Bogi Eiasen, stjórnmálafrøðingur
Seinasta tíðin hevur havt fleiri størri hendingar við sær á uttanríkisøkinum. Her er bæði talan um viðurskiftinið við Danmark, hvussu Føroyar kunnu virka í uttanríkistænastu ríkisins, hvussu Føroyar kunnu virka altjóða í størri mun, um fleiri yvirtøkur og ikki minst møguleikar í mun til ES, EFTA, NATO o.s.fr. verða.
Nýbrotið Fámjin
Løgmaður hevur víst á, at Fámjin skjalið var nýbrot, við øktu møguleikunum tað gav føroying-um at arbeiða altjóða. Eisini fingu føroyingar staðfestan sjálvsavgerðarrætt við yvirtøkulógini, sum eigur at kunna lata altjóða dyr upp, um vit leggja okkum eftir hesum.
Mangan verður havt á lofti, at vit ikki hava nóg góðar handils-sáttmálar, at vit detta burturímillum í altjóðagerðini. Ilt er at siga við vissu hví so er, men eitt er vist, at vit raðfesta arbeiðið úteftir alt ov lítið, sum t.d. An-finn Kallsberg vísti á fyrr í vikuni.
Partur av Fámjin skjalinum ein fyrisitingarlig avtala um at brúka donsku uttanríkistænastuna. Her verður serliga hugsað um møgu-leikan at seta føroyingar í styttri ella longri tíðarskeið á eina danska umboðsstovu at taka sær av føroyskum viðurskiftum í londum ella heimspørtum, har Føroyar hava serlig áhugamál. Talan er sostatt um, at Føroyar skulu arbeiða altjóða í einum meira ella minni sjálvstøðugum leisti í donsku uttanríkistænastuni. Men hetta arbeiði krevur eina miðvísa ætlan og raðfesting í tí føroysku politisku skipanini.
Støðufesti
Vit eru eitt pinkuland, og kunnu tí ikki við stødd ræða onnur og harvið fáa okkara vilja. Okkara møguleiki er, at hava ein fastan leist og arbeiða hart og miðvíst við nøkrum málum, sum hava stóran týdning fyri okkum. Altjóða virðingin skal koma av støð-festi og málrættan. Tí er eisini neyðugt at vit fáa breiðar politiskar semjur um altjóða mál okkara.
Altjóða vitanarbýti
Altjóðagerðin hevur m.a. við sær, at tað ikki ber so væl til longur at býta upp í innanlendis og altjóða politik longur. Flestu málsøkir hava ein altjóða part, og serliga hjá smáum londum er týdningarmikið at sleppa upp í samráðing-ar og vitanarbýtið, sum her finst altjóða. Yvirtøkulógin leggur sjálvandi upp til, at vit yvirtaka fleiri málsøkir. Sonevnda ES frágreiðingin um ávirkanina av ES grundlógini, leggur eisini upp til at fleiri málsøkir verða yvirtikin, tí Danmark verður tengt at ES samstarvninum í størri mun, eisini í uttanríkispolitikki. Avtalurnar úr Fámjin leggja upp til at Føroyingar arbeiða meira sjálvstøðugt og altjóða umvegis donsku sendistovurnar, og fáa í minsta lagi atlimaskap í altjóða felagsskapum á yvirtiknum málsøkjum.
Føroyar, og ikki Danmark skal føra føroyskan uttanríkispolitik
Men hetta merkir ikki,at Føroyar hava avtalað seg fram til, at Danmark skal taka sær meira av føroyskum málum altjóða. Hetta merkir, at Føroyar fáa ein meira sjálvstøðugan leist á t.d. sendi-stovunum, soleiðis at skipaði viðurskifti eru um hvussu sam-starvið skal verða. Tí krevur hetta meira av Føroyum. Her hava allir samgonguflokkarnir sagt, at talan er um framstig, sum kunnu gagna okkara vinnu-lívið úteftir. Men møguleikarnir, sum lagdir eru fram við hesum semjum, krevja at politiska skipanin skal arbeiða meira miðvíst um hvat vit vilja altjóða,, soleiðis at vit kunnu fara út at fáa avtalur í lag kring heimin, sum gagna okkara samfelag og eisini brúkar møguleikarnar í altjóða felagsskapum.
