Minningarorð um Hansu L. Hansen

Nú Juli mánaði er komin og summari av álvara tekur við, leita tankar okkara aftur til summarið 2011.
Á sama hátt sum nú, gleddu vit okkum um hesa dei­ligu tíð sum stóð fyri framm­an. Fyrireikingarnar vóru farnar í gongd. Fyrireik­ing­ar, sum tey seinstu nógvu árini vóru vorin ein fast­ur táttur, nevniliga summ­ar­útferðin hjá allari familjuni til onkra bygd í Føroyum. Tað var altíð mamma sum tók stig til hesa ferðing. Ommu­børnini vóru farin at spyrja ommuna hvar leiðin í ár gekk og øll gleddu seg. Eisini var hetta árið, har babba skuldi gevast at arbeiða vegna ald­ur, og tit skuldu njóta tykkara “otium” saman.
Sum juli mánaði nærk­að­ist kendi tú á tær, at alt var ikki sum tað átti. Tú var til arbeiðis hvønn dag, men vit sóu eisini á tær, at tú ikki var heilt tann sama sum tú plagdi. Tú leitaði tær læknahjálp og var til kann­ingar. Tú helt eis­ini at tað helst var best at summartúrurin var avlýstur fyri í ár.
14 dagar eftir at tú fekk boðini frá læknunum, at tú vart rakt av herviligari krabba­­sjúku, legði tú árarnar inn og fór heim til Jesus pápa.
Nú er skjótt eitt ár fari síð­an vit øll upplivdu hesa ótrúliga sváru tíð. Í hesum sambandi leita tankar okkara aftur á lívið hjá mammu.
Rituvíkin var karm­ur um barna- og ung­dóms­­ár henn­ara. Mamma var næst­yngst í systk­ina­flokkinum sum vaks upp í hesi hugnaligu bygd­ini. Omma var heima hjá børnunum meðan abbi var sjómaður. Sum tíðin kravdi, var sjálvsagt, at bæði børn og vaksin tóku lut í arbeiðnum ið hoyrdi til húsið. Eitt nú hoygg­ing, seyðahald og ann­að.
Sum tíðin gekk funnu tú og babba saman og bygdu tykkum hús í Runavík. Tit fluttu inn í húsini í 1970 og hava tit, saman við okkum, búleikast her síðan.
Mamma byrjaði at ar­beiða úti, tá ið vit børn vóru undankomin. Lynfrost, fiska­virkið í Runavík, var hennara starvsstað í 30 ár. Hon røkti starv sítt á fiskavirkinum heilt fram til mánaðin áðrenn hon doyði.
Eisini hevði mamma í nógv ár vaskiarbeiði á Stíggj­anum í Saltangará. Hetta arbeiði røktu mamma og babba saman hesi ár, og var hetta nakað sum tey bæði gingu høgt uppí.
Hetta var heilt greitt nak­að sum vísti hennara trúfesti móti tí sum hon kendi ábyrgd fyri.
Hetta trúfesti er eisini nakað sum familjan merkti. Trúfesti vísti mamma best við at hon á ymsan hátt savn­aði familjuna og altíð var klár við eini hjálpandi hond – helst uttan at verða biðin.
Familjan var hennara eitt og alt. Skuldi ein føðingar­dag­ur haldast, so var hon klár. Konfirmatiónir og onn­ur størri tiltøk í familjuni kendust ikki møtumikil at fara undir, tí mamma kom altíð í góðari tíð fyri at seta gongd á fyrireikingarnar.
Mamma gloymdi ongan. Mammu sína vitjaði hon trú­liga á Eldrasambýlinum Vesturskin. Tað at sjúkan gjørdi, at mamma ikki orkaði frá húsum longur, nívdi sjálv­­sagt hana. Men mest av øllum var hon hørm um, at hon ikki kundi seta seg í bil­in og koyra stutta teinin út á Toftir at vitja mammuna.
Eins og vit, so hava børn okkara eisini ein øgiligan sakn. Omman sum altíð var við í øllum, er ikki longur her. Omman á Gerðisvegi, sum altíð átti eitthvørt gott at bjóða tá ið tey koma at vitja. Omman sum var við til tey ymsu ítrottartiltøkini. Omman sum átti fast pláss til fótbóltsdystirnar. Omman sum altíð átti eina krónu at lata nú Eystanstevnan er far­in afturum bak. Hóast børnini ikki altíð siga so nógv, so vita vit, at omman eigur eitt stórt pláss í hjørtum teirra. Og liva tey og vit øll í viss­­uni um at hon er loyst frá hervu­ligu sjúkuni og er farin heim í ein betri stað.
Tað sigst at tíðin lekir øll sár, men “fátt er sum faðir, einki sum móðir”
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið um konu, mammu, vermammu, ommu og lang­ommu okkara Hansu Lam­hauge Hansen.
----------------
Familjunar vegna, Jóhannus, Sólvá, Erla, Hildur og Jónvør