Brøndby heldur fram á sigurskósini

Hóast teir høvdu fleiri gyltar møguleikar, so megnaðu FCK álopsspælararnir ikki at syrgja fyri málunum, sum kundu havt við sær, at FCK framvegis var við í UEFA Cup, har Brøndby eitt sindur óvæntað framvegis eigur pláss

UEFA CUP
Jóannes Hansen

Tað eru tveir føroyskir spælarar í donsku superliguni. Felags fyri Toda Jónsson í FCK og Jón Róa Jacobsen í Brøndby er, at teir eru skaddir. Tað er eisini felags fyri feløgini hjá teimum báðum, at tey hóskvøldið stríddust fyri lívinum í UEFA Cup. Hjá FCK eydnaðist tað ikki at halda vetrarfrí sum partur av UEFA Cup. Tað gjørdi tað hjá Brøndby.
FCK var á Mallorca, har teir skuldu royna at vinna tað aftur, sum teir mistu á heimavølli, tá ið Mallorca í Parkini fyri trimum vikum síðani vann 2-1. Úrslitið hóskvøldið var frægari, men tað var ikki nóg gott. Mallorca legði seg á odda, men fimm minuttir undan dystarenda stútaði miðverjin Martin Albrechtsen, sum eisini skoraði FCK málið í Parkini, til 1-1. So var møguleikin fyri FCK sigri har. Zuma og Santos høvdu góðar møguleikar, men teir fingu ikki mál.
Mallorca hevði fleiri eykaspælarar á liðnum. Teir undirmettu FCK, men teir vórðu ikki sektaðir fyri tað. FCK hevði møguleikarnar, men teir megnaðu ikki at umseta til mál og harvið framhaldandi luttøku í UEFA Cup.

Framúr hjá Brøndby
Fleiri enn 25.000 áskoðarar vóru hóskvøldið í Brøndby. Lagið á teimum var í toppi. Eftir stríðið í Gelsenkirchen var Brøndby aftanfyri 2-1. Á heimavølli vunnu teir 2-1. So var neyðugt við longdari leiktíð. Tá var danska liðið illa fyri. Men teir hóraðu undan, og í brotssparkskappingini vunnu teir 3-1. Brøndby málverjin, Karim Zaza, var framúr. Sjálvur helt hann seg ikki hava spælt so væl áður. Bæði í vanligu leiktíðini og ikki minst í brotssparkskappingini, tá ið hann tvær ferðir bjargaði royndum hjá mótstøðumonnunum.
Ebbe Sand var á beinkinum hjá Schalke 04. Hann varð skiftur inn til longdu leiktíðina. Hann royndi at arbeiða, men honum eydnaðist ikki at skjóta mál. Tað hevur hann ikki megnað í einar tríggjar mánaðir.
Í Brøndby vita teir ikki, hvørjum beini teir skulu standa á. Unga liðið hjá Michael Laudrup og John Faxe Jensen hevur ment seg uppaftur skjótari, enn tað frammanundan varð roknað við. Hóskvøldið var spælið einki at reypa av. Men teir stríddust, og tað var nóg mikið til samlaðan sigur. Tað fer at hava við sær, at Brøndby verður væl fyri í vár. Bæði til UEFA Cup kappingina og til stríðið um DM heitið, sum teir framvegis eru nógv besta boðið at vinna.