Nú hava vit staðið fyri skotum við bæði einum og øðrum. Men nú, vit verða skýrdir veiðitjóvar, føli eg meg noyddan at koma við hesi rætting.
At verða skuldsettur fyri at hava fiskað kvotuna hjá einum øðrum skipi er langt úti og er ein sera álvarslig ákæra.
Eg skal vátta at Arctic Viking hevur aldrin fiskað kvotuna hjá nøkrum øðrum skipi í Eysturgrønlandi uttan vit hava keypt hana i dýrum dómum frá teimum sum átt hana hava.
So tá ið sjálvt ein fólkatingslimur ákærir okkum fyri slíkt, má tað afturvísast.
Eg havi sjálvur tosað við Tobba og hann sigur, at hann er skeivt endur-givin. Hann hevði ikki sagt, at vit vóru orsøkin til at hann ikki slapp undir Eysturgrønland og hann lovaði at hann skuldi koma við eini rætting til hetta.
Men Tobbi hevur rímiligt ikki sær stundir til slíkt, hann hevur væl nógv meir álvarslig mál um oyruni enn at verja okkum. Men tá ið eingin rætting er komin frá honum enn, skal eg koma við henni.
Vit hava keypt eystgrønlendsku kvotuna hja JFK í fleiri ár og tað sama hava vit gjørt í ár. Men at so JFK ikki hevði fingið avgreitt sína kvotu, áðrenn hann fór undir grønlendskt flagg, kunnu vit ikki gera við. Teir eru partvís umskyltir í tí, eisini tí at JFK helst hevði meir enn ovmikið um oyruni við nýgga Skálabergi og Nærabergi, sum jú eru prosjekt i 200 mill klassanum.
Rætt er eisini at vit skuldu ikki verið farnir at fiska av kvotu hansara, fyrenn undirskrivað pappír uppá tað var komið úr Fiskimalaráðnum. Men tá - í mars - varð hetta mett sum ein trupulleiki av reinum formligum slagi, sum fór at verða greiddur.
Tí havi eg aldri mett hetta sum nakað álvarsligt. Øll vit rækuskip vóru so als ikki í iva um, at hetta var ílagi,t í varð hendan kvotan ikki var tillutað JFK, skuldi hon so verðið býtt sundur ímillum hini skipini, og tað var hon ikki.
Skuldi henda kvotan so ligið ófiskað, nú vit allir hava ov lítið frammanundan? Skal ogn føroya fólks bara fara fyri onki av býttheit ella pappírnussaríði??
Dagin eftir at Tobbi kemur við hesum, kemur fram, at hann eisini hevur fiskað ólógliga, men sambært hann sjálvan, ikki SO ólógliga sum Arctic Viking.
Ja, gomorin!
Nei hetta var júst sama lógarbrot. Eins og vit, høvdu teir ikki fingið útsrkrivað loyvi, sum teir høvdu keypt.
Sama kvøld kemur Bjørn á Heygum fyri Tobba við eini øgiligari skolu á stjóran i Vaktartænastuni fyri at hann skal hava dittað sær at reist ákæru ímóti Tobba ella Napoleon.
Hetta er júst somu skuldsetingar sum Tobbi hevur sett fram ímóti okkum fáar dagar frammanundan og sum hann eftir øllum at døma ikki kemur við nakrari rætting til.
Sig mær hvar er logikkurin?
Ein fólkatings- og løgtingslimur sleppur, óátalaður, at legga ein av sínum starvsfeløgum undir at hava fiskað sína kvotu undan sær, og í sama viðfangi kemur við gori og galli, tá ið nakar ger tað sama ímóti honum????.
Nei støðan í Føroyum er vánalig. Onki kemur á skaftið. Persónlig álop og briksl og gravan eftir paragraffum eftir gølum. Ongin torir at gera nakað og best er onki at gera, tí so hevur man so onki skeivt gjørt.
Okkara útmerkaði fiskimannaráðharri situr sum lús millum tvær negl og fær onki gjørt. Ikki fær hann játta okkum dubultflagging og ikki fær hann nokta. Úrslitið er, at aðrir fara við hesum loyvinum og vit sita eftir sum svartiper av berari øvundsjúku.