ddagrein· Vandamikil støða

Tað tykist sum gølurnar hjá hersetingarvaldinum í Irak bara standa við og versna. Tá tað varð avdúkað, at krígsfangar vóru illa viðfarnir av amerkikansku hermegini í fongslum, gjørdist stór gøla. Fjølmiðlarnir avdúkaðu, at sera álvarsom brot vóru framd á mannarættindini og móti Genevesáttmálanum um viðferð av krígsfangum. Tá alt hetta kom fram lovaði amerikanska stjórnin, at slíkt skuldi ikki endurtaka seg og at tey seku skuldu verða hart revsað.

Men nú er aftur galið. Fjølmiðlarnir hava aftur avdúkað eina so grova gølu, at ein skal heilt aftur til Vietnamkríggið fyri at finna makan. Tey, sum eru komin upp í árini, minnast, hvussu ein fangi varð skotin fyri opnum skermi. Hetta elvdi til stóra gølu og stórar politiskar trupulleikar heima í USA. Nú er so tað sama hent - ein særdur uppreistrarmaður verður tikin fangi. Hann biður staðiliga um náði og verður skotin við køldum blóði, meðan at kalla allur heimurin hyggur at. Hetta er fyri tað fyrsta ein ráð og harðrend gerð. Fyri tað anmað er hetta drápið klárt brot á allar galdandi reglur um krígsførslu. Tað tykist sum hermenninir hava fríar hendur til at fara við fangunum, sum tað hóvar teimum. Hetta kann ikki halda fram. Vesturheimuirn kann ikki góðtaka ein so inhumanan og brotsligan atburð av amerikansku hermegini.

Men hvussu kan man vænta annað, tá hermenninir verða eggjaðir til tað versta av sínum arbeiðsgevara, verjumálaráðharranum Rumsfeld sjálvum. Tað er sum um, at signalini úr erva frá ovastu leiðsluni í verjumálaráðnum, har heykarnir sita við borðendan og har boðskapurin er hart móti hørðum, eingin nái og eygað fyri eygað líkasum hevur fest seg í hugaheimin hjá teimum einstøku hermonnunum eisini, ella nøkrum teirra. Vit hoyrdu jú, at boðini um eirindaleysu og beinhørðu forhoyrini í fongslum í Irak komu frá Rumsfeld sjálvum. Hetta er tað, sum er so ræðandi: at sera harðrendi og avgjørdi politikkurin hjá Bushfólkinum í veruleikanum førir til misgerðir sum hesa og sum so aftur hava við sær, hevnd og aftur hevnd. Tað er hjá ovastu leiðsluni í Pentagon, at vit skulu finna teir seku. Ikki á hermótinum. Við fræga vælúrslitinum hjá Bush og hansara útnevning av nýggjum heykum í stjórnini kunnu vit bara vænta uppaftur fleiri av slíkum misgerðum í framtíðini, og tað fer at fella aftur á okkum øll so ella so.

USA er skansi fólkaræðisins. USA er í Irak til tess at stovnseta eitt nútímans vestligt fólkaræði, ið byggir á virðing fyri menniskjuni og annars á øll vanlig mannarættindi. Við hesum í huga er torført at síggja, hvussu hetta projekt skal kunna eydnast. Ein kann ikki byggja upp eitt fólkaræði við harðendum og ódemokratiskum framferðarhættum. Morðið í moskuni, sum vit øll hava verið vitni til er ikki bert eitt brotsverk. Tað er eisini ein politisk óbótagerð, ið fer at seta politisku tilgongdina fram í móti fólkaræði langt aftur, ja, kanska beinleiðis at forkoma hesi tilgongd. Hetta er sostatt ein sera vandamikil støða. Danmark er við í hersetingini av Irak og er Danmark tí samsekt í teimum illgerðum, sum amerikansku hermenninir fremja har. Vit eruí ríkisfelagsskapi við Danmark, og tí dettur hetta eisini aftur á okkum. Tískil eigur okkara landsstýri at boða donsku stjórnini frá, at vit føroyinmgar fordøma slík brot á mannarættidnini og Genevesáttmálan.

Sosialurin