Meinhard er føddur Inni í Heiðum tann 23. oktober 1921. Sonur Suffíu og Dánjal Paula Højgaard, sum ættaður var úr Rituvík. Pápin, Dánjal Pauli, var úr fyrstu niðursetuhúsunum í Rituvík, hagar foreldur hansara fluttu jólaaftan 1873.
Tey bæði, Suffía og Dánjal Pauli, fingu seks børn. Fýra døtur og tveir synir. Tvær systrar eru deyðar, meðan hini fýra eru á lívi enn.
Meinhard fór, sum vanligt var á hansara døgum, ungur til skips. Við snøri í sjálvdrátti undir Ísland at fíla. Eitt lortalív, sum mangur hevur sannað.
Tó loyva vit okkum at halda, at við tí lætta og skemtingarsama sinnalagi, Meinhard hevur, hevur hann helst ikki verið mætasti jassurin á ungum árum heldur enn nú á gamalsaldri, so ivaleyst hevur hann fingið eitthvørt stuttligt burtur úr tí lívinum eisini.
Men hann var ikki verðandi á skipsdekki soleiðis út í eitt, hóast tað var sjógvurin, sum helt honum uppi. Hann fór til lands í Íslandi. At rógva út. Síðan var hann annars aftur skipsmaður við øllum tí, sum tilhoyrdi.
Eftir seinna heimsbardaga var Meinhard við til at byggja tað nýggja Vesturtýskaland uppaftur. Hann var nevniliga eini 13 ár við týskum trolarum. Har manglaði fólk, nú so nógv at tí unga fólkinum var burtur, og tí fingu teir fólk aðrastaðni frá umborð á skipini. Eisini føroyingar.
Meinhard var øll árini, hann var við týskarunum, formaður hjá føroyingunum umborð. Um hesa tíðina hevur hann greitt frá í grein í Sosialinum fyri nøkrum árum síðan.
Ikki er tað frítt, at hann enn heldur tað týska málið viðlíka. Er týskt flagg at síggja á einumhvørjum skipi í havnini í Runavík, fer hann ein túr framvið at vita, hvussu til stendur.
Uppilagstur gjørdist hann arbeiðsformaður á Lynfrost, har hann var nøkur ár, til hann gjørdist tollari tann fyrsta apríl 1978. Eitt starv, hann so røkti, til hann fyri aldur legði frá sær í 1991 .
Meinhard giftist Jenny -Stranda-Jenny - sum sjálvandi er av Strondum, sum navnið sigur, í juni 1949, og høvdu tey fyri góðum tveimum árum síðan gullbrúdleyp. Tey eiga fýra børn. Tvey av hvørjum slagnum.
?Sært tú. Hevur man ikki skil á tí, man fæst við, endar galið, hevur Meinhard onkuntíð tikið til. Og kanska er líkt til, at sjálvt her hevur hann lagt til rættis, hvussu verða skuldi.
Men hóast Meinhard gjørdist pensionistur hevði hann ikki tíð at gevast fyri tað. So fór hann bara at leggja meira tíð í bátin og tað, sum har til hoyrir. Millum annað at fiska hummara á Skálafirðinum dámdi honum væl. Nú er tað kanska líka nógv tilrigging, sum okkurt annað.
So lættur er hann enn upp á sporið, at hann verður ikki tikin av hvørjum sum helst. Stuttligt er at møta honum á vegnum, tá teir báðir, Snar, fara út í Saltnes. Einar tvær-tríggjar ferðir dagliga. Hvønn einasta dag. Og tað er við fullari ferð. Einki við at krúpa her, hóast ein er komin til tey áttati.
Annar sonurin helt nú hendan dagin, at tað sá ikki mætari út, enn at hann vandi til onkra størri kapping, ið verða skuldi, sum hann tuskaði avstað.
Men tað ber tó til at steðga honum kortini. Fáa hann at fortelja eina av sínum mongu, herligu skrønum. Tær eru av sonnum herligar, skulu vit heilsa og siga. Áttu í grundini at verði samlaðar, og goymdar. Góður frásøgumaður er hann, og spektrið er breitt.
Spurdi fyri nøkrum fáum árum síðan, eg møtti Meinhardi á ólavsøku, hvussu tað var við at hyggja eftir konufólki nú á gamalsaldrinum.
?Tað veit Jesus, eg lúgvi tað ikki, tá eg sigi, svaraði hann - honum so líkt - at tá maður ikki hyggur eftir konufólki meira, tá er lítil maður eftir í honum.
Meinhard fer at halda dagin saman við familjuni, og tað fer ivaleyst at veðra bæði hugnaligt og skemtiligt.
Tær og Jenny báðum verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum og nógv góð ár saman í framtíðini.










