Finski forsetin, Alexander Stubb, heldur, at russiski forsetin, Vladimir Putin, testar Nato. Tískil eggjar hann øllum sameindum londum at seta russiska forsetan undir eitt nógv størri trýst.
- Nato eigur at vísa Russlandi, at tað ikki hevur eydnast hernaðarliga hjá russiska forsetanum, sigur finski forsetin, sum heldur, at russiski ágangurin á pólskt og rumenskt loftrúm í vikuni ikki er tilvildarligur.
Alexander Stubb heldur, at Russland testar Nato við vilja, og hetta hevur økt spenningin í Eysturevropa.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur seg vera tilreiðar at økja um trýstið á Russland við revsitiltøkum, um Nato-londini gerast samd um tað. Forsetin heldur eisini, at tollurin mótvegis Kina skal økjast til tess at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
Eftir at fleiri russiskar dronur fyrst komu inn í pólskt loftrúm og síðan inn í Rumenskt loftrúm, hevur ukrainski forsetin sagt á Telegram, at russiski herurin ítøkiliga visti, hvar teirra dronur fóru.
- Hetta er ivaleyst ein víðkan at krígnum frá russiskar síðu, skrivaði ukrainski forsetin á Telegram sambært NTB-tíðindastovuni.
Bæði Pólland og Rumenia eru limir í Nato, og tað er Finnland eisini.
Finski forsetin, Alexander Stubb, er í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, og hann er rættiliga ivaleysur í, at russiski ágangurin á Pólland og Rumenia ikki er tilvildarligur.
Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, hevur afturvíst útsagnunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um, at russiski ágangurin á Pólland kann hava verið eitt "mistak".
- Vit kundu eisini ynskt, at dronuálopini á Pólland vóru eitt mistak, men tað vóru tey ikki, og tað vita vit, skrivar pólski forsætisráðharrin á X, fyrrverandi Twitter.
Finski forsetin, Alexander Stubb, heldur, at neyðugt er at leggja eitt nógv størri trýst á Russland við búskaparligum revsitiltøkum, samstundis sum hernaðarligi stuðulin til Ukraina verður øktur.
- Vit mugu fáa Vladimir Putin at skilja, at hansara hernaðarligu mál eru miseydnað, og hetta er tað einasta, sum kann fáa russiska forsetan til samráðingarborðið, sigur Alexander Stubb.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann er til reiðar við hørðum revsitiltøkum móti Russlandi, tá øll Nato-lond eru samd og eru byrjað at gera tað sama, og tá øll Nato-lond eru givin at keypa olju úr Russlandi.
- Tað ger okkara samráðingarstøðu veikari, at Nato-lond halda fram við at keypa russiska olju, sigur hann.
Donald Trump heitir eisini á Nato-lond um at seta í verk ein 50 ella 100 prosent toll mótvegis Kina, til kríggið í Ukraina er av - hetta fyri at økja trýstið enn meira.
- Eg haldi, at hetta hevði viðvirkað til, at kríggið fekk ein enda. Um Nato ger, sum eg sigi, endar kríggið skjótt, sigur amerikanski forsetin.
Kelda: Dagbladet