Ólavur Hátún
Kann ikki siga annað, enn at tað fellur mær fyri bróstið, at fólk eru farin at skriva omanfyrinevndu heimspartar við v, sum allur heimurin við somu bókstavum sum vit skriva við u. Týskarar t.d. frambera Europa sum »oyropa«, tí á teirra máli verður eu framborið sum okkara oy, og enski framburðurin við »jú« endurgevur eisini eitt eu. Í Australia vísir framburðurin av teirra heimsparti, at talan er um skrivað au, og hví skulu vit, sum í okkara egna skriftmáli so fegin vilja leita aftur til upprunar, soleiðis royna at sermerkja okkum við einum av, tá ongin orsøk er til tað? Gagn ger tað onki, heldur skurrar tað í oyrum at hoyra okkarar »spikarar« nú meira enn fyrr bíta seg í undirvørrina, tá teir lesa Ev-ropa og Av-stralia. Og nú vit eru við framburð í okkara fjølmiðlum, so skurrar tað ikki minni at hoyra oynna Mallorca framborna sum Malorska. Spaniólar skriva her ll, men siga j, Majorka, og tí kundu vit her loyvt okkum ein føroyska stavseting við j, so sum eisini bretar hava tað, tí í oyggjarnavninum liggur upprunaorðið major, tann størra oyggin, samanborið við tað minnu, minor, sum eitur Menorca.
At vit í seinni árum hava fingið forn føroysk geografisk heiti sum t.d. Ermasund, Eystrasalt, Fjón og Sæland aftur í nýtslu er at frøast um. Men at royna at nýskapa eitt føroyskt landafrøðiligt mál við t.d. at skriva Liktinstein fyri Lichtenstein og Kili fyri Chile haldi eg vera at vaða longur út, enn ynskiligt er. Tí hvar skulu vit enda? Fara vit kanska í bókmentum at tosa um Sjeykspir og tað, sum Gøti hevur skrivað, og at spæla verk eftir Sjopeng og Edvard Grik?
Nei, ikki ynski eg at gera nakað til láturs, sum so góð fólk vilja fremja okkara máli at gagni; men eg vil halda, at vit heldur enn at royna at ljóðskriva mál hjá øðrum, áttu at tikið verulig stig til at endurskoða okkara egna skriftmál, so at tað her fæst betri samsvar millum tað talaða og tað skrivaða málið.










