sum fyrr varð kallað á Heygum, stendur beint uttanfyri teir gomlu bøgarðarnar í Gerðum, sum fáur longur veit um. Her bygdu Jóhanna Frederikka og Christian sær hús fyri meira enn fimmti árum síðan, tá tey [...] yrkti. Roðin fór um Nestindar og hvørt fjall skein eins og reyðargull. Og júst sum stjørnurnar komu fram á klára bláa náttarhimmalin og blunkaðu blítt niður yvir hendan vakra heimstað okkara, andaðist Jóhanna
tykist so óveruligt, at hetta fitta menniskjað, sum altíð skapti lív og gleði har, hann var, ikki longur skal ferðast millum okkara. Eg havi kent Jógvan alt lívið. Fyrst á tiltikna spæliplássinum á Jørundsgøtu [...] tey gingu í skúla. Láturin mundi ikki steðga, tá ið hesin serstaki flokkur av ungum børnum sýndu fram, og sjálvandi var Jógvan á Høvdanum primus motor. Jógvan starvaðist eisini eitt tíðarskeið í Vøruhúsinum [...] arbeiða, og hjá honum æt einki átta til fýra arbeiði. Hann var klárur, tá ið arbeiðast skuldi. Tá kom fram, hvussu góður hann var við son sín, Eyðfinn. Hann var so sera stoltur av honum og hevði fleiri søgur
kundi hann taka hetta fram av og á við gravarbakkan hjá bygdarmonnum og kvinnum. Harriet hevur verið honum ein góður stuðul, og tað er einsligt í Brekkuni, nú ið Jógvan ikki er har longur. Tað kennist svárt [...] gott ár. Jógvan var góður at vera saman við. Hann var skilamaður, ógvuliga vakin yvir tí, sum fór fram rundan um hann, ein eginleiki sum man vera góður, tá ið ein er yvirmaður á skipi. Hann fór at føra
rennur mangan fram fyri teg. Har ímillum er mynd av einum sjómanni, skipara og vinnilívsmanni., Jákup Oluf á Lakjuni. Jákup Oluf var prædikumaður. Hann bar ikki torskyldar meiningar fram um tað livandi [...] avið. Jákup Oluf stóð á Sandinum og eygleiddi. Eyguni rukku ikki longur enn norður á Ennið, so fóru bátarnir afturundir. Men hugurin og flogið, fóru so langt sum tankin rakk, og onkuntíð var hann við t
Teir tríggir hildu leiðina fram og endaðu í einum house party, har teir greiddu frá tí sum hent var og reypaðu av sínum avrikum. Á veg heimaftur komu teir eina ferð enn fram við Jim, sum framvegis lá sum [...] eisini við onkrum hvøssum, kanska glaspettum. Soutar gavst, tá ein løta var farin, men Meehan helt fram. Tvey ella trý onnur fólk vóru hjástødd, men eingin gjørdi tekin til at hjálpa tí verjuleysa manninum [...] yvir Orknoya angandi torvi, ikki sørt, eg fekk kenning tað kvøldið. Síðan tá sæst ein skuggi ikki longur á torgunum í Perth. “Løgnir tínir landsmenn, á barrini, hesi nýggju on the waterfront, lutast summir
nú, hesar løtur renna nú fram fyri mær, sum um tær vóru frá í gjár, stuttligt var og tosaðu við mangan aftur á gomul minnir. Tað kemur at verða stórur saknur, nú tú ikki longur er her at minnast afturá [...] Mín kæra vinka, saknurin er so ómetaliga stórur, nú tú ikki longur er ímillum okkum. At frætta at tú Jenny mín góða vinkona skuldi fara frá okkum á so ungum árum vardi meg ikki. Var hjá tær á Vestanstevnu
bleivst tú brádliga tikin frá okkum. Tað var tungt at fáa boðini, at tú ikki vart ímillum okkum longur. Tá tílíkt hendir, gerst alt annað líkamikið. Tað kenst, sum tíðin hon steðgar upp, sjálvt um hon [...] Jólini 2006 vóru sorgarbundin við nógvum tungum løtum og gráti. Tað er ikki lætt at finna gleðina fram, tá ið deyðin so brádliga í einari ”gleðistíð” krevur sítt. Góðu tit. Kirstin,Sofus, Rókur og Ronja
aftur til summarið 2011. Á sama hátt sum nú, gleddu vit okkum um hesa deiligu tíð sum stóð fyri framman. Fyrireikingarnar vóru farnar í gongd. Fyrireikingar, sum tey seinstu nógvu árini vóru vorin [...] fiskavirkið í Runavík, var hennara starvsstað í 30 ár. Hon røkti starv sítt á fiskavirkinum heilt fram til mánaðin áðrenn hon doyði. Eisini hevði mamma í nógv ár vaskiarbeiði á Stíggjanum í Saltangará [...] vitjaði hon trúliga á Eldrasambýlinum Vesturskin. Tað at sjúkan gjørdi, at mamma ikki orkaði frá húsum longur, nívdi sjálvsagt hana. Men mest av øllum var hon hørm um, at hon ikki kundi seta seg í bilin og
Hevði ikki vant meg við, at mamma ikki var ímillum okkum longur, eftir knapt 94 ár her á foldum. Brádliga komu deyðsboðini um Guðruna vinkonu míni bert 64 ára gomul. Nú er so Jónsvein eisini farin fáar [...] Guðrun, stákaðist millum spískamarið, kolkomfýrin og vaskið. Johan, pápin, sat við fasta borðið framman fyri vindeygað, og fekk sær drekkamunn av undirkoppinum - hevði ikki stundir at bíða til drekka
men sum hon kortini helt fram at geva okkum langt upp í nítiárini. Omma dugdi tíbetur so deiliga væl at skilja sína egnu støðu. At hon gjørdist eldri, og tí ikki kundi halda fram í heilt sama girði sum hon [...] truplari sjúkralegu við eyðsýndum líðingum hevði omma givið upp ondina og var nú ikki millum okkum longur. Tá eg eina løtu seinni stóð á vegnum niðan í Heygadal og leit oman yvir bygdina sum nú í næstan