hvørt VÍF aftur í ár skal sópa alla mótstøðu til viks, ella um leikararnir nú veruliga skulu spenna seg út, um gullmerkini skulu endurvinnast. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Jónleif Sólsker 8(3), [...] sett ljós á hendan veikleikan. Tað er nú heldur ikki vist, at talan er um nakran veikleika, tí við Haraldi Bjørgvin og Johnny Joensen hevur VÍF framvegis sera gott fólk á vongsessunum. Enn hava teir tó ikki [...] øgilga nógv út, men hinvegin helt verjan alla tíðina stutt tjóður í mótstøðuni, og tá kyndilsvenjarin nú eisini mátti steðga úti á beinkinum fleiri ferðir við eini eymari øksl, gekst illa at skjóta málini
Hann var nevniliga eini 13 ár við týskum trolarum. Har manglaði fólk, nú so nógv at tí unga fólkinum var burtur, og tí fingu teir fólk aðrastaðni frá umborð á skipini. Eisini føroyingar. Meinhard var [...] ma sinnalagi, Meinhard hevur, hevur hann helst ikki verið mætasti jassurin á ungum árum heldur enn nú á gamalsaldri, so ivaleyst hevur hann fingið eitthvørt stuttligt burtur úr tí lívinum eisini. Men hann [...] í bátin og tað, sum har til hoyrir. Millum annað at fiska hummara á Skálafirðinum dámdi honum væl. Nú er tað kanska líka nógv tilrigging, sum okkurt annað. So lættur er hann enn upp á sporið, at hann verður
SINNISBATI Hví skulu tey sálarsjúku bíða ár eftir ár eftir at fáa sømilig kor. Hendan spurningin og aðrar reisir felagið Sinnisbati politisku myndugleikunum, nú enn eina ferð er greitt, at ov lítið er [...] myndugleikum, sigur Sinnisbati. Skulu hesi nógvu fólkini hava eina vón um, at teirra bráðfeingis bústaðartørvur verður nøktaður í eini framtíð, sum ikki liggur so langt burturi, skulu nógv fleiri pengar setast [...] eru kendar. Álit er skrivað, sum nágreiniliga lýsir støðuna, við niðurstøðu og tilmælum. Umleið 40 fólk liggja inni á landssjúkrahúsinum, sum kundu verið útskrivað, men sum ongan bústað hava at fara í.
virkisloysi. Nú stendur mentanin ovast á breddanum og húsini, ið at kalla stóðu at detta, bera nú boð um nýggjar tíðir. Húsini eru sett í stand frá innast til uttast.Gamli klædningurin er burtur og nú angar av [...] miðhæddini í Stóra Pakkhúsi verður ivaleyst mesta virksemi. Har er m.a. stórur salur og køkur. Ætlandi skulu fólk gerast limir í Pakkhúsinum. Skipað verður fyri kvøldum, har ymiskt verður til matna. Her er samstarv [...] Ein av hesum ljósu løtum var leygardagin, tá Stóra Pakkhús í Vági lat upp fyri almenninginum og nógv fólk leitaði sær at síggja stásiligu húsini. Húsini , ið standa við Garðabrúnna. Eitt øki, ið hevur verið
í huga mínum at gerast virkin politikari aftur. Karin Kjølbro vil heldur hava, at ung og nýggj fólk skulu koma framat. Hon hevur framvegis stóran áhuga fyri politikki og vil gera sítt at lyfta við. ?Man [...] Uppstilling og løgtingsval Valfeburin er av álvara farin at gera um seg. Tað sæst og hoyrist eitt nú á lýsingunum frá valfeløgunum, sum so smátt eru farin at hugsa um uppstillingina til løgtingsvalið. [...] undunum. Í staðin varð fyrsti uppstillingarfundurin brúktur til at koma við uppskotum um, hvørji skulu kappast um at koma upp á listan. Millum tey, sum vóru í uppskoti á fundinum hjá Tjóðveldisfelagnum
