Lorvíksleiðin »ein politiskur sjónleikur«

Norðoya Sambandsfelag má uppá tað harðasta mótmæla at landsstýrið ikki vil gera nakað munagott fyri at betra um støðuna á Lorvíksleiðini.

Tey lyftið, sum norðoyingar fingu tá Ternan var sett í sigling afturat Dúgvuni, eru brotin, og vit kunnu bert staðfesta at støðan í dag er verri enn tá Dúgvan og Sam silgdu.

Politiskur sjónleikur
Tað varð bíðja við spenningi eftir at Ternan skuldi byrjað at sigla um Leirvíksfjørð saman við Dúgvuni.
Men nú hendan skipan hevur koyrt í eina tíð mugu vit staðfesta at støðan á leirvíksleiðini ikki er batnað.
Ferðaætlanin, sum ein "Lorvíksfjarðarbólkur" saman við Strandferðsluni hevur útarbeitt hevur í verkið als ikki nøkta tørvin hjá serliga vinnulívinum. Støðan í løtuni er meira fløkt enn nakrantíð og bilrøðirnar á ferjuleguni eru framvegis gerandiskostur.
Hetta merkir at trailarar fullir av farmi mugu standa og bíðja á Stongunum eftir farti. Tað var annars lovað norðoyingum at nú skuldi nakað munagott gerast, tí nú skuldu bæði Dúgvan og Ternan sigla um Leirvíks-fjørð.
Tað sum í verðuleikanum er hent er at nú skiftast Ternan og Dúgvan um at sigla leirvíksrutina, og stóran part av degnum siglur Ternan einsamøll meðan Dúgvan upptekur kaj-pláss frá útróðrarbátum og trol-bátum.
- Teir fáu túrarnir skipini sigla í senn eru als ikki nøktandi, og tí kann seinasta átakið hjá Strandferðsluni bert uppfatast sum politiskur sjónleikur.

Nú má okkurt henda
Vinnulívið í norðoyggjum kann ikki bíðja eftir til koyrandi verður ígjøgnum Norðoyatunnilin. Tað má okkurt munagott henda á Leirvíksleiðini og fara vit tí inniliga at heita á Vinnumálaráðharran, Bjarna Djurholm, um at vaknað, og fáa tingini á Leirvíksleiðini í rættlag.