SUPERLIGAN
Nú er nakað síðani, at Jón Rói Jacobsen var í fimtan manna hópinum hjá Michael Laudrup. Síðani UEFA Cup ferðian til Hvítarussland hevur Jón Rói einans verið á talentliðnum, og mikukvøldið, tá ið Brøndby hevði vitjan av AaB, var heldur ikki pláss fyri Jón Róa millum teir bestu. Laudrup hevur síðstu tíðina roynt at fáa Brøndby viðhvørt at spæla 3?4?3 í staðin fyri 4?3?3, sum liðið hevur spælt síðsta árið. Tað er kortini ikki púra upplagt, at hetta skal skaða møguleikarnar hjá Jón Róa. Heldur er tað veruleikin, at har eru fleiri góðir spælarar, sum hann kappast við. Ikki minst hevur svenski Andreas Jakobsson staðið seg framúr væl, síðani hann fyrr í summar kom úr Hansa Rostock og til Brøndby.
Brøndby er oddalið í superliguni eftir átta tey fyrstu umførini. Mikukvøldið megnaðu teir kortini bara 1?1 á heimavølli ímóti AaB, og tað vóru teir ikki nøgdir við. Michael Laudrup ásannaði aftaná, at hesa ferð høvdu teir leikliga ikki víst tað, sum teir eiga at megna. AaB skifti í síðstu viku venjara. Nýggi venjarin, Søren Kusk, fekk trý stig burturúr fyrstu royndini, sum var á heimavølli sunnudagin, og at fáa eitt stig burturúr í Brøndby er sjálvandi óført hjá felag, sum mest hugsar um at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni.
AaB, sum ongantíð hevur vunnið í Brøndby, legði seg framum við brotssparki, og Brøndby javnaði fram ímóti dystarenda. Uppspælið til málið minti nógv um tað, sum B68 vísti, tá ið teir skoraðu sigursmálið ímóti NSÍ!
Eftir vónbrotið í Odense sunnudagin nýtti Esbjerg høvið at leggja seg upp á síðuna av Brøndby, tá ið teir á heimavølli vunnu sannførandi 2?0 sigur á Frem, sum ikki hevði nógv at bjóða uppá, og sum nú hevur tapt tvær ferðir upp í slag.
FCM megnaði ikki at fáa tað burturúr, sum tað kundi roknast við, tá ið tað var botnliðið, FC Nordsjælland, sum var mótstøðulið. Gestirnir høvdu meiri spæl, og venjarin hjá teimum, Christian Andersen, var ikki blíður við sínar menn, sum hann helt høvdu fingið alt ov lítið burturúr. Úrslitið var 1?1.
OB eisini meiri enn hálvsnávaði ímóti einum av teimum í niðara endanum. Teir vóru í Herfølge, har heimaliðið hevði nógvar møguleikar at skjóta mál og vinna. Úrslitið gjørdist 2?2.
Eftir sera tunga gongd í fyrstu umførunum hevur AGF lætt sær upp í miðjuna. Mikukvøldið høvdu teir vitjan av AB, sum mánadagin fekk nýggjan venjara. Henrik Jensen, sum í síni tíð spældi í Hvidovre og síðani í Brøndby, har hann var partur av góða liðnum fyrrapartin av níti árunum, er nýggjur maður við AB róðrið. Hann hevur higartil verið venjari hjá Køge, sum flutti niður í summar, og sum nú er í sovornum fíggjarligum óføri, at teir ikki hava ráð at rinda avráddu lønirnar.
AB fekk ikki tað burturúr við nýggjum venjara, sum eitt nú AaB hevur fingið síðstu dagarnar. AGF vann 2?0, og tað var fyrrverandi FCK álopsspælarin Thomas Thorninger, sum seinnapartin av 1. hálvleiki skoraði bæði málini.