Úti undir væðingini liggur ein berserkur og slotar

Røða hildin á landsfundi hjá Vinstri-Greinir

Kæru frændur ! Føroyingar eru altíð fegnir um at vera boðnir til Íslands. Kenna seg onkursvegna at vera meira í slekt við hesa tjóðina enn aðrar. Ættar- og blóðbond, mentan, mál og lívskor. Føroyskir tjóðveldismenn eru fegnir um at vera boðnir á landsfund brøðrafloksins Vinstri-Greinir. Skal nýta høvið til at bera fram kvøður frá flokkinum, frá formanni floksins Høgna Hoydal, frá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi og frá bróðurflokki okkara í Grønlandi Inuit Ataqatigiit, sum av ávísum orsøkum ongan møguleika hevði at vera umboðaður á meginfundi tykkara í dag.
Kendi russarin Alexander Solsjenitsyn segði einaferð tey vísu orðini at: "Um tjóðirnar skuldu horvið, fer hetta at gera okkum í minsta lagi líka so fátæk, sum fóru øll menniskju at verða púra eins, við sama persónleika og somu útsjónd. Tjóðirnar eru menniskjans ríkidømi, tjóðin er menniskjans kollektivi persónleiki. Sjálvt tær allar-minstu hava sín serliga lit og rúma í sjálvum sær eitt serligt frábrigdi í tí guddómliga stavnhaldinum."
Á einum fundi í Keypmannahavn fyri 5 árum síðani var fyrrverandi íslendski forsetin, Vígdis Finnbogadóttir spurd, um ein so lítil tjóð sum Føroyar hevði nakran møguleika at virka sum sjálvstøðugur statur í heimssamfelagnum. Hon svaraði ógvuliga greitt og skilagott: Tað finnast ongar stórar og heldur ongar smáar tjóðir. Tað finnast bara tjóðir. Hetta er ein spurningur um kvalitet og ikki ein spurningur um kvantitet.
Fyri skjótt seksti árum síðani gjørdu íslendingar eitt eksistensielt og politiskt landnám. Republikkin var veruleiki. Tjóðskaparrørslan hevði vunnið upp ein politiskan fulnað. Skeytið uppá matrikkulin Ísland var endaliga flutt úr Keypmannahavn til Reykjavíkar. Føroyingar ætlaðu at ganga somu leið. Á fólkaatkvøðu 14. september 1946 valdi fólkið loysing, men imperialistarnir inni á meginlandinum høvdu ongar ætlanir um at minka meira um teirra lebensraum í norðurhøvum. Saðlað var um í donskum stjórnarstovum. Føroyar og Grønland skuldu hiðani og inn í ævinleikan bindast niður í búskaparligum høftum, soleiðis at Danmark kundi varveita sín stór- og geopolitiska týðning í heims-samfelagnum.
Strategiin eydnaðist. Gjald fyri vald. Størri parturin av føroyingum lat seg keypa í politiskari prostitutión. Tær politisku Føroyar hava síðani stríðst um hendan pseudo-meginspurningin hjá eini tjóð í meira enn hálvthundrað ár. Gera tað enn. Sosialdemokratar og djúpir afturhaldsmenn í Sambandsflokkinum øðrumegin og vintrahallir tjóðveldismenn og ultrahøgra konservativir fólkafloksmenn hinumegin. Ein vitleys politisk støða. Men soleiðis bardust føroyingar, í eini danskari peninga-kuvøsu, í hálvthundr-að ár. Gera tað enn. Men vit stóðu á einum vegamóti í 1998, tá ið hin stóra kreppan var avhasað. Ein nýggjur búskaparligur møguleiki opnaðist og fyri fyrstu ferð síðani seinra heimsbardaga bar tað til at skipa eina heimastýrisstjórn við tí greiða máli, at Føroyar nú skuldu gerast ein suverenur statur. Eftir íslendska leist-inum frá 1918, í fyrstu atløgu.
Sum Voltaire gamli segði á sinni: Eitt søguligt gap opnaði seg, eitt av hesum sjaldnu tá ið politiska skipanin hevur møguleikan at trýsta nakrar avgerandi broytingar ígjøgnum, sum kunna skaka gamlar og stirvnar skipanir.