Landstýrismann í Uttanríkismálum
Mín meting er, at hetta krevur eitt Uttanríkisráð við einum Landsstýrismanni í Uttanríkismálum. Hesin skal verða okkara andlit úteftir og bert hava altjóða partin at hugsa um. At uttan-ríkismál eru undir øðrum málsøki, er alt ov lítiðlátið um vit vilja nakað. Tað ber ikki til hjá nøkrum Løgmanni at taka sær nóg væl av bæði uttanríkispart-inum og restini av Løgmans-ábyrgdini. Anfinn Kallsberg kláraði tað ikki og vísti eisini týsdagin á hetta, Jóannes Eides-gaard klárar tað ikki og ein komandi Løgmaður megnar tað heldur ikki, tí tað ber ikki til. Hvussu ofta um árið kann ein Løgmaður verða burtur heiman, soleiðis sum Løgmaður var í Brússel? Ikki ofta! Vit hava brúk fyri einum politiskum front-figuri, sum kann fara út og slóða fyri og tala okkara søk og skaffa okkum betri avtalur og sømdir. Hetta merkir at verða við har sum føroyskur uttanríkispoli-tikkur skal framat, og miðvíst arbeiða okkum frameftir og syrgja fyri at málsøkið verða raðfest í føroysku skipanini. Løgmaður gjørdi eitt framúrkarandi arbeiði í Brússel, men hann kann ikki fara nógvar slíkar ferðir um árið.
Allir flokkarnir fyri
Allir samgonguflokkarnir eru fyri semjunum, sum gjørdar eru seinastu tíðina. Tí má niður-støðan verða, at teir eru fyri at vit arbeiða meira miðvíst og tilætlað altjóða. Skal tað gerast nøktandi krevur tað eitt Uttanríkisráð við einum landsstýrismanni. Hinir flokkarnir, Tjóð-veldið, Miðflokkurin og Sjálv-stýrið, mugu roknast at stuðla, at styrkt verður um altjóða leist Føroya. Tí er metingin, at allir flokkar í prinsippinum stuðla tonkunum um, at tað er neyðugt at hava eitt Uttanríkisráð. Teir eru kanska bangnir fyri at seta eitt nýtt ráð á stovn, nú so nógv bleiv lagt fyri at leggja aðalráð saman. Men ikki slepst uttanum, at skulu møguleikarnir í Fámjin-skjalinum, øktu møguleikarnir í yvirtøkulógini og teir møguleikar, sum komandi uttanríkispolitiska heimildarlógin fara at geva, gagnnýtast, so skal meira til, enn ein lítil uttanríkisdeild undir einum øðrum aðalráði, sum støðan er í dag. Tí er spurningurin heldur um flokkarnir her tora at taka á seg tað ábyrgd tað er, at fáa Føroyar at virka úteftir, eisini sjálvt um tað kostar politiskar neistir at seta eitt nýtt ráð á stovn.
Vit skulu frameftir
Onkur vildi sagt, at Sambandsflokkurin ikki kann ynskja eitt Uttanríkisráð. Sambandsumboð hava róst møguleikunum í Fámjinskjalinum, og skulu hesir møguleikar nýtast, krevur tað sum sagt ein nógv virknari føroyskan uttanríkispolitik. Løgmaður segði í viðmerking, at hann ikki metti tað verða neyðugt við Landsstýrismanni í Uttanríkismálum, so leingi talan bert er um móttøkur og slíkt Her hevur Løgmaður púra rætt. Men skulu vit fram millum heimsins fremstu lond áðrenn 2015, er tað als ikki nokk, at tann politikarin sum varðar av Uttanríkismálum, bert er við til mótøkur og slíkt. Tað skal nógv meira til enn tað, fyri at skapa betri avtalur fyri t.d. okkara vinnulív. Tí kann sigast, at málsøkið ikki er stórt nokk til ein landsstýrismann tí tað ikki verður raðfest nóg frammaliga. Hvat Fólkaflokkurin heldur hesum viðvíkjandi greiddi Anfinn Kalsberg greitt frá týsdagin, Flokkurin ynskir lands-stýrsmann í Uttanríkismálum.
Talan er um at betra um okkara støðu í alheimsgerðini og alheimssamfelagnum, og tað eru bara vit sum kunnu gera tað. Skulu vit hava nakað burturúr, krevur tað raðfesting og miðvíst málrættað arbeiði, tí tað kemur ikki av sær sjálvum, og eingin ger tað fyri okkum. Er tað ikki vilji at taka hetta takið víðari, gerst tað ein spurningur um Fámjin skjalið og komandi uttanríkispolitiska heimildarlógin hava nakað virði yvirhøvur. Avtalur eina, uttan arbeiði, skapa ongan framburð.









