hesir kunnu gerast klárir til A-landsliðið. At menningin hevur givið úrslit sæst eisini aftur á seinasta hópinum hjá A-landsliðsvenjaranum. Av teimum 23, ið eru úttiknir til dystirnar ímóti Lettlandi og [...] verið ein av undangongufólkunum, tá tað kemur til ungdómslandsliðsvenjarar. - Tá FSF fór undir U21-landsliðið fyri tíggju árum síðani, ivaðist man, um FSF hevði ráð. Men starvsnevndin sá týdningin av tí, og [...] Sáttmálin millum FSF og Bill McLeod Jacobsen verður ikki endurnýggjaður aftaná hesa undankappingina. Sostatt skal føroyska U21-landsliðið hava nýggjan venjara - Eg kundi sjálvandi gott hugsað mær at hildið
Kvívíkar Kommuna enn er til, tí verður talan um kommunusamanlegging, er ikki sagt at tann samanlagda kommununa eisini er samd um, at talan er um eina neyðuga íløgu og so er tað ikki vist, at stovnurin hevði [...] inntøkan hjá kommununi av skatti og øðrum, verður 19 milliónir og í ár. So hóast lántøkuna til stovnin, kemur kommunan ikki upp undir lógarkravda hámarkið fyri, hvussu nógv ein kommuna kann skylda, tí tað markið [...] Í Kvívík skal tað vera gott at vera barnafamilja. Tað er orsøkin til, at tey nú eru farin undir eina risa íløgu fyri at lívga um hjá foreldrum við børnum. Tilsamans er talan um eina íløgu upp á 22 milliónir
300 virki hava skift til Kall, og tað sigur ikki so lítið. Kall hevur ment seg bæði á fastnet- og fartelefon-økinum, og í næstum verður eisini farið at bjóða fast ADSL-samband til inter-netið Tann lítli [...] hjá Kalli, og pláss er fyri fleiri. Tað skerst ikki burtur, at síðan kapping kom í, eru útreiðslurnar sum heild minkaðar á telefonnýtslu. Men Kall bjóðar ikki bara lægri prís. Góðskan er dygdargóð, og tæ [...] at kvika sær og vera vinarligari. Kall setti beinanvegin tænastuna í miðdepilin, tá ið farið varð til verka. Tað er stuttur vegur millum kundan og Kall, og virkini hava sín persónliga virkisrøktara. Tí
- nevniliga drepandi oljuprísir. Vit fingu rætt. Vanligi føroyingurin hevur nú nærum ikki ráð, hvørki at koyra til arbeiðis ella at hava hitan í egnum húsum. Tað er neyðugt, at løgtingið aftur tekur upp [...] hækkingar. Ístaðin fyri at stýra til gagn fyri borgaran, so stýra teir til stóran skaða fyri bæði land og fólk við hækkandi avgjøldum - hækkandi avgjøldum__. Vit kunnu ikki finna okkum í meira. Avgjøldini [...] koma aftur og fram til arbeiðis, umframt at hava eitt socialt lív eftir arbeiðstíð, keypa inn og líknandi. Bilurin er ein fortreyt fyri vælferðarsamfelagnum, ið setir stórt krav til eitt gott veganet,
inum at sleppa at taka nakað stig á sjálvstýrisleið, var tann, at vit ikki høvdu ráð. Mitens visti, at tað ikki passaði, men ikki fyrr enn sjálvstýrislandsstýrið fekk eitt búskaparráð sett á stovn, kom [...] jørð, á hvørjum ári skal gjalda jarðarskatt til státin. Verður hesin skattur ikki goldin, verður jarðarteigurin, hvussu lítil hann enn er, seldur á uppboði til hægstbjóðandi. Hesum skatti var tað okkara [...] settu búgv í Føroyum. Men so sendi kongur vápnaðar menn til Føroya, sum við øks í hendi noyddu Trónd í Gøtu til at ganga undir hendan jarðarskatt til útlendskar valdsharrar. Hendan skatt høvdu forfedrar okkara
