Brøndby er í serflokki

Nú er tað greitt, at Herfølge flytir niður saman við Randers, sum fyri einum ári síðani vann sær pláss í fremstu deildini

SUPERLIGAN

Fyri 10. ferð hevur Brøndby vunnið DM í fótbólti. Brøndby hevur verið oddalið mest sum alt kappingarárið, og leygardagin staðfestu teir ógvuliga sannførandi meistaraskapin. Brøndby hevði vitjan av Herfølge, sum leingi hevur stríðst fyri at sleppa undan niðurflytingini.
Nýmótans stadion í Brøndby var á tremur við áskoðarum, og teir fingu tað fyri atgongugjaldið, sum teir høvdu vónað og roknað við. Brøndby spældi mótstøðuliðið sundur og saman. Teir vunnu 7-0, og teir høvdu møguleikar at skjóta uppaftur fleiri mál.
FCK vann sunnudagin 1-0 í Parkini ímóti Esbjerg. Álvaro Santos skoraði sigursmálið longu í 3. minutti. Todi Jónsson tykist vera púra avskrivaður av Hans Backe. Hóast fleiri spælarar ikki vóru førir fyri at spæla, so var Todi ikki ímillum teir sekstan, sum vóru úttiknir.
FCK er framvegis best fyri í kappingini um silvurkrónurnar. Tvey umfør eru eftir, og mikukvøldið verður rætuliga avgerandi avbjóðing hjá FCK á skránni. Tá skulu teir spæla í Aalborg ímóti AaB, sum er tað felagið, ið hevur staðið seg best síðani vetrarsteðgin. AaB er á fjórða plássinum við 52 stigum. Esbjerg hevur 47 stig og er nummar fimm. Esbjerg skal mikukvøldið spæla á heimavølli ímóti FCM, sum í løtuni er nummar trý. Teir hava 53 stig og eru tvey stig aftanfyri FCK.
Sunnudagin sendi FCM Randers niður í næstbestu deildina. Í steðginum var tað málleyst í Randers, men so skoraði FCM tríggjar ferðir. Randers flutti upp í bestu deildina fyri einum ári síðani. Ofta verður sagt, og úrslitini vísa, at tað er nógv í tí, at í hvussu so er annað felagið, sum flytir upp, flytir niður aftur árið eftir. Soleiðis er støðan hjá Randers í løtuni.
Fyri einum ári síðani flutti Silkeborg upp. Í vetrarsteðginum sá einki serligt út hjá Silkeborg, men tað hevur hilnast væl hjá teimum í vár. Sunnudagin megnaðu teir 1-1 ímóti AGF, og teir eru langt frá øllum vanda fyri at flyta niður.
OB var í vetrarsteðginum millum tey bestu. Síðani hevur gingið syndarliga illa hjá teimum. Sunnudagin taptu teir á heimavølli 2-1 ímóti væl upplagda AaB, sum var frammanfyri 2-0, áðrenn tað síðstu lítlu løtuna gjørdist spennandi.
FC Nordsjælland og Herfølge hava kappast fyri at sleppa undan seinna niðurflytingarplássinum. Sunnudagin vann FCN 2-1 í Viborg. Tá ið Herfølge leygardagin hevði lagt rygg til 7-0 tap í Brøndby er tað nú greitt, at tað verða Randers og Herfølge, sum fara at flyta niður. 33. og síðsta umfarið í superliguni verður nú sunnudagin.