Minningarorð um Jógvan Isaksen

(Jógvan í Brekkuni)
Klaksvík.
20. 11. 1931- 11. 05. 2007.

Minningarorð um Jógvan Isaksen

(Jógvan í Brekkuni)

Klaksvík.

20. 11. 1931- 11. 05. 2007.


Jógvan var sonur Jógvan Isaksen, ættaður úr Lorvík, og Annu f. Wolles av Trøllanesi.


Hann kom tíðliga at taka við ábyrgd, misti pápan, tá ið hann bert var seytjan ára gamal, og mamman sat eftir við sjey børnum, har fýra vóru yngri enn hann.


Eg kom at kenna Jógvan longu sum smádrongur, tá ið hann bleiv trúlovaður við Harriet systir míni. Í 1956 skaffaði hann mær kjans við “Atlantsfarðinum”, sum mamma hansara Anna átti, men um ta tíðina leigaði til Poul Hansen í Havn. Júst í Túni var skipari, og Jógvan sjálvur 1.bestimaður, sum vit kallaðu tað tá.


Eg kom so at sigla saman við Jógvani tað árið. Vit fóru av Klaksvík seinast í január mánað yvir á suður-vesturlandið og royndu út úr Jøklinum nakrar vikur, síðani vóru vit heima og løgdu fiskin upp og fóru yviraftur á suðurlandið við toskagørnum. Hesar báðar túrarnar fingu vit umkring 950 skippund tilsaman. Síðani fóru vit til Grønlands, vistnokk 10. mei, fiskaðu har nakrar vikur og fóru so tann minniliga túrin til New Foundlands, og har gjørdu vit túrin lidnan, fiskaðu uppí skipið, umkring 950 skippund. Heimafurkomnir fóru vit á sild og gjørdu fýra sildatúrar. So tað var eitt gott ár.


Jógvan var góður at vera saman við. Hann var skilamaður, ógvuliga vakin yvir tí, sum fór fram rundan um hann, ein eginleiki sum man vera góður, tá ið ein er yvirmaður á skipi. Hann fór at føra Atlantsfarið frá 1958 og seinni gjørdist hann skipari á “Stellu Mariu” hjá Laksafoss brøðrunum “Klaksvík”. Hann varð ikki verandi á sjónum so leingi, men fór at arbeiða á heilsøluni hjá Kjølbro, har hann gjørdist formaður. Har var hann í mong ár. Seinni yvirtók hann saman við Benjamin Joensen Tog- og Snørisvirkið frá Sámali Thorsteinsyni.


Jógvan var uppi í komunupolitikki og var eisini býráðsformaður í Klaksvík.


Jógvan var hampamaður og fyrimyndarligur at vera saman við fyri teir, sum vóru yngri enn hann. Hann hevði sína føstu gongd í “Betesta” frá ungum árum. Hann segði ikki so nógv tey fyrru árini, men tey seinnu árini tók hann orðið av og á og gjørdist annars ein av álitismonnunum í samkomuni.


Hann ferðaðist eisini í mong ár runt landið og helt møti um veturin saman við Levi Joensen, góða vini hansara frá ungum árum, og øðrum. Hann hevði ein greiðan vitnisburð um, hvussu hann, sum smádrongur, setti sítt álit á Harran við torvkassan í heimi foreldrana.


Jógvan var góður frásøgumaður, dugdi væl at lýsa ta fyrru tíðina, tað sum hann kundi minnast frá barna og ungdómsárum. Tað var sera áhugavert at lurta eftir honum. T.d. kundi hann taka hetta fram av og á við gravarbakkan hjá bygdarmonnum og kvinnum.


Harriet hevur verið honum ein góður stuðul, og tað er einsligt í Brekkuni, nú ið Jógvan ikki er har longur. Tað kennist svárt fyrst og fremst fyri Harriet, børnini og teirra, men vit sakna hann øll, øll vit ið kendu Jógvan. Har er eitt stórt tómrúm, hann fylti so nógv.


Nú hevur Jógvan longu verið hjá Harra og Frelsara sínum í rúma tíð, har skulu vit skjótt síggja hann aftur saman við øllum teimum heilagu. Ærað verið minnið um Jógvan Isaksen.


R. Danielsen.