Royndin miseyðnaðist. Í fyrstu syftu. Bulmikli danski staturin spenti vøddarnar. Brúkti karaktermorð og danskar skattakrónur til at ræða við, og vit mega bara ásanna, at mergurin í føroyska rygginum helt ikki. Stevið í sjálvstýrissamgonguni fór úr takt. Málið gjørdist aftur eitt parlamentariskt innanhýsismál í Føroyum. Og toganin er aftur hin sama sum hon var. Tað eyðnaðist tó at minkað donsku ríkisveitingarnar við einum triðingi, úr 980 milliónum um ári, niður á 615 milliónir um ári, men politisku landnámini fylgdu ikki við, hóast sjálvstýrissamgongan gjørdi eina samtykt á Løgtingi um at gera enda á valdi dana í seinasta lagi í 2012.
Og hvaðar gongur so leiðin nú?
Nýggj stjórn, nýtt landsstýrið, varð aftur skipað á sumri i fjør. Samgongan varðveitti meirilutan saman við hinum kristiliga Miðflokkinum, sum framman undan hevði sitið í andstøðu. Tjóðskaparpolitiska siktið er lakari, men dagsskráin er framvegis løgtingssamtyktin frá 2001. At skipa føroyskar stovnar ístaðin fyri teir núverðandi donsku harímillum løgreglu og dómsvald og kirkju. Men róðurin er tungur. Neoliberalistarnir í Keypmannahavn, við Anders Fogh Rasmussen á odda, ið tóktust so laðaligir og frælslyntir í byrjanini, tátta nú í aftur kjaftbandið, vælvitandi um, at ein stórur partur av føroyska fólkinum og tí politisku skipanini í Føroyum gongur í ørviti dopað av donskum peningaveitingum. Tí er tjóðskaparstríðið so trupult. Ein helvt, kanska ein góð helvt, av fólkinum stuðlar dønum í teirra klassiska kolonipolitikki. Støðan er 11/2 - 1/2 til danir. Og eg sigi ikki íslendingar ringar fyri um teir einki skilja av hesum øllum. Hetta er ikki til at skilja, at eitt fólk, ein tjóð, selur sína sál fyri materiu heimsins. Ein má liva í hesum ørandi tilstandinum fyri at skilja hann.
Einki rínur við danir. Teir verja bara donsku statsáhugamálini. Herstøðin í Thule og radarin á Sornfelli og støðin á Eiði eru einastu amboðini teir eiga í stórpolitiska spælinum. Vóru hesar súlurnar karvaðar undan teimum, høvdu teir sama geopolitiska týðning sum eitt nú Luxenborg og Lichtenstein, og tað man vera nakað síðani at nakar amerikanskur forseti hevur hildið tað verið neyðugt ella hevur tíma at tikið sær stundir til eitt prát við teir báðar oddvitarnar í fýrstadømunum báðum.
Yrkjarin og kommunisturin Jóanes Nielsen sigur í eini grein frá 85 at: "Sum leysingabørn hjá skiftandi donskum kongum hava føroyingar í øldir tugt molarnar, sum hini hava leivt. Bæði hvat mati og embætismonnum viðvíkur. Men úti undir væðingini í hvørji sál liggur ein berserkur og slotar. Hetta kom til sjóndar í verkføllunum í fimtiárunum. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag var hin djarvi tjóðveldismaðurin Erlendur Patursson. Men teir, sum trúligast fylgdu honum, vóru innan av tí kongatrúgva Skálafjørðinum. Menn, ið ofta verða sagdir vera politiska afturhaldið í Føroyum, skutu tá við skørpum eftir kapitalismuni."