Landsstýrið fer nú at virka fyri, at starvsfólk hjá tí almenna kunnu steðga trý ár longri á arbeiðsmarknaðinum. Síðani 1993 hevur fráfaringaraldurin verið 67 ár, men fakfeløgini skulu nú siga landsstýrinum [...] varð ásett í einum rundskrivi, sum allir almennir stovnar hava verið noyddir at fylgja líka síðani. Nú arbeiðsloysið er lítið og einki, og tey eldru gerast fleiri og fleiri, hevur landsstýrið valt at endurskoða [...] arbeiðsmarknaðin, og tað er í hesum sambandi, at fráfaringaraldurin helst verður settur upp aftur. Eisini skulu eldri starvsfólk hava møguleika til at fara niður í tíð, um tey ynskja tað, eins og sáttmálarnir við
"Vælskapt brek" kom út í september í fjør, og siga stigtakararnir, at seldar eru umleið 1600-1700 fløgur. Nú er peningurin gjørdur upp, og verður 20 ára føðingadagurin hjá MBF í dag nýttur sum høvi til gávuhandanina [...] fitta peningagávu í øllum førum eftir søluni at døma. ? Vit hava møtt ógvuliga nógvari vælvild, og fólk hava tikið ógvuliga væl ímóti okkum, sigur Hilmar Jan Hansen, sum er ein av limunum í áhugabólkinum [...] barnadeildina á Landssjúkrahúsinum áljóðandi 15.000 krónur bert fyri sølu av plakatum. Faldari næsta stigið Nú hesin kapitullin er yvirstaðin, er næsta punktið á skránni at fáa gjørt ein faldara við vegleiðing
landsstýri veljast av nýggjum aftaná hvørt løgtingsval. Nú fer tilnevning av løgmanni ikki longur fram av sær sjálvum eftir løgtingsval. Løgmaður metir nú sjálvur um hann hevur møguleika at halda fram, og í [...] Jógvan Sundstein ????????????????? Tað eru nú liðin 3 1/2 ár síðani núverandi landsstýri sá dagsins ljós. Hetta landsstýri setti sær fyri at vinna Føroyum og Føroya fólki fullveldi. Ein greið ætlan varð [...] síðum at fáa skipanina at virka. Men her upplivdu vit tað ótrúliga at danska stjórnin ? umboðandi eitt fólk sum sigur seg vera fólkaræðisligt og vilja verja sjálvsavgerðarrættin hjá øðrum tjóðum ? setti seg
valdur at umboða Suðuroynna, saman við borgarstjóranum á Tvøroyri, sum tá var Dan Nielsen, men sum nú er Finnleif Guttesen. Vinnulívsmenninir, Heri Hjelm og Viberg Sørensen vóru hinir suðuroyingarnir í [...] nýggjari fyri tað. Hann spyr, hvussu ofta Norrøna ikki fer at verða noydd at avlýsa, tí ellisbrek skulu umvælast. Og ellisbrek fáa øll skip javnan, ið eru so gomul. ?Stjórin í Smyril Line hevur sjálvur [...] so skal hitt koma aftaná. ? At tvinna havnaløg og tunlar uppí, tænir ongum endanmálið uttan at seta fólk norðanfjørðs upp ímóti suðuroyingum Jógvan Krosslá sigur, at ongin kann siga nakran ringan fyri, um
onki, heldur skurrar tað í oyrum at hoyra okkarar »spikarar« nú meira enn fyrr bíta seg í undirvørrina, tá teir lesa Ev-ropa og Av-stralia. Og nú vit eru við framburð í okkara fjølmiðlum, so skurrar tað ikki [...] Ólavur Hátún Kann ikki siga annað, enn at tað fellur mær fyri bróstið, at fólk eru farin at skriva omanfyrinevndu heimspartar við v, sum allur heimurin við somu bókstavum sum vit skriva við u. Týskarar [...] eisini eitt eu. Í Australia vísir framburðurin av teirra heimsparti, at talan er um skrivað au, og hví skulu vit, sum í okkara egna skriftmáli so fegin vilja leita aftur til upprunar, soleiðis royna at sermerkja