29. november 2002 skrivar Fregnir »Jenis og Høgni loysing í 2003«. Tað mátti so verið. Eg var 27 ár, tá ið eg valdi loysing frá Danmark 14. september 1946. Nú eri eg 84 ár. Øll hesi mongu ár havi eg einki annað sæð uttan falsan og svik. 1948 kroystu danir og afturhaldið í Føroyum eina heimastýrislóg niður yvir okkara heysar, og Andrass Samuelsen seta teir til løgmann. Størri svikabrøgd eru ongantíð gjørd áður í Føroya landi. Hesi svikabrøgd hava løgting og landsstýri latið okkum liva við fyri uttan at rætta hond frá síðu. Nú vit eru komin langt inn í 2003, so góðu Jenis og Høgni, latið fólkaatkvøðuna 14. september 1946 koma til sín rætt í 2003, alt annað er svik og falsan. Latið so 14. september verða okkara tjóðardag. Ringt hevur verið, men nógvar ferðir verri hevði verið, um loysingin ikki hevði vunnið valið 14. september. Føroya fólk hevur nógv at takka okkum, sum nú eru goymul, ið valdu loysing 14. september 1946.
Um tann ólukka hevði hent, at danska stjórnaruppskotið vann valið 14. september 1946, høvdu vit einki havt at sagt í dag. Um tað hevði passað dønum at selt okkum fingið vinning, so gjørdu teir tað uttan at blunka. Sannleikin er tann, at danir tjena milliardir uppá handil við Føroyar. Eg kann minnast beint eftir kríggið í 1945 streymin av donskum sølumonnum, ið komu til Føroya. Teir høvdu hoyrt, at vit høvdu tjent væl av pengum hesi árini, Føroyar og Danmark vóru atskild, og vit áttu væl av peningi í eingilskum bankum. Nú galt tað um hjá dønum at fáa fatur á hesum peningi, ið Føroyar áttu til góðar í Onglandi. Tað gekk sum smurt hjá dønum. Vit føroyingar sótu eftir við svartaperi.
Føroyingar skuldu aldri havt tikið nakað samstarv upp aftur við danir eftir kríggið í 1945, men gjørt okkum leysar av dønum. Best hevði verið, um vit gjørdu leyst í 1940, tá ið okkara flagg bleiv góðkent. So høvdu vit sloppið frá hesum trætarínum, sum hevur verið síðan 1945. Beinanvegin eftir kríggið í 1945 skundaðu fleiri løgtingsmenn sær til Keypmannahavnar. Tað skuldi eitast at vera forhandlingar við danir. Har kom eini burturúr, tíðsspilla. Nú eru vit komin inn í 1946, nú vil tann danski statsministarin hava fólkaatkvøðu. Fólkaatkvøðu fekk hann eisini, hon bleiv staðfest til 14. september. Tá ið eg kom inn í valrúmið stóð á valseðlinum: Danska uppskotið ella loysing. Sjálvandi setti eg krossin fyri loysing. Í ár, 2003, eru 57 ár liðin síðan eg lógliga segði meg úr tí danska kongaríkinum. Tá loysingin hevði vunnið valið, byrjaði afturhaldið uppá fanansskap. Christiansborg og Amalienborg vóru heldur ikki sein í teirra fanansskapi, at stinga okkum í ryggin, ið erliga høvdu valt fríheitina. Eg komi ongantíð at góðtaka heimastýrið og ta falsan og svik, ið er gjørd ímóti okkum, ið valdu fríheitina 14. september 1946.
26. juni 1987 lýsir landsstýrið eina flagglóg. 14. september hava teir ikki við, men eitt hálvgamalt danskt konufólk og mann hennara og teirra ungar, og hvat kemur tað okkum við, hvussu danir halda teirra grundlógardag og Valdemarsdag við meira. Tað, sum eg havi fylgt við, hevur Danmark altíð verið ein deyðsfella fyri Føroyar.
So eg vil heita á teir prestar, sum royna at billa Føroya fólki inn, at vit hava eina drotning í Føroyum ? vælsignaðir latið vera við tykkara royndum at burturforklára sannleikan. Hevði hatta verið í einum øðrum siviliseraðum landi, so høvdu prestarnir syrgt fyri, at kirkjuklokkurnar høvdu ringt til takkargudstænastu hvønn 14. september ? okkara frælsisdag.