Føroyingar eru lagdir undir danskt vald og danskar kongar. Vit hava ongantíð, frá landnáminum og hiðartil dags lagt okkum undir danskt ræði, heldur ikki undir donsku grundlógina, síðani hon var veruleiki í 1849. Í dag brúka koloniharrarnir suðuri við Oyrasund donsku grundlógina sum jarnbrot móti føroyskum áhugamálum. Kirkjan skal ikki kunna flytast á føroyskar hendur uttan so at hon liggur fyri akker og íla í donsku grundlógini, sama verður skilið ivaleyst við løgreglu og dómsvaldi. Og tey flestu okkara minnast helst aftur á seinasta norðurlandaráðsfundin har danir nýttu donsku grundlógina sum amboð og jarnbrot fyri at forða føroyingum sjálv-støðugan limaskap í norðurlendsku familjuni. Eisini hitt almenna Ísland hoknaði undan danska trýstinum. Trivnaðurin er sjálvandi stórri í klubbanum av statum, enn tað, at velja leiklutin sum enfant terrible, sum tongforloysari hjá einum hjálandi, einum politiskum leysingabarni, í grannalagnum. Tí er tað Vinstri-Greinum, og serliga formanni floksins, Steingrími Sigfussyni, til miklan heiður, at hann ongantíð hevur dult fyri sínum treytaleysa stuðli til sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og til sjálvstýrisstríðið í Føroyum. Vit báðir Høgni hava onkuntíð í skemti tosa um at fáa Steingrim balsameraðan, eftir at hann er farin út á tær ævigu jaktmarkirnar, og smíða honum eitt mausoleum á Vaglinum í Tórshavn, sum varðtekin um dyggan og treystan stuðul undir komandi føroysku republikkini.
Íslendingar er tiltiknir og kendir um allan heim fyri sítt dirvið. Eisini sítt politiska dirvið. Hava verið í toskastríði við heimsveldið fyri sunnan. Vóru m.a. fyrstir at viðurkenna Ísrael og Baltalondini sum sjálvstøðug ríki. Og stríðið hjá Steingrími ber nú frugt í øðrum flokkum í Íslandi. Ungdómar og lokalfeløg hjá sjálvstaðismonnum eru nú farin at kvaklast og stuðla føroyska stríðnum, at sleppa út úr donsku kuvøsuni og inn í heimssamfelagið. Ein sjálvsøgd leið, sum stríð hevur staðið um í hálvtannað hundrað ár.
Vit fegnast um allan stuðul uttansyndis. Men føroyingurin má sjálvur loysa seg úr sínum høftum. Og vit ganga frameftir, hóast tað fyri bræsnar menn og kvinnur kann tykjast sum ferðin er alt ov lítil. Fyri okkum sum helst vildu skipa republikkina ídag, kann tað onkuntíð tykjast møtimikið, øll hendan parlamenteranin og lítið viðkomandi tosið, um at fylgja premissunum hjá valdsharrunum í Keypmannahavn. Sum frælsisstríðsmaðurin Mikis Theodorakis, ein av teimum ið stríddist ímóti fascistunum í Hellas, undir juntastýrinðum, segði einaferð: Frælsi fæst ikki, tað má takast. Hendan sannroyndin er galdandi fyri okkum á sama hátt sum fyri kúgaða fólkaræði í Grikkalandi tá ið Papadopulos var uppi á døgum.
Ein føroysk grundlóg er ávegis. Verður liðug smíðað áðrenn eitt ár er umliðið. Dómsvald, løgregla og kirkja skula skipast sum føroyskir stovnar í hesum valskeiðnum. Hendir tað ikki, tá rotast samgongan ímillum sjálvstýrisflokkarnar upp, og tjóðveldisflokkurin ætlar sær ikki longur at sita veðurfastur á donsku karusellunum. Er parlamentariska skipanin í landinum ikki nóg sterk til at loysa tjóðskapar-spurningin, tá má stríðið herðast á øðrum hermótum. Fólkið má mobilisera seg, leggja trýst á stirvnu zombiarnar á tingi, soleiðis sum vit sóu tað henda tá ið tað eyðnaðist føroyingum at sleppa undan føroyskum limaskapi í europeiska samveldinum, sjálvt um "móðirlandi" valdi eina aðra leið.
