umráðandi tað er ikki geva ymisk signal til umheimin, nú tað ræður um at standa saman. Er tað, ið hendir nú ikki júst dømi um tað øvugta! Er tað serliga heppið signal at lata umheiminum, at fyritøkan hjá [...] higartil, um at draga eina línu, og at oljutilfeingið er ogn alra føroyinga, er við hesum við at skifta lit. Ístaðin fyri eina almenna stýring kundi okkurt bent á, at tað nú eru tilvildin og tann peningasterki [...] ella tvey , so má tað vera ein treyt, at tað almenna skal hava meirilutan. Ein kundi spurt, um tað nú er rætt, at peningaognirnar hjá teimum fyritøkum og teimum persónum, sum Palleba og Marsanna bjargaðu
ivaleyst at rudda upp í ringu og turbulentu viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, og hon fer eisini at skapa tryggari karmar um framtíðar búskaparligu gongdina í Føroyum. Um somu tíð verða tær mongu bindingar [...] loystar og harvið verður størri ábyrgd løgd á landsstýri og løgting, hvat eisini bara er gott. SAMBART avtaluni, sum er ein heild, tvs. at bankaendurgjald og skuld verða tvinnað saman, so verða 900 mill [...] samfelagnum at umrøða onnur og meira týðandi mál. Vónandi fáa vit eitt sakligt og breitt orðaskifti um komandi viðurskiftini millum Danmark og Føroyar í komandi tíðum, og vónandi fer hetta orðaskifti at fáa tað
VIT ynskja teimum, sum nú royna at fáa í lag granskingarmiðdepil í Klaksvík, góðan byr og vóna, at okkurt ítøkiligt fer at spyrjast burtur úr. Tað hevði annars verið gott at fingið fleiri sjónarmið fram í [...] spennandi og áhugavert tiltak og vónandi fara vit at hoyra meira um tað í næstum. TAÐ er greitt, at nettup gransking innan tey mongu økini, sum heilt náttúrliga hava tilknýti til okkara lítla samfelag og okkara [...] okkara umhvørvi, kann verða við til at menna okkara samfelag, eisini soleiðis, at vit kunnu koma burtur úr tí óhepnu støðu, bert at hava tað eina beinið at standa á, fiskivinnuna. Hinvegin kann gransking
m. Tað eru nú gott og væl tvey ár síðani, at føroyingar í Føroyum fingu høvi at »surfa« á internetinum, ella »at rógva út«, sum málfrøðingarnir vilja hava okkum at siga. Røddir hava verið frammi og ávarað [...] tú hevur møguleikan at »ferðast« kring allan knøttin uttan nakað hóvasták og uttan nakað eftirlit. At Internetið var ein risastórur miðil, løgdu vit okkum alt fyri eitt í geyma, og saman við serkønari [...] dagførdur á Internetinum hvønn dag - og allar greinarnar liggja á einum stórum dátabása, ið kann lesast, hvar í heiminum tú enn ert, og greinarnar eru um 5.000 í tali higartil. Tað eru sjálvsagt fleiri bløð undan
umráðandi at hava eina fría kapping, sum skal hava til endamál at skapa mest møguligan áhuga fyri økinum.í tann mun tað ber til og tað er rímuligt og rætt eigur danska vinnulív sjálvandi at vera við í [...] burtur úr, at danska stjórnin ætlaði at taka undirgrundina aftur frá føroyingum stutt eftir, at hon varð komin á føroyskar hendur. Hetta hevur verið frammi áður, men tað er greitt, at hetta er gott ?stoff [...] slíkar spurningar og halda vit tað vera rætt at gera tað, nú útlit eru til, at samráðingar aftur verða millum londini.
hesi lívsjáttan og somuleiðis gleðini og stoltleikanum um hetta at vera føroyingur og at búgva í Føroyum. STEVNURNAR líkasum loysa upp fyri øllum teimum virðum, tí styrki, tí samanhaldi og tí fjølbroytni [...] sangur og dansur, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk, kappróður og fótbóltur og mangt annað eru partur av stevnunum. Ein kann siga, at stevnurnar avdúka nógv av okkara identiteti - fyri ikki at tosa [...] EINS og summarið, Norrøna, ferðafólk og glað andlit seta sín dám á hesa ársins tíð, so eiga stevnurnar eisini sín part av hesum dámi. Tær líkasum boða frá nøkrum góðum og livandi. Við teimum fer bráddliga
skeinkiloyvi, og sigur kommunan, at skipanin við skeinkiloyvum avlagar kappingina. Tað verður tí spennandi at frætta, hvat nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge, fer at gera: Fer hann at geva matstovum [...] Tað eru í summar liðin seks ár síðani, at vit í Føroyum fingu nýggja rúsdrekkalóg, sum bæði gav loyvi til sølu av rúsdrekka í Føroyum og loyvi hjá matstovum og ølklubbum at skeinkja sterkt. Føroyingar [...] vera trekur, og var tí ikki eitt einasta nýtt skeinkiloyvi givið. Tórshavnar Kommuna hevur fleiri ferðir víst á sína ónøgd við, at fleiri skeinkiloyvi ikki verða latin í býnum. Tað vísir seg, at matstovur
10-mannaførum, sum hevur størsta áhugan millum fólk, sær út til at gerast spennandi í ár, og Sosialurin fer eisini at fylgja við teimum eins og øllum hinum bátsmanningunum. HÓAST Sosialurin sum oftast ger [...] byrjar fyrsta dagin, og fleiri av føroysku liðunum sleppa heldur ikki í summarfrí. Eitt nú skulu bæði høvuðsstaðarliðini spæla altjóða dyst á ólavsøku, og tað verður helst fyrstu ferð, at besta liðið hjá hvørki [...] millum manna. Men tað merkir tó ikki, at aðrar ítróttargreinar verða við sviðusoð. Kappróðurin, sum hóast alt fótbóltsprátið framvegis er okkara tjóðarítróttur, fær eisini sína umrøðu, og fyrsti FM-róðurin
álvarsligt, at her eigur einki at verða latið upp til tilvildina. Nú mugu landsstýrið og Uttanlandsnevnd viðgera málið í størsta álvara og gera tað skilabesta. Hvørvítt tað er at taka tað upp á politiskum [...] fráboðaður at vera í næstu viku í Keypmannhavn. Og eftir øllum at døma eru partnir vornir samdir um samráðingarhátt og -karmin. Tað er so eitt stig á leiðini. Afturímóti at samráðast um bankaendurgjald og skuld [...] spennandi og áhugavert at vita, hvussu nýggi løgmaður fer at roynast sum samráðingarmaður og fremsta umboð Føroya. Nú hann hevur fingið uppbakking frá einum meiriluta av flokkunum á tingi til at átaka sær
vælferðina, og tað kann gerast ein ?trupulleiki?.Gongst illa, hava vit vónandi lært av fortíðini og lagt fyri uppfyri. Í báðum førum kann tað verða lættari sagt enn gjørt.Men tað er m.a. tað vit velja okkara [...] verið spurt? HVUSSU og ikki so er tað ómøguligt at fáa íbúð í miðstaðarøkinum. Tað er ómøguligt at fáa barnaansingarpláss.Meðan vit áður tosaðu um arbeiðsloysi, so er nú torført at fáa størv sett. Í ávísum [...] ávísum bransjum eitt nú innan telduverðina tykist tað at vera torført at fáa fólk og fer hetta at vera ein stórur trupulleiki í næstu framtíð, nú alt Europa hungrar eftir útbúnum teldufólkum. Tendensurin