Sjálvandi skulu kommunurnar kring landið kappast um at fáa fólk at búsetast. Tað heldur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Fókaflokkinum um at geva kommunum heimild til at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum upp í 65.000 krónur. Í dag er hann 30.000. krónur.
Men tað eru fleiri løgtingslimir sum halda, at hetta fer at gera enda á smærri kommunum, tí hetta fer at elva til kapping ímillum kommunurnar um at fáa fólk at búsetast, tí tær, sum hava ráð til tað, fara at geva fólki ein skattalætta við at hækka bornfrádráttin, Og í hesum sambandi hava tær smærru kommunurnar ongan møguleika, halda fleiri løgtingslimir.
Men Jørgen Niclasen dugur ikki at síggja nakran vansa í tí. Hann heldur tvørtur ímóti at kommunur eiga at kappast um at fáa borgarar.
Les eisini: Heðin Mortensen vil ikki geva Anniku Olsen hendan møguleikan
– Kommunur mugu kappast um borgarar, tí gevast tær at kappast um borgarar við at bjóða teimum góðar tænastur og lágan skatt, ella kanska eitt sindur av hvørjum, kunnu vit akkurát tað sama avtaka tær, heldur hann. Styrkin við at hava kommunur er nettupp kappingin um borgarar, og loyva vit teimum ikki at kappast, so at allar verða líka, er bara at avtaka tær.
Hann heldur nettupp, at drívmegin hjá kommununum má vera ein kapping um, hvør kann geva bogarunum ta bestu tænastuna fyri tann lægsta skattin. Og so kunnu fólk sjálvi kanna møguleikarnar og finna út av, hvør kommuna nøktar teirra tørv best.
Annars heldur hann ikki at hald er í óttanum fyri, at tær smærru kommunurnar verða tærm sum fara at liggja eftir á í eini kapping ímillum kommunurnar. Tað eru ikki altíð, at tað eru tær størstu kommunurnar, sum hava ta bestu tænastuna á øllum økjum. Eingin av teimum stóru kommunum hava ókeypis barnaansing, men tað hevur Kvívík, sum er ein lítil kommuna, sigur hann.
Hann ivast ikki í, at tað er lokkandi, men tað eru kortini ikki øll foreldur sum eru flutt til Kvívíkar fyri tað. Tað er nevniliga ikki so, at foreldur fara at valfarta til eina kommunu, bara tí at hon hevur eina betri tænastu á onkrum øki, sigur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.
Les eisini: Tað er undarligt at koma við hesum nú
Hann vísir eisini á, at tað er so ymisk, hvørjum øki, kommunurnar kappast á. Summar kommunur kunnu bøta um tænastuna og lata vera við at lækka skattin. Aðrar kommunur kunnu lækka skattin, uttan at tænastan er í topp.
Í Fugloy hava tey lægsta skatt og hægsta barnadrádrátt í landinum, í Kvívík er ókeyðis barnaansing, men í øðrum kommunum hava tey skoytivøllir, rennibreytir, langhylar og marghøllir.
Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn undrast á, hví kommunurnar bara skulu fáa heimild til at hækka botnfrádráttin, men ikki til at lækka Men Jørgen Niclasen sigur, at tað er av politiskum orsøkum, tí hann vil ikki vera við til at skatturin verður hækkaður.