Hevði ikki vant meg við, at mamma ikki var ímillum okkum longur, eftir knapt 94 ár her á foldum. Brádliga komu deyðsboðini um Guðruna vinkonu míni bert 64 ára gomul. Nú er so Jónsvein eisini farin fáar dagar eftir Guðruna. Vit trý vóru javngomul, vuksu upp á sama garði. Guðrum yviri á Sandteigum, Jónsvein og eg uppi í Toftum, eisini nevnt í Tronganum.
Guðrum var ynskt av seks syskjum. Tey vóru: Judith, Ragnvald, Hergerð, Johan Heri, Ditlev og Guðrun. Móðurin Herborg var úr Hoyriksstovu í Oyndarfirði, dóttir Siggu, sum var ættað úr Kinn. Guðrun og eg vóru sostatt trýmenningar í móðurlegg. Faðirin, Johan Joensen, var sonur Jens Elias. Móðurin doyði, og Johan vaks upp í bóndahúsunum í Toftum. Eisini í faðirlegg vóru vit í familju.
Barnaárini uppi í Toftum í 50´unum vóru nakað serligt. Har búðu Hans bóndi og Christian bóndi við øllum teirra úthúsum, fjósum, hoyggjhúsum, kjøthjallum, dunnu- og høsnarhúsum og køstum. Og so øll hin, sum eisini høvdu seyð og annan fena. Ein sannur meldur av lívi. Tá vóru ikki garðar húsanna millum, men fleiri áarløkir, sum allir runnu í Skarðsánna; tann stóra lívsæðrin mitt í bygdini.
Guðrun og eg vóru saman tíðliga og seint øll barna-og ungdómsárini. Tey fyrstu árini út um morgunin við neytum, spæl í áum, millum hús og í Toftatúni, spældu at vaska fisk í barkaholunum í Skarðsá, hømuliðubløð var fiskurin. Síðani at breiða út, turka og stakka, júst sum tey vaksnu á fiskastykkinum beint niðanfyri. Næstu løtu vórðu barkaholurnar nýttar at røra runukøkudeiggj í. Køkurnar prýddar við blómum, ið vuksu við áarbakkan og í geilini. Allur vestari áarbakki var bláviolettur av sortugrasi. Jú barnaárini vóru góð og sorgleys. Eisini ungdómsárini vóru stuttlig og góð.
Ein mynd frá 50`unum: Skundaði mær at eta døgurða. So yvir at spæla við Guðrun. Herborg, mamma Guðrun, stákaðist millum spískamarið, kolkomfýrin og vaskið. Johan, pápin, sat við fasta borðið framman fyri vindeygað, og fekk sær drekkamunn av undirkoppinum - hevði ikki stundir at bíða til drekka var kølnað - fyri síðani at fáa sær døgurðaslang mitt á køksgólvinum. Hergerð, Heri, Ditlev, Guðrun og eg við hvør sínum, hvat tað nú kundi vera, binda, spæla, práta og arga.
Sum gentum flest dámdu okkum væl at sova saman. Minnist serliga at vit lógu og sungu, áðrenn vit sovnaðu. Tá plagdi Johan at rópa frá kamarainum við síðuna av um vælsignaðar at singja fleiri sangir.
Eitt, sum fylti nógv í okkara barna- og ungdómsárum, var sangur. Grækarismessumorgun áðrenn skúlaaldur at standa á trappuni og hoyra skúkabørnini og lærararnar halda grækarismessu við talu og songi, sera yndisligt.
Bindiklubburin var eitt heilt kapittul fyri seg. Esther, Randi, Maria, Guðrun og eg. Heima hjá Hilmu og Meinhard á Gulldrangi, hjá Sannu og Valdemar Djurhuus, hjá Marthu og Sigurd Simonsen, heima hjá Guðrun og hjá okkum. Allar mammurnar vóru heimagangandi og hugnaðu um okkum við góðum náttverða, hæddarpunktið í vikuni.
Í 60`unum kom tíðin, har tann tiltikna smáttan varð bygd undir trappuni hjá Pól Jakku og Juttu, tað sokallaða stinkrúmið. Har samlaðust vit øll, allir javnaldranir í Toftum og har umvegir. Hannis, Jónsvein, Hans Cederius, Stanley, Petur Ovi, Rasmus, vit í bindiklubbanum og fleiri onnur. Har sótu vit til langt út á kvøldini, sungu og spældu guitar, sungu fosturlandssangir, sálmar og syrgiligar balladur fleirstemmað. Kanska var tað byrjanin til Silli Boys. Jú vit livdu mitt í verðini.
So nærkaðist tíðin, tá vit kundu byrja at ganga í dans. Tað skuldi fyrireikingar til. Guðrun hevði longu lært at dansa av sínum eldru systkjum, og síðani at læra meg. Spældi útvarpið eitt gott dansilag í døguverðatímanum, var Guðrun skjót í køksvindeygað at rópa meg yvir, og so vit at dansa á køksgólvinum.
Eitt annað tilhaldsstað vit høvdu, var hjá Judith, elsta systir Guðruna, og Grias og teirra seks børnum. Har høvdu vit tað mangan hugnaligt.
Summarið 1967 endaðu realskúlaárini eftir ein mána í Onglandi á seturskúla. Vit vinkonurnar fóru so til Havnar at arbeiða, men fyrst fóru Esther, Randi og Guðrun á húsarhaldsskúla í Århus.
Í Havn hitti Guðrun ein drong, hon bleiv góð við. Tey gingu saman, og alt sá gott út. Guðrun bleiv við barn, og 21 ára gomul átti hon dóttrina Haldis. Tá breyt tann herviliga sálarsjúkan út, hon kom at dragast við restina av lívinum. Guðrun fekk alla møguliga viðgerð, men einki kundi basa sjúkuni. Hon royndi sjálv at passa dóttrina við góðari hjálp frá systrum sínum, men mátti at enda geva upp, og lat dóttrina fara til Tvøroyrar at vera hjá pápa, ommu og abba dóttrina. Tað vóru tung ár hjá Guðruni, men so við og við góðtók hon lagnu sína, tí hon visti, at dótturin hevði tað best har suðuri. Haldis var tó altíð í huganum hjá Guðruni. Hon sendi henni gávur, ringdi og tosaði altíð um hana.
Tey seinastu mongu árini hevur Guðrun búð saman við beiggja sínum Ditlevi, sum bleiv hennara haldipunkt í lívinum. Hann hevur fyrimyndarliga duga at skapa eitt heim fyri seg og systur sína, har kærleiki og umsorgan hevur valdað.
Tað sum eyðkendi Guðruna var hennara hjálpsemi, gávumildni og empatisku evni. Ditlev segði mær, eftir at Guðrun var farin, at hann hevði tikið upp eplir, og lagt tey at torna. Guðrun hevði so fylgt helvtina av eplunum í ein sekk. Ditlev spyr, hví hon ikki hevði tikið øll eplini. “Nei tað hevði verið alt ov tungt fyri teg” segði Guðrun. Soleiðis var Guðrun, eitt elskuligt menniskja.
Nú Hans Cederius eisini er farin, fari eg at nevna hansara barnaheim, eisini í Toftum. Tey hugnaligu fólkini har, gamla Sigga, Stina lukka og Christian bóndi, foreldrini Eyðna og Pól og tey seks syskjini. Har var eg manga inni og spældi við systrina Poulinu.
Minnist við takksemi míni barna- og ungdómsár uppi í Toftum, seriga vikonu mína Guðruna.
Ærað veri minnið um Guðruna, Jónsvein og Hans Cederius.
----
Sólvá