Ein áhugaverdur tanki

? Men at løgreglan skal gerast ein partur av okkara barnauppaling, er ein tanki, sum er heilt fremmandur í Føroyum, heldur Karin Kjølbro

Útigongubann

Í fyrstu atløgu haldi eg, at sjónarmiðið hjá Rúnu Sivertsen er áhugavert. Men hetta er ein tanki, sum er ógvuliga fremmandur hjá føroyingum.
Tað heldur Karin Kjølbro, sosialráðgevari og leiðari á Kriminalforsorgini um hugskotið hjá Rúnu Sivertsen um at seta eina lóg í gildi í Føroyum, sum bannar børnum og ungum, undir einum ávísum aldri, at ganga seinni úti enn eitt vist um kvøldið.
Hetta er ein spildurnýggjur tanki fyri henni, sum hon ikki hevur hugsað so nógv um, so hennara viðmerking er stutt.
Karin Kjølbro sigur, at henni hevur ongantíð dámað og hon hevur ongantíð skilt, at børn og blaðung ganga úti og mala um næturnar og hon spyr, hvar foreldrini eru.
? Veruleikin er kortini tann, at tað krevjast ongar kvalifikatiónir fyri at seta børn í verðina, og hóast nógv tann størsta fjøldin av børnum hevur tað gott, eru tað eisini mong, sum detta niðurímillum.
Men sjálvt um hon heldur, at sjónarmiðið er áhugavert, heldur hon eisini, at tað er rættiliga fremmant fyri okkum, at løgreglan skal vera ein partur av uppalingini. Hon ivast eisini í, um hetta er ein leiklutur, sum løgreglan yvirhøvur er sinnað at átaka sær.
Hon tekur lógina í Íslandi sum eitt tilboð um hjálp. Men hjá okkum er vanliga uppfatanin av løgregluni ikki, at hon er til hjálp hjá vanliga borgaranum. Vit hava eina meiri negativa uppfatan av løgregluni og eitt uppskot sum hetta kundi kanska verið við til at gjørt hana meiri menniskjansliga.
Hinvegin heldur hon, at vit um okkara leiðir hella meiri til upplýsing, heldur enn at hótta við løgreglu.
Men hon vísur eisini á, at júst í hesum døgum hendir nógv, sum hevur til endamáls at gera barnaforsorgina betri og sum skal virka til frama fyri tey børn og tey húski, sum hava ymsar trupulleikar og hon heldur, at ein tanki um at fáa útigonguforboð og at løgregluna upp í tað uppalandi arbeiðið, kann vera órógvandi beint nú.
Og so leggur hon eisini afturat, at fyri henni er tað ikki ókent, at løgreglan hevur tikið børn og ung upp, tí hon veit um dømi, har løgreglan hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at bjarga ungum fólki undan trupulleikum.

Løgtingið skal banna børnum við lóg at ganga úti um náttina
Tað var í Sosialinum ígjár, at Rúna Sivertsen bar fram tað óvanliga sjónarmið, at Løgtingið eigur at seta lóg í gildi, sum bannar børnum at ganga úti seint um kvøldið og um næturnar. Tað heldur Rúna Sivertsen, sum er varatinglimur fyri fólkaflokkin í Norðoyggjum.
Í Íslandi hava tey eina slíka lóg. Har skulu vørn, 12 ár og yngri, verða inni klokkan átta um kvøldið um veturin og klokkan 10 um summarið, uttan tá ið tey eru úti saman við vaksnum.
Børn ímillum 13 og 16 ár, skulu vera inni klokkan 10 um kvøldið um veturin og á midnátt um summarið, eru tey ikki úti saman við vaksnum.
Rúna Sivertsen sigur, at tað eru ógvuliga nogvir fyrimunir við eini slíkari lóg. Hon heldur, at ein útigongulóg kundi verið ein verja hjá bæði foreldrum og børnum.
? Tað skerst ikki burtur, at tað eru mong foreldur, sum onkusvegna hava mist tamarhaldið á børnunum av ymsum orsøkum og sostatt standa hjálparleys og ikki fáa børnini inn um kvøldarnar
?Men hetta kann eisini verja børnini fyri foreldrum, sum onkusvegna svíkja tey, antin tí tey hava rúsdrekka- ella sosialar trupulleikar, ella trupulleikar av øðrum slagi. Tekur løgreglan eitt barn ella eitt blaðungt upp seint á kvøldi, ella um náttina, ber til at fara heim til húsa við tí og kanna eftir, hvussu støðan er heima.
?Vísir tað seg, at foreldrini onkusvegna ikki eru før fyri at røkja sínar skyldur mótvegis børnunum, ber sostatt til rættiliga tíðliga at taka stig at hjálpa og stuðla bæði børnum og foreldrum aftur á beint.