Sjónarmið míni noyðist tú ikki at útgreina. Tó so, hevur tú ikki skilt meg, meini eg at: Tað er ússaligt, at tú sum fakfelagsformaður góðtekur ein sáttmála fyri limir tínar, sum ger mun á nationalitet
Mánakvøldið 17. november kl. 19:00 skipar norðoya sambandsfelag fyri almennum fundi í hølunum hjá Pizzaria Napoli úti í Víkunum. Støðan hjá eldrarøktini í dag er eitt mál, sum er sera nógv frammi. Í l
Ongin orsøk at stúra fyri okkum. Ja, soleiðis sigur tú, Mortan Sørensen í Sosialinum 8. november í ár. Jú, so sanniliga er orsøk at stúra. Tú viðgongur sjálvur, at bilarnir koyra ikki so skjótt nú sum
Tey lyftið, sum norðoyingar fingu tá Ternan var sett í sigling afturat Dúgvuni, eru brotin, og vit kunnu bert staðfesta at støðan í dag er verri enn tá Dúgvan og Sam silgdu. Politiskur sjónleikur Tað
Havi fylgt við kjakinum um, at samgongan vil avtaka stuðulin til goldnan barnapening. Tjóðveldis-flokkurin (Páll á Reynatúgvu) hevur fyri aðru ferð í ár fingið ábyrgdina frá samgonguni at syrgja fyri,
29. november 2002 skrivar Fregnir »Jenis og Høgni loysing í 2003«. Tað mátti so verið. Eg var 27 ár, tá ið eg valdi loysing frá Danmark 14. september 1946. Nú eri eg 84 ár. Øll hesi mongu ár havi eg e
Nú hava vit staðið fyri skotum við bæði einum og øðrum. Men nú, vit verða skýrdir veiðitjóvar, føli eg meg noyddan at koma við hesi rætting. At verða skuldsettur fyri at hava fiskað kvotuna hjá einum
Útigongubann Í fyrstu atløgu haldi eg, at sjónarmiðið hjá Rúnu Sivertsen er áhugavert. Men hetta er ein tanki, sum er ógvuliga fremmandur hjá føroyingum. Tað heldur Karin Kjølbro, sosialráðgevari og l
Kæru frændur ! Føroyingar eru altíð fegnir um at vera boðnir til Íslands. Kenna seg onkursvegna at vera meira í slekt við hesa tjóðina enn aðrar. Ættar- og blóðbond, mentan, mál og lívskor. Føroyskir
... ella binda vit bara um heilan fingur viðeinum orðataki, ið liggur væl á tunguni? Leygardagin 15. november, skipar Fráhaldsráð Føroya fyri evnisdegi í Norðurlandahúsinum, um vandan við rúsevnum og