Minningarorð um Jenny Falkvard Gudmundsen

Góða Jenny, tað er við tungum huga eg festi orð niður á blað um teg.

Mín kæra vinka, saknurin er so ómetaliga stórur, nú tú ikki longur er ímillum okkum. At frætta at tú Jenny mín góða vinkona skuldi fara frá okkum á so ungum árum vardi meg ikki.

Var hjá tær á Vestanstevnu í Sørvági, vit fingu okkum sum so mangan eitt gott prát, ikki vardi tað meg tá, at hettar var seinastu ferð vit báðar skuldu síggjast her á jørð.

Ringt er tá tung boð koma so bráðliga, tað følist so endaleyst, havi so nógv eg kundi hugsa mær at sagt við teg, innan tú fór frá okkum.

Góða Jenny, hugsi nógv um teg og ikki minst um børn tíni og hjúnarfelag tín Evan, saknurin hjá teimum man verða ómetaliga stórur, tí Jenny tú var eitt menniskja ið fylti nógv, tú var so fitt, lívlig og smílandi, aldrin gjørdi tú mun á fólki, altíð hevði tú tíð til eitt prát, um tað so vóru børn ella eldri, tað var tær líkamikið.

Øll hava vit mist, vit syrgja teg á hvør sín hátt, sakna tað er tú og aldrin gloymd fyri tað tú var.

Tú hevði fingi til tín lut at liva við einum sjónligum breki, hettar kláraði tú bara avbera gott mín kera, aldrin hoyrdi eg teg tosa negativt um hendan lut tær var givin, tú livdi bara sum vit onnur og royndi títt besta.

Vit eiga nógvar góðar løtur saman Jenny, heilt frá vit vóru tannáringar og til nú, hesar løtur renna nú fram fyri mær, sum um tær vóru frá í gjár, stuttligt var og tosaðu við mangan aftur á gomul minnir. Tað kemur at verða stórur saknur, nú tú ikki longur er her at minnast afturá saman við mær.

Orð eru fátøk, tá ein familja missir tað allarbesta hon eigur. Vit standa spyrjandi eftir, hví at lagnan rakar soleiðis, hví hon skal raka so hart og følast so órættvís?

Góðu til øll familjan hjá Jenny, tit fingu nógv góð ár saman, má Harrin styrkja tykkum.

Góðu Evan, Sólja og Hilmar, tey góðu minnini eiga vit og sum Jenny so ofta segði, Jesus fylgi tykkum.


Við djúpastu samkenslu


Ragna