Brøndby aftur á kósini

Hóast Vejle megnaði javnleik ímóti OB, so duttu teir eitt sindur nærri niðurflytingarstrikuni, enn teir vóru frammanundan

Tað er framvegis lagt upp til eina rimmar finalu, tá Brøndby sunnudagin 12. mai í næstsíðsta umfarinum fer í Parkina at vitja FCK. Brøndby er framvegis tvey stig frammanfyri FCK. Liðini tykjast bæði vera í serflokki í løtni. Tí eru vánirnar góðar fyri, at tey fara at vinna allar hinar dystirnar. Gera tey tað, so verður takið hjá FCK at fáa øll stigini ímóti Brøndby. Tað fer at hava við sær, at FCK fer at endurvinna DM. Um teir ikki vinna, so verður tað Brøndby, sum verður meistari.
Brøndby er rættuliga komið fyri seg aftur. Eftir at teir fyrr í vár mistu átta stig í mun til FCK, hava teir nú vunnið tveir dystir á rað. At norski Åge Hareide loysti seg sjálvan úr venjarastarvinum, og at gamli revurin Tom Køhlert fekk ábyrgdina hevur broytt liðið frá at vera ein flokkur av spjaddum taparum og til at vera ein vinnandi eind, sum spældir við stórum sjálvsáliti og nógvum íblástri.
Tað fekk AB at kenna sviðan av sunnudagin. 13.487 áskoðarar vóru í Brøndby, og á nógv teimum flestu var lagið ógvuliga gott. Heimaliðið vann 5?0. Fyrstu løtuna í 2. hálvleiki fóru teir heilt uppfrá. Tá skoraði Brøndby fýra mál í tólv minuttir. Tom Køhlert og Brøndby fegnast um samtarvið. Í tveimum dystum hevur úrtøkan verið seks stig.

AaB fallið í fátt
Fimti síðsta umfarið var málríkt. Í seks dystum vórðu skorað 26 mál. Tað eru fleiri enn fýra í miðal fyri hvønn dystin, og tað er rættuliga nógv.
Tað er ikki so langt síðani, at AaB var triðja liðið í kappingini um DM. Nú eru teir í Aalborg púrasta falnir í fátt. Fyri sættu ferð í hesum kappingarárinum taptu teir á heimavølli. Møguleikin at vinna bronsumerkini og at sleppa upp í part í UEFA Cup er um at gleppa AaB av hondum. Tí sigur tað seg sjálvt, at teir flestu av teimum 5.984 áskoðarunum á Aalborg stadion sunnudagin vóru argir. Venjarin, Peter Rudbæk, var einki serliga populerur.
FCM vann 1?0, og harvið hava teir blandað seg upp í stríðið um plássini í Europa Cup.

Botnstríðið tættari
Christian Høgni Jacobsen var ikki á Vejle liðnum, sum hevði vitjan av OB. Odense liðið hevur staðið seg væl seinastu nógvu vikurnar og hevur blandað seg í stríðið um bronsumerkini.
Hesa ferð fingu teir bara eitt stig, og teir hildu seg havi betri uppiborið, tí teir høvdu møguleikar at skora mál.
Vejle málið skoraði nýggi brasiliumaðurin Baré, eftir at langt innkast var komið innfyri.
Men hóast Vejle fekk eitt stig, so komu teir nærri botninum. AGF, sum er á øðrum niðurflytingarplássinum, hevði heimavøll ímóti Viborg, og teir vunnu 4?3 í sonnum gysara. Sigursmálið fingu teir, tá tað restaðu sjey minuttir. 5.368 áskoðarar vóru á Århus stadion í nógva regninum. Og nú vóna tey í Århus, at tað skal eydnast at varðveita liðið í bestu deildini.
Góðu vónirnar grunda tey m. a. á, at Jacob Laursen, sum var stýrimaður í FCK verjuni í fjør, er komin í AGF verjuna. Hann er leigaður úr Onglandi, og donsku fjølmiðlarnir vita at siga, at talan er um dýrasta leigusáttmála, sum nakrantíð er gjørdur í superliguni. Í Århus vóna teir, at dýra spælarin fer at vísa seg at vera gull verdur fyri AGF.
Eisini hitt liðið, sum kappast við Vejle um at sleppa undan niðurflyting, vann. Silkeborg hevði vitjan av longu niðurflutta Lyngby, sum varð sent til hús við 5?2 tapi. Í Silkeborg iðraðu teir seg um, at tað skuldi eydnast gestunum at skora tvær ferðir.
Í annaðkvøld verður spælt soleiðis: AB?AaB, FCK?Vejle, Lyngby?Esbjerg, OB?AGF, Silkeborg?FCM og Viborg?Brøndby.