Brødrene Olsen: Føroyar skulu verða eitt upplivilsi

Leygarkvøldið fara kendu Olsen-beiggjarnir á pallin á Hálsi í Havn. Teir lova eina framførsla við nýggjum og gomlum, har pláss so sanniliga eisini verður fyri kendu sangunum hjá teimum

 

Millum fólkakærastu ættarnøvnini í Føroyum er Olsen. Øll kenna onkran, sum eitur Olsen, og undirritaði hevur eisini áður havt hetta ættarnavn knýtt afturat sær.

Hetta vikuskiftið verða Føroyar tveir Olsen ríkari.

Hetta verða tveir, ið eru millum tey kendastu Olsen fólkini í heiminum. Jørgen og Noller Olsen eru brøður, og tað er eisini undir navninum "Brødrene Olsen", at teir eru vorðnir kendir. Hesir báðir navnframu brøður hava fingist við tónleik í longri tíð nú, og tað er kanska onkur, sum minnist teir heilt afturi í sjeytiárunum.

Tað var sum øllum kunnugt í 2000, at Olsen og Olsen aftur funnu vegin fram til ovastu røkurnar á tjónatindum kring Evropa, tá teir sigraðu bæði í danska Melodi Grand Prix og í stóru finaluni (Eurovision Song Contest). Í Føroyum verður tað hvørki kallað Melodi Grand Prix ella Eurovision, men heldur Grand Prixið - stutt og greitt.

Tað var við sanginum "Smuk som et stjerneskud" ella "Wings of love", at beiggjarnir vunnu kappingarnar og eisini hjørtuni á mongum, og hetta hevur merkt, at beiggjarnir so at siga síðani hetta hava merkt ein stóran áhuga fyri teirra tónleiki. Eisini hevði hetta við sær, at teir fingu høvið til at geva eina nýggja fløgu út, sum heldur ikki hevur verið lítið spæld.


Gleða seg nógv

Tað eydnaðist Sosialinum at hitta Noller Olsen í telefonini. Hann vísti seg beinanvegin sum ein fryntligan og framúr professionellan mann, sum týðuliga hevur fingist við fjølmiðlafólk í longri tíð.

-Hvørki eg ella beiggi mín hava verið í Føroyum áður, men vit gleða okkum sera nógv, og vit ætla eisini at uppliva eitt sindur av Føroyum, sigur Noller.

Hann sigur, at teir altíð dáma at uppliva nýggj støð. Teir hava m.a. verið í Grønlandi fleiri ferðir áður. Tað, at konsertin verður inni og í Havn, er ikki nakað, sum nervar teir nakað.

-Eg kenni eitt sindur til Føroyar gjøgnum bøkur og filmar, og eg havi eisini hoyrt rættiliga fit um Føroyar í tíðindunum, sigur Noller.


Pláss fyri Grand Prix

Tá Brødrene Olsen fara á pallin leygarkvøldið, so eru áhoyrarnir vorðnir væl og virðiliga upphitaðir av bæði Pæturi við Keldu og eisini av einum bólki, ið er samansettur til hesa konsertina.Hesin fer at leggja seg eftir at spæla kend Grand Prix løg.

Brødrene Olsen hava sjálvir luttikið í Melodi Grand Prix fleiri ferðir, og fleiri av løgunum haðani verða eisini at hoyra leygarkvøldið.

-Vit fara at spæla eitt sindur av hvørjum. Tað verður bæði nýggjari og eldri. Pláss verður eisini fyri onkrum sangi, sum aðrir bólkar ella sangarar upprunarliga eiga. Vit fara ikki á pallin bara fyri at marknaðarføra okkara nýggjastu fløgu, sigur Noller. Hann sigur samstundis, at teir gleða seg sera nógv at vitja oyggjarnar.