Er vandin í vælferðini?

    

... ella binda vit bara um heilan fingur viðeinum orðataki, ið liggur væl á tunguni?


Leygardagin 15. november, skipar Fráhaldsráð Føroya fyri evnisdegi í Norðurlandahúsinum, um vandan við rúsevnum og misbrúki.
Evnisdagurin, har øll kunnu taka lut, byrjar kl. 10.00 og endar kl. 16.00. Umboð fyri narkoløgreglu og Bláa Kross fara at kasta ljós á faktuellu vandarnar og eisini fer ein útlendskur fyrilestrahaldari, at geva íkast til viðgerð av misbrúki.
Fráhaldsráð Føroya er eitt samstarv millum feløgini IOGT, Blái Krossur Føroya, Adventistasamkoman, Haldórsvíkar Avhaldsfelag og Nólsoyar Avhaldsfelag. Fráhaldsráð Føroya er ein sannan av felags áhugamálum og at frægast er at lyfta í felag.
Hetta, at vit halda, trúgva og gita, kann koma okkara ungdómi dátt við. Og so er tað eisini - og oftast ? hini, ið verða rakt av misbrúki. Evnisdagurin er ikki ætlaður sum ein felags ?grátimúrur?, men hinvegin skal hann lýsa, bæði sakliga og ítøkiliga, veruleikan hjá føroyskum ungdómi.
Dagurin verður eisini karmur um úrslitið av búmerkjakappingini, ið Fráhaldsráð Føroya setti í verk fyrr í ár. Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, fer at av-dúka vinnandi búmerkið og samstundis verða øll inn-sendu uppskotini framsýnd.
Evnisdagurin fer fram í Klingruni í Norðurlanda-húsinum.