12. mai í næstsíðsta umfarinum fer í Parkina at vitja FCK. Brøndby er framvegis tvey stig frammanfyri FCK. Liðini tykjast bæði vera [...] meistari. Brøndby er rættuliga komið fyri seg aftur. Eftir at teir fyrr í vár mistu átta stig í mun til FCK, hava teir nú vunnið tveir dystir á rað. At norski Åge Hareide loysti seg sjálvan úr venjarastarvinum [...] revurin Tom Køhlert fekk ábyrgdina hevur broytt liðið frá at vera ein flokkur av spjaddum taparum og til at vera ein vinnandi eind, sum spældir við stórum sjálvsáliti og nógvum íblástri. Tað fekk AB at kenna
fram ímóti dystarenda. Uppspælið til málið minti nógv um tað, sum B68 vísti, tá ið teir skoraðu sigursmálið ímóti NSÍ! Eftir vónbrotið í Odense sunnudagin nýtti Esbjerg høvið at leggja seg upp á síðuna av [...] síðani, at Jón Rói Jacobsen var í fimtan manna hópinum hjá Michael Laudrup. Síðani UEFA Cup ferðian til Hvítarussland hevur Jón Rói einans verið á talentliðnum, og mikukvøldið, tá ið Brøndby hevði vitjan [...] svenski Andreas Jakobsson staðið seg framúr væl, síðani hann fyrr í summar kom úr Hansa Rostock og til Brøndby. Brøndby er oddalið í superliguni eftir átta tey fyrstu umførini. Mikukvøldið megnaðu teir
teir spældu seg ferð eftir ferð til upplagdar málmøguleikar. Teir skoraðu fýra mál, áðrenn OB slapp at pynta um. Peter Madsen, sum verður roknaður sum upplagt evni til HM hópin hjá Morten Olsen, skoraði [...] skinklað í tveir mánaðir, hava teir í Brøndby funnið stílin aftur. Nýggi venjarin hevur verið við til at geva íblástur og sjálvsálit, og áskoðararnir rokna við, at Brøndby fer at vinna meistaraskapin. [...] Jacobsen var á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá Vejle hevði vitjan av Lyngby. Botnliðið hevur lagt rygg til eitt eyðmýkjandi tap fyri og annað eftir. Hesa ferð var tað Vejle, sum átti tørn at vinna stórt, men
fyri at sleppa undan niðurflytingini. Nýmótans stadion í Brøndby var á tremur við áskoðarum, og teir fingu tað fyri atgongugjaldið, sum teir høvdu vónað og roknað við. Brøndby spældi mótstøðuliðið sundur og [...] niðurflytingarplássinum. Sunnudagin vann FCN 2-1 í Viborg. Tá ið Herfølge leygardagin hevði lagt rygg til 7-0 tap í Brøndby er tað nú greitt, at tað verða Randers og Herfølge, sum fara at flyta niður. 33.
stendur ikki so væl til, og Ole Mørch sigur seg hava eyguni eftir nýggjum spælarum. AB hevði fyri fyrstu ferð Henrik Jensen á venjarabeinkinum. Og tað bar Henrik Jensen væl og virðiliga til at staðfesta, at [...] fyri einari viku síðani gjørdist venjari hjá illa stadda AaB hevur tað gingið rætta vegin. Fyrst fingu teir javnleik í Brøndby, og hesa ferð vunnu teir 1?0 á heimavølli ímóti FCM, sum annars hevur verið
av. Men teir stríddust, og tað var nóg mikið til samlaðan sigur. Tað fer at hava við sær, at Brøndby verður væl fyri í vár. Bæði til UEFA Cup kappingina og til stríðið um DM heitið, sum teir framvegis eru [...] Albrechtsen, sum eisini skoraði FCK málið í Parkini, til 1-1. So var møguleikin fyri FCK sigri har. Zuma og Santos høvdu góðar møguleikar, men teir fingu ikki mál. Mallorca hevði fleiri eykaspælarar á liðnum [...] FCK, men teir vórðu ikki sektaðir fyri tað. FCK hevði møguleikarnar, men teir megnaðu ikki at umseta til mál og harvið framhaldandi luttøku í UEFA Cup. Framúr hjá Brøndby Fleiri enn 25.000 áskoðarar vóru
skal vilja sera illa til, um Brøndby, sum tann dagin fer at hava heimavøll ímóti longu niðurflutta Lyngby, ikki fer at fáa gullkrónurnar stutt áðrenn, at danska landsliðið fer til Suðurkorea. Tað er eisini [...] møguleikar at sleppa við Morten Olsen til HM endaspælið, stútaði málið í 2. hálvleiki. Hetta var fimti dysturin upp í slag, at álopsmaðurin, sum ivaleyst verður seldur til útlandið í summar, skoraði fyri Brøndby [...] sera nógv, men teir fingu ikki mál, og so tørnaði tað út, sum tað so ofta hevur gjørt í fótbólti, tá annað liðið trýstir og ikki fær mál. Í einum mótálopi skoraði Silkeborg. Harvið fingu teir luft í kappingini