Mentanarhús miðar fram úr mjørka

Í táminum leygardagin tóku vágbingar í nýtslu Stóra Pakkhús, nýggja mentanarhúsið, ið ætlandi skal hýsa alskins mentanarligum tiltøkum. Ung og eldri leitaðu sær í Stóra Pakkhús leygardagin og eisini tiltiknu gomlu grindabátarnir heilsaðu húsinum

Leygardagurin var ikki júst hin ljósasti dagurin av árinum. Mjørki lá tjúkkur yvir húsatekjunum og tað kendist, sum byrjaði dagurin ongantíð veruliga, áðrenn hann aftur tók at halla. Men ljósar løtur eru tó, sjálvt á myrkastu døgum.

Ein av hesum ljósu løtum var leygardagin, tá Stóra Pakkhús í Vági lat upp fyri almenninginum og nógv fólk leitaði sær at síggja stásiligu húsini. Húsini , ið standa við Garðabrúnna. Eitt øki, ið hevur verið karmur um kanska mesta virksemi í landinum. Eitt øki, ið hevur sæð myrkari tíðir og vónloysi. Eitt øki, ið aftur er vorðið miðdepil, eftir at hava ligið í órøkt og virkisloysi.

Nú stendur mentanin ovast á breddanum og húsini, ið at kalla stóðu at detta, bera nú boð um nýggjar tíðir. Húsini eru sett í stand frá innast til uttast.Gamli klædningurin er burtur og nú angar av nýggjum viði og nýbryggjaðum kaffi.


Stóra takið

Og eingin ivi er um, at tað er eitt megnar tak, ið vágbingar hava tikið, nú nýggju mentanrhúsini, Stóra Pakkhús, lata dyrnar upp. Og tað er stásilig sjón at trína innar.

Hugni, og ein framskygd eind av nýggjum og gomlum, skapa góðar karmar fyri tiltøkum av alskyns slag. Varðveitslan av sjálvum húsinum er mentan í sjálvum sær og undirstrikar bæði á áhugaverdan og hugnaligan hátt endamál húsins.

T.d. sæst í húsinum ein av fyrstu ravmagnsskipanum í søgu Føroya. Sum kunnugt vóru suðuroyingar fyrstir at fáa ravmagn og í Stóra Pakkhúsi sæst gomul ravmagnsskipan varðveitt. Kermikk og veirar ganga fram við veggum og lofti.

Eisini er stuttligt og áhugavert, at ymisk áskrift á veggunum er varðveitt. Partvís í samband við ymiskt arbeiði í húsinum, men eisini hava fólk skrivað navn sítt og árstal á veggirnar í pakkhúsinum, tá tey hava verið har og arbeitt har. Kend og ókend hava sett navn sítt á veggin og ein fyrrverandi varabispur, Ejvind Wilhelm, hevur í tríatiárunum sett navn sítt á veggin, eins og so mangur annar.


Alt slag

Húsini eru í trimum hæddum. Á seglloftinum er sjósavn og fundarhøli. Savnið hevur samstarv við Føroya Fornminnissavn.

Í kjallaranum verður møguleiki at taka gomlu grindabátarnar inn til umvælingar og annað. Kappróðrarfólkið fer eisini at nýta kjallaran. Har eru sett upp brúsur og wc og umklæðingarrúm. Alt sera snøgt. Eisini eru vaskimaskina og turkitrumla.

Gestir, sum koma sjóvegis til Vágs í t.d. seglbáti kunnu nýta hentleikarnar. Hetta er kent aðrastaðni, har bátafeløg skipa fyri slíkum. Vágur má sigast at vera væl fyri, í mun til aðrar bygdir, ið ofta ikki eiga slík viðurskifti at bjóða gestum. Umframt, at wc, brúsa og møguleiki er fyri klædnavaski í Stóra Pakkhúsi, hevur hetta tilboð eisini verið til vitjandi í kjallaranum í bygninginum hjá Heimavirkinum í nøkur ár.

Í miðhæddini í Stóra Pakkhúsi verður ivaleyst mesta virksemi. Har er m.a. stórur salur og køkur. Ætlandi skulu fólk gerast limir í Pakkhúsinum. Skipað verður fyri kvøldum, har ymiskt verður til matna. Her er samstarv við ymsar kokkar, ið fara at matgerða. Skipað verður fyri ymsum hugnaløtum, t.d. við livandi tónleiki og eisini er útgerð keypt til filmsframvísan. Samstarv verður við Norðurlandahúsið um hetta, eins og um onnur tiltøk. Ein av gestunum í Vági leygardagin var Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum.

Onnur hugsandi tiltøk eru t.d. kvøld fyri fótbóltsáhugað, fyrilestrar og framsýningar.

Tað var tollaksmessudag í 1999, at feløg tóku seg saman um ætlanina Stóra Pakkhús. Hesi vóru felagið Garðabrúgv, Grindabátafelagið, Johanna TG 326, Nýggjársnevndin, Vágs Kappróðrarfelag og Vágs Sóknar Fornminnisfelag.

Fríggjadagin var hátíðarløta fyri innbodnum og leygardagin var húsið tikið í nýtslu og almenningurin slapp innar. Eisini varð skipað fyri uppboðssølu av seyði og væl av peningi kom inn, ið fór til mentanarhúsið.

Henda heystardag stevndi nýggja mentanarhúsið stolt út í mjørkan á síni nýggju ferð undir nýggjum flaggi, nevniliga sum skúta fyri mentan og felagslívi. Og hóast támið henda dag, ber hetta boð um ljósar tíðir.