sum at Karsten Hansen ikki sjávlur er roykjari, so trúgva vit honum. Ein politikari, sum ikki sjálvur klárar at liva upp til idealini um ikki at roykja, hann klárar heldur ikki at gjøgnumføra slík [...] einfaldu orsøk, at vandin verður ikki tikin í álvara. Tey vaksnu eru ikki nóg góðar fyrimyndir. Lærarar eru ikki nóg góðar fyrimyndir, og foreldur eru ikki nóg góðar fyrimyndir. Bara tað [...] kunnu vit ikki lasta við slíkum. Fyrsta dagin fær hann tilmæli frá Fólkaheilsuráðnum um, hvat kann gerast fyri at minka um roykingina, og hann er sannførdur um, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk
hann heldur ikki, hvussu løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum kunnu koma til ta niðurstøðu, at upplýsingarnir hjá Landsverki ongan týdning hava í málinum. - So hástórur ber ikki til at vera. Vit [...] Vit áttu ikki at sett spurnartekin við tað, Landsverk sigur. Hann er komin til ta niðurstøðu, at ein privatur tunnil er nógv dýrari enn ein almennur tunnil og tað kunnu vit ikki skúgva til viks og kalla [...] loysir seg best fyri samfelagið. - Tað er eingin ivi um, at tunnilin skal gerast. Men vit hava ikki ráð til at at lata milliardaupphæddir fara av landinum óneyðugt, um so er, at tað loysir seg betri fyri
arbeiðslagið og yvirlitið ikki var so gott, sum tað átti at verið. Fyrst í árinum hendi tað, at Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, legði frá sær, tí tað bar ikki til bæði at sita sum landsst [...] floksformaður samstundis – ein umbering fyri eitthvørt, sum ikki sá dagsins ljós, og sum Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin ikki meina longur. Seinni í vár tók Fólkaflokkurin seg úr samgonguni [...] grundarlagið fyri flatskattinum. Fakfeløgini halda tað ikki vera rímuligt, at tey lágløntu skulu gjalda gildið fyri skattalætta til tey ríku. Neyvan hevði nakar hetta í tonkunum í valstríðnum
chmidt, sum hoyrir til yngra ættarliði inn á hansara evni til at draga ungdómin til sín: - Mogens er kult, segði Helle Thorning-Schmidt í einari bæði stuttligari og heitari røðu til fráfarandi formannin [...] Lykketoft, ið undir valstríðnum ferð eftir ferð fekk at vita: Tað er ikki tí, vit ikki vilja hava Javnaðarflokkin, vit vilja bara ikki hava teg! Hansara leiklutur í afturgongdini hjá danska Javnaðarflokkinum [...] við teimum ungu og ikki fekk frið á dansigólvinum. Nýggi formaðurin hjá danska Javnaðarflokkinum hevur fingið eina flúgvandi byrjan, og at síggja til hevur hon tað styrki, sum skal til, fyri at standa ímóti
Hettar eru mest fólk, sum hava tilknýti til bygdinar, men eisini er onkur, sum ikki tímir at bíða, til tey fáa játtan til at seta búgv í miðstaðarøkinum. Vit ivast ikki í, at um tunnil kom, so flutu nógv fólk [...] fyri nøkur øki í Føroyum. Er tað ikki meiningsleyst at bíða við okkum á Sandoynni? Er tað ikki ein treyt fyri samfelagið, at tað næsta á skránni er ein tunnil suður til Sandoynna, so at ein komandi suðurleið [...] hava lívið lagað og kunna menna seg, so skal tunnil koma til oynna. Sum nú er, eru vit ikki kappingfør við vinnulívið á “fastlandinum”. Vit megna ikki at fylgja við tí stóru framgongd, sum er á øllum økjum