Tjóðveldisflokkurin er fyrireikaður politiskt at stjórna komandi republikkini. Hava greið mál og kláran setning um hvussu samfelagið skal skipast. Eitt trygt alment verk, ið tryggjar øllum javnbjóðis rættindi og møguleikar á almanna, heilsu, undirvísingar, mentanar og øðrum økjum, líkamikið hvussu sosiala støðan er, líkamikið hvussu fíggjarligu lunnindini eru hjá hvørjum einstøkum, er aðalmálið. Vinnan skal virka undir skipaðum marknaðartreytum. Á burðardyggum grundstøði. Eitt úrslit av góðum tjóðveldispolitikki hesi seinastu árini er m.a. at privata spekulatiónin í almennum køssum er burtur. Tey árini tá ið reiðarar og handilsmenn høvdu frítt at fara í landsins kassa spolaðu millum 13 og 14 milliardir danskar krónur út úr felagskassanum bara á hesari kontuni. Serliga hendan atgerð okkara hevur gjørt búskapin so mikið sjálvberandi, at økonomiska argumentið fyri politiska sambandinum millum Keypmannahavn og Tórs-havn at kalla er burtur.
Í duginum at fáa javnvág ímillum lýtini og skyldurnar liggur tann veruligi statsmanskunsturin. Og Arthur M. Schlesinger, jr., ráðgevi hjá Kennedy forseta legði afturat: Hvussu er okkara støða mótvegis Vietnam í so máta?
So dystin lærdir teir annars eru í stjórnarkynstri, so er danski kolonipolitikkurin ikki so frætt nýanseraður, at danski forsætisráðharri kundi funnið uppá at spurt seg sjálvan hendan spurningin. Sohvørt sum fingrarnir fáa takholt á rimini verður jarnhælurin traðkaður í. Har er eingin náði. Tilboðið er meira búskaparligt kraftfóður fyri framhaldandi danskt vald. Eitt sløð av olmussu ballað inn í eitt slag av siviliseraðum solidariteti. Teir rópa seg eisini uppá javnrættindi millum sokallaðu ríkispart-arnar Grønland, Føroyar og Danmark. Javnstøða sum veruligur aktørur í heimssamfelagnum verður ikki úrslitið av hesum pseudopolitikki. Komi at hugsa um Amilcar Cabral. Oddviti í frælsisrørsluni í Guinea-Bissaus. Portugisiskir agentar skutu hann hin 20. januar 1973. Stutt fyri lívlátið segði hann hesi skilagóðu orðini á einum landsfundi hjá svenska javnaðarflokkinum: "Samhaldsfesti og eingin javn-støða er bara ein olmussa, og olmussir hava ongantíð stuðla undir nakran framburð, hvørki hjá eini tjóð ella menniskjum annars. Og trygd við ongari javnstøðu er tað sama sum autoritert patriarkat, verja ella beinleiðis kolonialisma. Hon stendur altíð í andsøgn til veruliga frælsi hjá tjóðum og menniskjum." Misskilta danska samhaldsfestið, sum føroyska íhaldið tosar um, er tí ikki annað enn torvmold, sum sjálvstýrissamgongan í Føroyum eigur at lempa burtur, um hon annars hevur styril til tess.
Kæru frændur. Fegin um at hitta tykkum. At kenna hitan úr lógvum sum vilja lyfta saman við okkum í strembanini fram ímóti einum so sjálvsøgdum málið sum javnrættur er. Javnrættur ímillum manna líkaso væl sum millum tjóða. Okkara uppgáva er at verja individi og samfelagið móti atsøknum bæði innan- og uttaneftir. Og at brynja og styrkja um samfelagið soleiðis at framtíðin er ein avbjóðing og ein møguleiki heldur enn ein hóttan fyri okkara eftirkomarar.
Sum Jens Pauli Heinesen endar stóru skaldsøgu sína, Frænir eitur ormurin: "Alt er relativt, alt er komplementert. Stundin er komin til nýtt siðaskifti, ein nýggjan kopernikuslátur. Rekið menniskjað út úr skýmaskotinum. Setið meg omanfyri náttúrulógirnar og latið tarvin liggja á biti við mína lið.
Kæru frændur. Enn einaferð tøkk fyri at vit vóru boðnir við á landsfund tykkara, og bestu kvøður frá vinaflokkum tykkara í Grønlandi og Føroyum.