Trý ár longri á arbeiðsmarknaðinum

Landsstýrið heldur tíðina vera komna til at seta fráfaringaraldurin upp aftur, so fólk kunnu arbeiða, til tey fylla 70 ár.

 

Fráfaringaraldur



Landsstýrið fer nú at virka fyri, at starvsfólk hjá tí almenna kunnu steðga trý ár longri á arbeiðsmarknaðinum. Síðani 1993 hevur fráfaringaraldurin verið 67 ár, men fakfeløgini skulu nú siga landsstýrinum, hvat tey halda um, at fráfaringaraldurin verður settur til 70 ár aftur, eins og hann var áðrenn 1993.

67-ára fráfaringaraldurin kom í gildi við árslok 1992 sum eitt av mongum krepputiltøkum. Hetta varð ásett í einum rundskrivi, sum allir almennir stovnar hava verið noyddir at fylgja líka síðani.

Nú arbeiðsloysið er lítið og einki, og tey eldru gerast fleiri og fleiri, hevur landsstýrið valt at endurskoða hesa níggju ára gomlu siðvenjuna. Õ næstum verða stovnar, fakfeløg og tænastumannafeløg biðin um at koma við viðmerkingum til, at fráfaringaraldurin aftur verður 70 ár. Hesum boðaði Karsten Hansen, landsstýrismaður, frá, tá hann svaraði einum fyrispurningi, sum Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum hevði sett um 67-ára fráfaringaraldurin.

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einum eldrapolitikki fyri arbeiðsmarknaðin, og tað er í hesum sambandi, at fráfaringaraldurin helst verður settur upp aftur. Eisini skulu eldri starvsfólk hava møguleika til at fara niður í tíð, um tey ynskja tað, eins og sáttmálarnir við almennu fakfeløgini frá í ár taka hædd fyri.

Breið semja tykist vera í løgtinginum um at seta fráfaringaraldurin upp, so fólk hava møguleika fyri at arbeiða hjá tí almenna, til tey fylla 70 ár.