Kvinnuhondbóltur
Endaspælið hjá kvinnum er nú um at koma í helvt, og tað er helst eingin loyna, at sum støðan er í løtuni, so eru VB stórfavorittar at vinna FM. Og tað er ikki bara grundað á stigatalvuna.
Spælið hjá oddaliðnum hevur fyri tað allar mesta verið sera sannførandi í endaspælinum. Tær hava longu vissað sær heitið sum steypavinnarar, og ikki minst, so hava tær eisini ta á pappírinum lættastu dystarskránna eftir.
Í veruleikanum kann sigast ? hóast allir dystir sjálvandi eru opnir ? at FM-heitið kann blíva mest sum avgjørt, um VB fær øll stigini við sær, nú tær vitja í Klaksvík. Gera tær tað, so eru tær fýra stig frammanfyri VÍF, og so skal VB í minsta lagi tapa tveir dystir, samstundis sum VÍF vinnur allar sínar dystir.
Og tað er illa hugsandi, at VB ? um so verður ? fer at tveita nógv stig burtur. Eftirverandi dystarskráin sigur, at VB seinnu helvt av grundspælinum bert hevur tveir útidystir. Nevnliga í Vestmanna og í Runavík. Øll hini liðini hevur VB hitt á útivølli, og er tí talan um heimadystir, har VB í ár hevur sýnst mest sum ótakiligt.
Tí er einki at ivast í, at VB fer at leggja nógvu orku í dystin sunnudagin. Hinvegin er tað eisini av alstórum týdningi hjá Stjørnuni, at tær fáa nakað burturúr. Stríðið um triðja plássið er ógvuliga hart í løtuni, og tí er hvørt einstakt stig avgerandi í so máta.
StÍF og Kyndil kappast
Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir í kvinnudeildini um vikuskiftið. Mest spennandi av hesum er kanska tann í Havn, har StÍF kemur á vitjan hjá Neistanum. Á pappírinum er hetta í øllum førum ein dystur, sum StÍF ikki hevur ráð at tapa, um tær skulu halda fast í bronsudystinum. Neistin hevur ikki staðið seg nakað serligt í ár ? og als ikki í endaspælinum ? men hinvegin hava tær til tíðir gjørt ein vørr, so heilt avskrivast skulu tær í øllum førum ikki.
Tað skal Tjaldur neyvan heldur, hóast heldur ikki tær hava havt nakra serliga úrtøku í ár. Enn er tó ein lítil møguleiki at bjarga sessinum í deildini, men so skal talan eisini gerast um sigur, tá Kyndil vitjar. Kyndil skifti venjara fyri hálvari aðru viku síðani, og so er spurnigurin, hvørja ávirkan hetta hevur havt á liðið. Einki er at ivast í, at leikara fyri leikara er Kyndil væl og virðiliga sterkari enn Tjaldur, men royndirna siga tó, at tað ikki altíð er hetta, sum er avgerandi. Kollektivið skal eisini rigga, og tað verður kanska týdningarmesta uppgávan hjá nýggja Kyndils-venjarum hesar seinastu dystirnar av kappingarárinum.










