Tað var ein av hesum sjáldsama góðu føroysku vetrardøgunum, at eg fekk deyðsboðini um ommu. Tað var stilli og kalt, sólin sá og eitt kavafølv lá í bygdini og í fjøllunum kring um Vestmanna. Eg hevði júst gjørt lítla kláran til ein gongutúr í vogninum tá mamma ringdi: Eftir nærum eina viku á truplari sjúkralegu við eyðsýndum líðingum hevði omma givið upp ondina og var nú ikki millum okkum longur.
Tá eg eina løtu seinni stóð á vegnum niðan í Heygadal og leit oman yvir bygdina sum nú í næstan 100 ár hevði verið ramma um lívið hjá ommu, fann eg ugga í jólasálminum, vit so mong jól sungu heima hjá henni: “Øldirnar fara, øldir munnu koma, ætt eftir ætt søkkur undir mold…” Vestmanna var eftir mínum tykki blivin eitt stórt menniskja fátakari, men alt gav meining, tí í vogninum lá ein av nýggjastu vestmenningunum, fjálgt ballaður undir dýnuni.
Eins og kanska flest allar ommur, var omma mín heldur ongin vanligur persónur. Og hon fylti so nógv millum okkum øll, at tað fekk ikki annað enn sligið fast, nú deyðsboðini komu, hóast hon var blivin so gomul. Hon gleddi seg sjálv til at blíva 100 ár, frísk og ferug sum hon var. Skemtaði um løgmann sum kom at vitja og spurdi um drotningin enn mundi senda kaffi. Og so gjørdist endin so óheppin og syrgiligur fyri hana og okkum øll. Hon datt í trappunum og fekk so mikið álvarsligt mein at hon megnaði ikki at koma fyri seg aftur. Tað gjørdi deyðsboðini eyka syrgilig.
Omma var fødd 2. juni í 1909. Hon var dóttir John og Maren Winther Olsen. Hon var elst av trimum systkinum, men gjørdist vaksin tíðliga, ber helst til at siga, tí hon misti mammuna bert fýra ára gomul. Seinni í lívinum fekk hon aftur fleiri ferðir djúpa sorg at kenna. Fyrstu ferð tá hon misti fyrsta barnið, sum var ein deyðfødd genta. Seinni misti hon aftur eitt barn, Torfinn, sum doyði av vanlukku minni enn tvey ára gamal. Men tann góði, gamaldags guðsóttin, sum omma hevði, hjálpti henni gjøgnum alt hetta, og tað verður á ongan hátt dapurskygni sum vit fara at minnast hana fyri.
Tað sum eg fyrst og fremt minnist ommu fyri, eru øll tey mongu barnaárini, tá hon kom í heimið hjá okkum at halda hús, gera okkum døgurða og strúka klæði, tí foreldrini vóru til arbeiðis. Omma gjørdi okkum priviligerað, og eg gloymi ongantíð hugnan og tryggleikan sum tað var við til at geva okkum børnum. Eg fari eisini leingi at minnast heimið hjá ommu, serliga tey nógvu jólini, vit hildu har. Hóast tað eru fleiri ár síðani nú, so stendur alt so ljóslivandi. Jólapyntið, hon hongdi upp, døgurðin, hon gjørdi okkum og gávurnar, sum bara gjørdust fleiri og fleiri sum talið á ommu- og langommubørnum vaks, men sum hon kortini helt fram at geva okkum langt upp í nítiárini.
Omma dugdi tíbetur so deiliga væl at skilja sína egnu støðu. At hon gjørdist eldri, og tí ikki kundi halda fram í heilt sama girði sum hon plagdi. Hon flenti tá hon varð spurd, hvussu hon hevði tað, og svarið var altíð tað sama: “Eg havi tað sum ein gomul kona kann hava tað. Eg blívi skjótt 100 ár”.
Hon búði einsamøll til tað síðsta og at støkka inn á gólvið hjá henni var sum at bremsa tíðini eina løtu. Líka mikið hvat annað hendi í lívinum, hvat tú skuldi taka støðu til og vera partur av, við ella uttan góðum vilja, so umboðaðu ommusa fýra veggir henda serliga friðin og hon sjálv var eitt slag av akkeri, sum kundi vissa tann sum ivaðist í, at tað skuldi nokk ganga.
Omma hevði sína meining um nógv, og fylgdi væl við í hvussu vit ungu livdu øðrvísi enn hennara ættarlið. “Og eru tit so nógv glaðari nú” spurdi hon har hon sat við stokkunum og eygleiddi okkum renna um kapp við tíðina.
Sjálv var hon heima alt lívið. Hon fekk ongantíð eina løn útgoldna, og, eg haldi, eg kann siga fyri hana, at hon hevði ikki vilja gjørt tað øðrvísi, um hon kundi.
Hon lat okkum vita, uppá sín góða, kærleiksfulla máta, at lívið heldur ikki var so galið soleiðis sum tey livdu fyrr. Men hon skilti væl, at verðin varð broytt, og at okkara møguleiki at gera nakað øðrvísi var avmarkaður. At vit bara ruku við streyminum, sum taratonglar í brimi.
Tað eru nógv fólk í Føroyum sum fara at minnast ommu fyri, hvussu røsk hon var. Eitt nú frá pensjónistaskeiðunum á Háskúlanum, har hon í mong ár var so nógv tann elsti luttakarin. Ella tá hon ferðaðist bæði innan- og uttanlands, eisini eftir at vera komin væl upp í árini. Hvussu væl henni dámdi at fara út og vera millum onnur. Sjómanskvinnuringar og sunnudagsskúlar, sum hon var við til at skipa fyri.
Seinasta dømi um treystið í henni var tá Landsfelag Pensjónista helt eldradag í Vestmanna í august 2008. Omma spákaði sær einsamøll ein túr niðan í høllina henda dagin, og endaði á forsíðuni á Sólsetri, blaði teirra eldru, sum kom út stutt eftir. Hetta bragdið skuldi vísa seg at verða hennara seinasta.
Eg vil við hesum æra minnið um ommu mína. Eg, og mong við mær, fara at leingjast eftir tær leingi, omma.
Gunnar