Brøndby heldur seg á kósini

Bæði liðini, sum hava kappast við FCK um næstfremsta plássið, taptu í vikuskiftinum

SUPERLIGAN

Tað tykist lítil ivi vera um, at tað verður Brøndby, sum fer at verða danskur meistari. 33. og síðsta umfarið verður spælt hósdagin 16. mai. Tað skal vilja sera illa til, um Brøndby, sum tann dagin fer at hava heimavøll ímóti longu niðurflutta Lyngby, ikki fer at fáa gullkrónurnar stutt áðrenn, at danska landsliðið fer til Suðurkorea. Tað er eisini væl hugsandi, at teir gulu og bláu fara at tryggja sær DM í næstsíðsta umfarinum. Tað verður spælt sunnudagin 12. mai. Tá fer Brøndby at spæla í Parkini ímóti FCK. Tað er í sambandi við tann dystin, at Sosialurin og Atlantic Airways skipa fyri fótbóltsferð til Keypmannahavnar.

Brøndby er níggju stig frammanfyri FCK. Umframt dystin ímóti FCK eru átta umfør eftir at spæla. Tað man vera lítið sannlíkt, at Brøndby í hesum umførunum skal missa sjey stig meiri enn FCK.

Dygg mótstøða
Mánadagin var Esbjerg í Brøndby, har næstan sekstan túsund møttu upp í góða danska páskaveðrinum. Heimaliðið vann 1?0. Peter Madsen, sum verður mettur at hava góðar møguleikar at sleppa við Morten Olsen til HM endaspælið, stútaði málið í 2. hálvleiki. Hetta var fimti dysturin upp í slag, at álopsmaðurin, sum ivaleyst verður seldur til útlandið í summar, skoraði fyri Brøndby.

Esbjerg gjørdi serliga í 2. hálvleiki dygga mótstøðu, og tað hevði ikki verið púra burturvið, um teir høvdu megnað at javnað.

Komandi sunnudag skal Brøndby spæla á útivølli í Vejle. Sjálvandi verður Brøndby stórfavorittur, men Christian Høgni og teir fara í hvussu so er at hava ein teoretiskan møguleika at økja um møguleikarnar hjá Toda og teimum.

AaB kiksaði
Undan 2. páskadegi hevði AaB vunnið allar fýra landskappingardystirnir, sum høvdu verið spældir síðani vetrarsteðgin. Langa fríggjadag tapti AaB eftir brotssparkskapping fjórðingsfinaluna í steypakappingini ímóti OB. Á heimavølli ímóti niðurflytingarhótta Silkeborg skuldi vónbrotið í fjórðingsfinaluni í steypakappingini vaskast burtur, men tað miseydnaðist.

Eins og í steypadystinum ímóti OB gekk illa at fáa mál. Øll eygu vóru vend ímóti leigusveininum Mikkel Beck, og hann noyddist fyri fimtu ferð upp í slag at fara av vøllinum uttan at hava skorað. Silkeborg vann 2?0. Teir komu á odda í 1. hálvleiki. Eftir steðgin trýsti AaB sera nógv, men teir fingu ikki mál, og so tørnaði tað út, sum tað so ofta hevur gjørt í fótbólti, tá annað liðið trýstir og ikki fær mál. Í einum mótálopi skoraði Silkeborg.

Harvið fingu teir luft í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.

AaB hevði síðani vetrarsteðgin lyft seg av 4. og fram á 2. plássið, men nú eru teir aftur aftanfyri FCK.

OB var í Ikast og spældi ímóti FCM. OB vann 1?0, og nú eru tað teir í Odense, sum verða sagdir at vera mest støðuga liðið í vár.

AB hevði tapt eina rúgvu fyrstu umførini eftir vetrarsteðgin. Mánadagin høvdu teir vitjan av amatørunum úr Lyngby, og tað eydnaðist at vinna 3?0. Men tað gekk illa við málskjótingini. Í steðginum var støðan bara 1?0, og tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at AB skoraði tvær ferðir afturat. Heine Fernandez, sum AB í vetrarsteðginum keypti úr FCK, skoraði øll trý málini.

Skráin fyri komandi vikuskiftinum sær soleiðis út: AGF-FCM, EsbjergAaB, FCK-OB, Lyngby-Viborg, Silkeborg-AB og Vejle-Brøndby.