Jógvan á Lakjuni, tingmaður
-----
Tað er løgið at sita og lurta eftir einari sokallaðari kjaksending, har í veruleikanum lítið og einki kjak er, men har tað útvalda panelið fyri tað mesta situr og tekur undir við meiningunum hjá hvørjum øðrum og sleppur at gera grin við fólki, uttan at nakar fær loyvi at svara teimum aftur.
Í næst seinastu sending umrøddi panelið eina veljarakanning. Her var heilt týðiligt, at summir flokkar skuldu lyftast upp, meðan aðrir vórðu niðurgjørdir. Og tað løgna er, at í hesari sendingini er einki, sum eitur at vera ógegnigur. – Er veruliga einki, sum eitur ógegni í kringvarpinum?
Seinasta fríggjadag, 13. mai, var aftur ein sending. Eg hoyrdi hana ikki tá, men onkur gjørdi meg varan við hana, og nú eg havi lurtað eftir sendingini, má eg undrast á, hvussu grunt annars álvarslig mál verða viðgjørd. Endamálið tykist ikki vera at lýsa mál frá ymsum vinklum, men at fara eftir persónum, sum hava gjørt vart við sína meining um okkurt evni.
Spøl á internetinum
Fyrst var tað hetta málið um spøl á internetinum, sum Annika Olsen hevur roynt at gjørt nakað við. Eitt sera álvarsligt mál, sum átti at fingið eina virðiliga viðgerð. Men í staðin fyri at viðgera hetta álvarsliga, so kom Elin Mikkelsen við einum ómetaliga speirekandi úttalilsi. Hon segði:
“Eg eri vís í, at vissi mann letur upp fyri censuri á internetinum, so skal ómetaliga lítið til, áðrenn aðrar skaðiligar sjangrur líða somu lagnu sum spælisíðurnar, tí at hugsið bara um, hvussu nógv teir konservativu religiøsu hava sitið og blokkerað fyri í verandi samgongu, bara tí at teir kundu, og hugsið tykkum, hvussu nógv teir kundu hjálpt mentalu og etisku heilsuni hjá føroyinginum, vissi teir sluppu at steingja skaðiligar heimasíður – á, dú, á, dú, also, vit høvdu ongantíð havt tað betri!”
Also, eingin viðgerð av evninum, men eitt niðrandi álop á onkrar “konservativar religiøsar” politikarar. Eg haldi, at Elin skyldar okkum at siga, hvørjir hesir politikarar eru, og hvat tað er, sum teir hava blokkerað!
Manntal
Og so var tað manntalið og ein viðgerð av Jørgen Niclasen, sum saman við Bill Justinussen í fíggjarnevndini hevði mælt til at broyta uppskotið nakað, m.a. av tí at ein løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni vísti á, at uppskotið um manntal var ov víðgongt í mun til rættindini hjá tí einstaka borgaranum.
Men í staðin fyri at viðgera evnið, so var tað aftur politikarin, sum var viðgjørdur. Tað var ikki gott, bleiv sagt í sendingini, at ávísir politikarar líkasum sáaðu iva um hesa kanningina. – Men her var heldur eingin at svara aftur.
Eg undrist á, at funnist verður at, at politikarar seta spurnartekin við eina kanning, sum fer so langt inn á privatlívið hjá fólki? Tað hava politikarar skyldu til. – Eingin spurningur varð heldur settur við, um vit hava ráð at gera eina slíka kanning í hesum døgum. Hon kostar ikki minni enn einar 15 mió. krónur, og persónliga haldi eg ikki, at vit hava ráð til tað!
Etið bláseym?
Men tað mest ógrundaða og margháttliga, sum bleiv sagt í “Álvaratos” henda dagin, kom frá vertinum sjálvum, Jákupi Magnussen. Hann segði orðarætt:
“Vissi okur taka Fólkaflokkin, so vita okur eisini, at brøðrasamkoman er ein, sum stuðlar Fólkaflokkinum nógv, og brøðrasamkoman er ikki serliga glað fyri at verða skrivað í manntal – tað vita okur av....”
Eg spyrji bara: Hevur maðurin etið bláseym? Og sigur hetta ikki alt um, hvussu vitleys henda sendingin er? Hvussu kann ein vertur í tí almenna kringvarpinum sita og leggja eina heila samkomu í Føroyum undir at vera ímóti einum manntali. Hvat byggir maðurin hetta á?
Haldi, at Jákup Magnussen skyldar okkum eina frágreiðing og eina umbering.
Sterkt øl og brennivín
Tað síðsta evnið í “Álvaratos” henda dagin var eitt eitt citat frá Portalinum. Jákup Magnussen tók soleiðis til:
“Tað er ein ólukka, at løgtingið hevur samtykt, at tað skal vera loyvt at bryggja sterkt øl og brennivín í Føroyum. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, tingmaður, fyri Fólkaflokkin. --- Hvat heldur tú um tað, Elin, ha, ha, ha. – “
Her bleiv heldur eingin seriøs viðgerð. Bara flent upp á spott. Hevði verturin verið at sær komin, so hevði hann ómakað sær at lurtað, hvat tað var, eg segði um hetta málið í løgtinginum. Men tað hevur sjálvandi ongan áhuga!
Sannleikin er, at nú fara vit aftur at selja sterkt øl í Føroyum. Í nógv ár hevur ikki verið loyvt at selt sterkari øl enn 5,8%, og nú skulu vit ikki bara bryggja tað í Føroyum, men eisini innflyta og selja tað, líka mikið hvussu sterkt tað er!
Argumentini um fleiri arbeiðspláss í Føroyum í samband við brygging er eftir mínum tykki einki uttan propaganda. Eg eri bangin fyri, at um tað verða nøkur arbeiðspláss aftrat orsakað av hesum, so vera tey á sjúkrahúsunum, á Blákross og á Heilbrigdi.
Eingin kann lata eyguni aftur fyri øllum teimum vanlukkum, sum rúsdrekka elvir til í Føroyum. Dagliga hoyra vit um harðskap, húsaófrið, hjúnaskilnaðir, upployst heim, vanlukkur, misrøkt børn o.s.fr., o.s.fr., orsakað av rúsdrekka. Hetta haldi eg meg sum politikara hava skyldu til at taka við í metingarnar, tá ið eg taki støðu í rúsdrekkamálum á tingi.
Tað er orsakað av hesum, at eg havi verið ímóti at fara at bryggja og selja sterkari øl í Føroyum. Og tað var serliga tað, hetta uppskotið gekk út uppá!
Ein primitiv sending
“Álvaratos” er eftir mínum tykki ein primitiv og tendensiøs sending. Verturin kallar hetta eina kjaksending – men tað er heilt týðiligt, at hann velur bara panelluttakarar, sum halda mestsum tað sama (sum hann) og bara umboða ein lítlan part av tí føroysku almannahugsanini.
Føroyingar eru tíverri sambært lóg noyddir at gjalda í dýrum dómum fyri Kringvarp Føroya, sum átti at verið ein mentanarstovnur. Men eg má siga, at eg øtist inn á ta ómentan, sum hesin stovnur í dag loyvir, og eg haldi, at hann í fleiri førum arbeiðir beint ímóti sínum endamálum.